Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2007Nr. 49
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 12 frá 1. apríl 2004 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 86 frá 1. september 2006, verður gjørd tann broyting í § 1 stk. 1 at ”Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, Vestmanna” fer úr embæti sum landsstýrismaður í fíggjarmálum og í embætið kemur "Magni Laksáfoss, Sambandsflokkurin, Streymnes."
§ 2
Fráboðanin um at loysa úr embætinum Bárð Nielsen fekk gildi 9. mai 2007 og at seta í embæti Magna Laksáfoss fær gildi 15. mai 2007. Í millumbilinum hevur løgmaður røkt embætið.
Í Tinganesi 15. mai 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Herluf Sigvaldsson (sign.)