Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. juni 1985Nr. 48
Kunngerð um ásetan av dagligari sekt samb. samtíðarskattalógini
Við heimild í kap. 12 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1985 um landsskatt og kommunuskatt (samtíðarskattalógin), hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Samb. § 125, 2. og 3. stk. í samtíðarskattalógini, hevur líkningarráðið eftirlit við, at teir ávísingarskyldugu halda tær skyldur, sum lógin áleggur teimum. Hin ávísingarskyldugi hevur í hesum føri skyldu til at geva upplýsingar um, nær ávísingarskyldan byrjar og nær hon heldur uppat, at geva upplýsingar um bústaðarbroytingar, og, uttan mun til at hin ávísingarskyldugi er skyldugur at føra roknskap ella ikki, eftir áheitan at lata líkningarráðið kanna alt roknskapartilfar á staðnum, ella at senda tað inn til líkningarráðið til kanningar.
2. stk. Sambært § 120, 1. stk. í samtíðarskattalógini, hava somuleiðis øll almenn vald og stjórnir fyri pengingastovnum, feløg, tryggingarvirkir, felagsskapir, stovnar, gávufægrunnar og aðrar stovnanir, skyldu til, eftir áheitan at lata líkningarráðnum allar tær upplýsingar, ið kunnu vera til leiðbeining í starvi ráðsins.
§ 2. Ber viðkomandi seg undan at gera eftir krøvunum í § 1 í hesi reglugerð, kann landsstýrið við heimild í § 125, 4. stk., og § 126 í samtíðarskattalógini áleggja dagliga sekt.
§ 3. Landsstýrið ásetir dagligu sektina til 300 kr. at rokna frá degnum aftaná, at freistin í áheitanini er gingin út, og tá eingin avtala er gjørd um at leingja hesa. Er ikki gjørt eftir áheitan líkningarráðsins innan 14 dagar eru farnir frá at sektin varð áløgd, hækkar sektin til 500 kr. at rokna frá degnum aftaná, at 14 dagar eru farnir, síðan sektin av fyrstan tíð varð áløgd. Dagliga sektin heldur fram til umbidna tilfarið er ráðnum í hendi.
§ 4. Tá viðkomandi hevur fingið boð um, at sektin er áløgd samb. § 3, hevur hann skyldu til, fyri hvørjar 14 dagar farið er út um tann dag, tá sektin varð áløgd, at inngjalda til Føroya Gjaldstovu sektarupphæddina fyri farnu dagarnar. Er sektin ikki goldin rættstundis, verður hon kravd inn við panting samb. § 135, 3. stk., í samtíðarskattalógini.
§ 5. Tá fýra vikur eru farnar frá, at freistin gekk út at gera eftir krøvunum í § 1 í hesi kunngerð, verður farið fram eftir ásetanunum í § 125, 5. stk., í samtíðarskattalógini, har sagt verður, at landsstýrið hevur heimild at krevja, at løgreglan hjálpir skattavaldinum at fáa til vega umbidna tilfarið frá ávísingarskylduga.
§ 6. Landsstýrið heimilar við hesum Líkningarráð Føroya sum heild at nýta ásetanirnar í hesi kunngerð í teimum førum, tá ikki verður gjørt eftir reglunum í § 1.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.