Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. apríl 2021Nr. 47
Kunngerð um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar, sum broytt við kunngerð nr. 96 frá 17. juni 2021
Við heimild í § 22, stk. 1, § 34, stk. 1, nr. 1, 3 og 4, stk. 2, nr. 1, 2 og 10 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020 og løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, verður ásett:
Loyvi og leiðir
§ 1. Eftir umsókn og við loyvi frá Vørn er loyvt fiskifari, sum er 120 bruttotons til støddar og minni, at trola eftir flatfiski innan fyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum sambært ásetingum í hesari kunngerð og treytum settar í fiskiloyvinum.
Stk. 2. Talið av fiskiloyvum til trolveiði innan fyri 12 fjórðingar er talið av loyvum, sum vóru í gildi í 2019. Verða veiðiloyvi flutt ella løgd saman eftir ásetingunum í løgtingslógini, minkar talið av fiskiloyvum samsvarandi.
§ 2. Fiskifar við fiskiloyvi sambært hesi kunngerð hevur loyvi at royna á teimum í §§ 3-14 nevndu leiðum í nevndu tíðarskeiðum.
§ 3. Øki A2: Í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 7. september, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°20'30" N 05°48'30" W
2) 62°11'00" N 05°51'50" W
3) 62°11'00" N 06°07'30" W
4) 62°20'30" N 06°01'00" W
5) 62°20'30" N 05°48'30" W
Stk. 2. Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
§ 4. Øki A1: Í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 7. september, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°20'30" N 06°01'00" W
2) 62°11'00" N 06°07'30" W
3) 62°11'00" N 06°11'30" W
4) 62°20'30" N 06°05'00" W
5) 62°20'30" N 06°01'00" W
§ 5. Øki B: Í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°11'00" N 05°51'50" W
2) 61°48'10" N 06°01'40" W
3) 61°53'50" N 06°24'30" W
4) 61°58'20" N 06°22'00" W
5) 62°02'50" N 06°26'30" W
6) 62°11'00" N 06°07'30" W
7) 62°11'00" N 05°51'50" W
Stk. 2. Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
§ 6. Øki C: Í tíðarskeiðinum frá 1. juni til 17. juli, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°48'10" N 06°01'40" W
2) 61°42'00" N 06°04'15" W
3) 61°47'30" N 06°27'45" W
4) 61°53'50" N 06°24'30" W
5) 61°48'10" N 06°01'40" W
Stk. 2. Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
§ 7. Øki D1: Í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 7. september, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°14'40" N 07°02'20" W
2) 61°29'10" N 07°22'30" W
3) 61°33'50" N 07°10'40" W
4) 61°26'30" N 07°03'30" W
5) 61°25'10" N 07°07'00" W
6) 61°18'00" N 06°54'30" W
7) 61°14'40" N 07°02'20" W
Stk. 2. Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
§ 8. Øki D2: Í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 7. september, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°19'20" N 06°51'00" W
2) 61°18'00" N 06°54'30" W
3) 61°25'10" N 07°07'00" W
4) 61°26'30" N 07°03'30" W
5) 61°19'20" N 06°51'00" W
§ 9. Øki E: Í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 7. september, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°29'10" N 07°22'30" W
2) 61°32'40" N 07°27'00" W
3) 61°37'20" N 07°15'10" W
4) 61°34'50" N 07°08'10" W
5) 61°29'10" N 07°22'30" W
Stk. 2. Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
§ 10. Øki F: Í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 7. september, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°32'40" N 07°27'00" W
2) 61°39'00" N 07°35'40" W
3) 61°48'30" N 07°12'15" W
4) 61°37'20" N 07°15'10" W
5) 61°32'40" N 07°27'00" W
Stk. 2. Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
§ 11. Øki G: Í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 7. september, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°45'40" N 07°19'20" W
2) 61°57'30" N 07°35'20" W
3) 62°00'00" N 07°29'00" W
4) 61°58'00" N 07°21'00" W
5) 61°48'30" N 07°12'15" W
6) 61°45'40" N 07°19'20" W
§ 12. Øki H: Í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 7. september, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°31'00" N 07°12'30" W
2) 62°33'20" N 06°58'30" W
3) 62°26'30" N 06°58'30" W
4) 62°24'30" N 07°12'30" W
5) 62°31'00" N 07°12'30" W
Stk. 2. Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
§ 13. Øki I: Í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 7. september, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°33'20" N 06°58'30" W
2) 62°35'40" N 06°33'30" W
3) 62°29'40" N 06°33'30" W
4) 62°26'30" N 06°58'30" W
5) 62°33'20" N 06°58'30" W
Stk. 2. Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
§ 14. Øki J: Í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 7. september, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°35'40" N 06°33'30" W
2) 62°20'30" N 05°48'30" W
3) 62°20'30" N 06°01'00" W
4) 62°25'50" N 06°05'00" W
5) 62°29'40" N 06°33'30" W
6) 62°35'40" N 06°33'30" W
Stk. 2. Linjan úr 1. staði í 2. stað verður drigin eftir 12 fjórðinga markinum.
Fiskidagar
§ 15. Fiskifar við loyvi sambært hesi kunngerð kann í mesta lagi brúka 68 fiskidagar. Brúktir fiskidagar verða roknaðir av fiskidagatalinum, sum fiskifarið hevur í fiskiloyvinum sum útróðrarbátur í bólki 4 T, sambært § 18, stk. 1, nr. 4 í løgtingslógini.
Reiðskapur
§ 16. Tað er bert loyvt at nýta trol, sum ikki í nøkrum parti hevur meskar, ið fara niður um 120 mm, og sum hevur innsetta rist við 40 mm millum rimarnar. Hevur trolið ein ovara posa í sambandi við ristina, skal meskavíddin í hesum minst vera 180 mm og vera gjørdur úr tráði dupult í mesta lagi 6 mm til tjúktar.
Stk. 2. Partroling er ikki loyvd.
Stk. 3. Einki fiskifar má nýta meira enn eitt trol í senn.
Trolposin
§ 17. Tvørmátið á tráðnum í posanum eigur ikki at fara upp um 8 mm. Netið framman fyri posan, millumstykkið, skal ikki vaksa í ummáli úr forkanti í afturkant, og pláturnar í yvirpartinum og undirpartinum skulu vera eins. Meskarnir í hvørjari plátu skulu vera skornir eftir síðu og ikki í nøkrum føri eftir leggi. Posin skal vera úr rektangulerum plátum, har yvirpláturnar og undirpláturnar eru eins. Ummálið í forkanti á posanum má ikki vera víðari enn afturkantur á millumstykkinum. Loyvt er at sneiða 3 tær aftastu meskarnar í posanum inneftir.
Stk. 2. Tað er ikki loyvt at snøra posan ella á nakran hátt at bera so í bandi, at meskarnir ikki standa fult mát. Tó er loyvt á niðara posanum:
1) at knýta tilfar, ið bert verður fest framman og á síðurnar, á undirsíðuna av trolposanum, fyri at minka um slit, og
2) at lata festið til gjørðina ganga gjøgnum spellið og møguliga vera fest í spellið, tó soleiðis, at spellið ikki liggur fast at posanum av hesi orsøk.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka gjarðir, rundstroppar, tó er loyvt at hava eina gjørð, lyftistropp, í posanum til at býta sundur við. Gjørðin skal ikki vera styttri enn 70 prosent av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan.
Hjáveiða
§ 18. Hjáveiðan av toski og hýsu skal hvønn túr sær ikki fara upp um 35% tilsamans av vektini av veiðinøgdini av samlaðu veiðini.
Minstamát
§ 19. Reglurnar um minstamát á fiski í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, galda fyri fiskifør við loyvi sambært hesi kunngerð.
Veiðidagbók
§ 20. Fiskifar við loyvi sambært hesi kunngerð skal í tíðarskeiðinum, sum troling er loyvd innan fyri 12 fjórðingar sambært kunngerðini, føra serliga dagbók, har m.a. øki og knattstøða fyri hvørt hál og veiða, t.e. fiskaslag og nøgd í rundari vekt, verða uppgivin.
Stk. 2. Fiskifar, sum einstakar túrar roynir uttan fyri 12 fjórðingar í tíðarskeiðinum, sum troling innan fyri 12 fjórðingar er loyvd, skal eisini føra hesar túrar í serligu dagbókina fyri leiðirnar innan fyri 12 fjórðingar.
Stk. 3. Dagbókin skal sendast Vørn eftir hvønn túr sær.
Aðrar ásetingar
§ 21.1) Um fiskifar á sama túri hevur fiskað uttan fyri 12 fjórðingar eisini, verða hjáveiðireglurnar fyri fiskiskapin innan fyri 12 fjórðingar sambært § 18 at galda fyri allan túrin.
§ 22. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 23. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd.
Revsing
§ 24. Brot á §§ 2-18 og 20 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært §§ 22 ella 23.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildiskoma og sólseturáseting
§ 25. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 65 frá 3. juni 2010 um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar.
Stk. 2. Henda kunngerð fer úr gildi 1. januar 2022.
Fiskimálaráðið, 27. apríl 2021
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Andras Kristiansen (sign.)