Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. apríl 2020Nr. 49
Kunngerð um ástøðiliga fjarundirvísing av koyrinæmingum og útsetan av fyrstahjálparskeiði í ferðsluni vegna COVID-19, sum broytt við kunngerð nr. 133 frá 27. august 2020
Við heimild í § 18, stk. 7-9 og § 19, stk. 4 í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 158 frá 13. desember 2018, verður ásett:
§ 1. Ástøðilig koyrifrálæra sbrt. § 22 í koyrikortkunngerðini, kann vera framd sum fjarundirvísing, treytað av, at koyrilærarin tryggjar sær, at koyrinæmingurin hevur lært lutmálini í frálæruætlanini í ástøði á nøktandi hátt og at meginreglan um samskipaða frálæru í ástøðiligari og verkligari koyrifrálæru verður fylgd. Koyrilærarin váttar hesi viðurskifti við undirskrift síni í lesiætlanini.
§ 2. 1) Koyrinæmingar, sum skulu til koyriroynd í tíðarskeiðnum 16. apríl til og við 31. desember 2020, har tað krevst eitt fyrstahjálparprógv í ferðsluni sbrt. § 21 a í koyrikortkunngerðini, kunnu fara til koyriroynd í hesum tíðarskeiði, uttan at hava lokið eitt fyrstahjálparprógv í ferðsluni, treytað av, at tey áðrenn 31. desember 2020 skjalprógva fyri Akstovuni, at tey hava lokið eitt fyrstahjálparprógv í ferðsluni.
Stk. 2. Koyrikort, sum verða útskrivað sbrt. stk. 1, fáa gildistíð til 31. desember 2020 og kunnu verða endurnýggjað við einum fyrstahjálparprógvi í ferðsluni.
§ 3. 1) Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer út gildi 31. desember 2020.
Stk. 2. 1) (Strikað).
Fíggjarmálaráðið, 17. apríl 2020
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)