27. apríl 2021Nr. 46
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2021
(Strika grein, ið avmarkar hjáveiðuna av norðhavssild í makrelfiskiskapi)
§ 1
Í kunngerð nr. 209 frá 22. desember 2020 um fiskiskapin hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2021 verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 20 verður strikað.
2. Í § 21, stk. 1 verður “, sbr. §§ 19 og 20,” strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 27. apríl 2021
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Andras Kristiansen (sign.)