12. juli 2004Nr. 47
Kunngerð um elektroniska tollavgreiðslu
Við heimild í § 10 a í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 1. desember 2003 verður ásett:
§ 1. Toll- og Skattstova Føroya kann gera avtalur við innflytarar um elektroniska tollavgreiðslu.
§ 2. Toll- og Skattstova Føroya kann bert gera avtalu við innflytarar, ið eru vinnurekandi.
Stk. 2. Í avtaluni skal verða ásett, á hvønn hátt og undir hvørjum treytum elektronisk tollavgreiðsla kann fara fram.
§ 3. Vinnuligir kontantkundar skulu gjalda toll og avgjøld elektroniskt yvir e-Tollskipanina fyri at fáa vøruna útflýggjaða.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2004. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 19 frá 25. februar 2003 um elektroniska tollavgreiðslu.
Fíggjarmálaráðið, 12. juli 2004
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)