Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. mai 2018Nr. 47
Kunngerð um tíðaravmarkaða veiðu eftir botnfiski á Føroya Banka í 2018
Við heimild í § 28, stk. 2, § 39, stk. 1, nr. 1 og 3, stk. 2, nr. 2 og 5, § 44, stk. 1 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
§ 1. Eftir umsókn og við fiskiloyvi frá Vørn er loyvt bátum, sum hava rætt til fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 74, stk. 1, nr. 6 í løgtingslógini, at royna við snellu, snøri ella tráðu á Føroya Banka.
Stk. 2. Bátar við fiskiloyvi sambært stk. 1 kunnu fiska innan fyri eitt samlað dagatal upp á 50 fiskidagar. Fiskiskapurin skal steðga, tá hesir dagar eru brúktir.
§ 2. Eftir umsókn og við fiskiloyvi frá Vørn er loyvt bátum, sum hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4 A og bólki 4 B, sambært § 74, stk. 1, nr. 3 og 4 í løgtingslógini, at royna við snellu, snøri ella tráðu á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 60°50,000'N 07°57,000'V
2) 60°57,333'N 07°57,000'V
3) 60°45,667'N 08°37,000'V
4) 60°36,500'N 08°45,000'V
5) 60°26,000'N 09°08,417'V
6) 60°24,000'N 09°07,000'V
7) 60°50,000'N 07°57,000'V
Stk. 2. Bátar við fiskiloyvi sambært stk. 1 kunnu fiska innan fyri eitt samlað dagatal upp á 30 fiskidagar. Fiskiskapurin skal steðga, tá hesir dagar eru brúktir.
§ 3. Fyri bátar við fiskiloyvi sambært § 1 telur hvør túrur ein fiskidag, sambært § 3, nr. 9 í løgtingslógini, hóast túrurin er meira enn 24 tímar.
§ 4. Skipari ella formaður á báti við fiskiloyvi sambært §§ 1 og 2, sum fer á Føroya Banka, skal boða Vørn frá á telefon +298 316913, tá farið verður úr havn, og tá komið er aftur í havn.
§ 5. Bátur við fiskiloyvi sambært § 1, sum á sama túri roynir aðrastaðni enn á Føroya Banka, skal, tá ið avreitt verður, tilskilað, hvussu nógv av veiðuni er fingin á Føroya Banka, flokkað eftir fiskasløgum.
§ 6. Bátar við fiskiloyvi sambært § 1 skulu hava fylgisveinaútgerð umborð, sum er góðkend av Vørn, og sum til einhvørja tíð kann upplýsa um knattstøðuna hjá bátinum. Farið verður fram eftir somu treytum og mannagongd, sum eru ásettar í kunngerð um eftirlit við fiskiførum um fylgisvein.
§ 7. Tað er bannað at blaka veiðu útaftur.
§ 8. Brot á §§ 4-7 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. august 2018.
Fiskimálaráðið, 1. mai 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)