Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. apríl 2021Nr. 48
Kunngerð um próvtøkur á gymnasialum miðnámi á sumri 2021
Við heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 37 frá 20. apríl 2021 um tillagingar av próvtøkum á gymnasialum miðnámi, orsakað av COVID-19 og í § 19 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar verður ásett:
§ 1. Í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar verða ásetingarnar í § 1, stk. 8 og § 18, stk. 1 og 2 settar til síðis til 1. oktober 2021.
Stk. 2. Próvtøkur, sum eru skipaðar sambært løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar og kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum, verða í 2021 skipaðar sambært skjali 1.
§ 2. Broytingarnar sambært § 1 umfata bert, hvussu nógvar próvtøkur næmingar skulu til. Broytingarnar umfata ikki galdandi reglur um fyrireikingartíð, hjálparmiðlar, próvdøming, próvtøl, kærumøguleikar o.tíl.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn frá útbúgvingarstovni góðkenna frávik frá ásetingunum í hesi kunngerð, tá ið umsóknin er grundað á óvanlig viðurskifti.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. oktober 2021.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 29. apríl 2021
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Skjal 1
Yvirlit yvir próvtøkur á gymnasialum miðnámi á sumri 2021
Gymnasialt miðnám |
Próvtøkur |
3. árs næmingar á hugbreyt, búskaparbreyt og náttúrubreyt |
Farið verður til próvtøku sambært raðfestingarlistanum, tó verða tvær tær fyrstu skrivligu próvtøkurnar á raðfestingarlistanum hjá einstaka næminginum strikaðar. Ársmet verða flutt til próvmet í hesum báðum lærugreinum.
|
3. árs næmingar á tilfeingisbreyt og tøknibreyt |
Farið verður til próvtøku sambært raðfestingarlistanum, tó verða tvær tær fyrstu skrivligu próvtøkurnar á raðfestingarlistanum hjá einstaka næminginum, sum ikki eru tøkni og tilfeingi, strikaðar. Ársmet verða flutt til próvmet í hesum báðum lærugreinum. Um næmingur bert hevur eina skrivliga próvtøku útyvir tøkni og tilfeingi, verður tøkni/tilfeingi strikað og ársmet flutt til próvmet.
|
2. árs næmingar á fyrireinkingarbreyt |
Farið verður til próvtøku sambært raðfestingarlistanum, tó verða tvær tær fyrstu skrivligu próvtøkurnar á raðfestingarlistanum hjá einstaka næminginum, strikaðar. Ársmet verða givin í staðin fyri próvmet í hesum báðum lærugreinum. |
1. og 2. árs næmingar á øllum breytum og næmingar, sum taka útbúgvingina yvir fleiri ár, og ikki eru á síðsta ári |
Farið verður til próvtøku sum vanligt. |
Næmingar, sum taka útbúgvingina yvir fleiri ár, og eru á síðsta ári |
Farið verður til próvtøku sambært raðfestingarlistanum, tó verða tvær tær fyrstu skrivligu próvtøkurnar á raðfestingarlistanum hjá einstaka næminginum strikaðar. Ársmet verða flutt til próvmet í hesum báðum lærugreinum. Um næmingur bert hevur eina skrivliga próvtøku verður hendan strikað. Ársmet verða flutt til próvmet í hesi lærugrein. Um næmingur bert hevur munnligar próvtøkur verður farið til próvtøku sum vanligt. |
Stakgreinalesandi |
Farið verður til próvtøku sum vanligt. |
Sjálvlesandi |
Farið verður til próvtøku sum vanligt. |