1. apríl 2025Nr. 48
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Undantak fyri makrel og norðhavssild veidd í norskum sjógvi)
§ 1
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 83 frá 19. juli 2024, verður sum § 1, stk. 2 sett:
“Stk. 2. Makrelur og norðhavssild, sum føroysk fiskifør fiska í norskum sjógvi í 2025, eru undantikin kravinum um landing og avreiðing um bryggjukant í Føroyum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2026.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 1. apríl 2025
Jóhan Christiansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)