Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 20-09-1967
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 49 frá 20. september 1967 um tilgerð og útgerð hjá akførum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 6 frá 25. februar 1985.

Eftir §§ 9 og 44 í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963, um ferðslu, hevur landsstýrið fyrisett hesar reglur um tilgerð og útgerð hjá akførum.

I. táttur

 § 1. Øll akfør skulu vera útbúgving so og hildin í slíkum standi, at tey kunnu verða nýtt uttan óneyðugan vanda ella ónáðir hjá øðrum og uttan at løsta vegirnar.

 Stk. 2. Ánarin (nýtarin) hevur ábyrgd av, at akfarið er í lógligum standi.

 Stk. 3. Ymsu tól akfarsins, serliga róður, bremsivæl, ávaringar- og báknivæl, skulu vera soleiðis útbúgvin og sett, at tey eru løtt at nýta, og at akstjórin kann nýta tey, uttan at hann av tí gevur minni gætur eftir akbreytini.

II. táttur

Motorvognar.

 § 2. Motorvognar skulu hava álítandi róður, sum teir kunnu verða stýrdir við lættliga, álítandi og skjótt.

 Stk. 2. Motorvognar skulu vera soleiðis útgjørdir, at minst 20% av loyvdu totalvekt akfarsins liggja á stýrihjólunum.

 § 3. Motorvognur skal hava økubremsu, so altíð ber til at bremsa akfarinum nóg væl, álítandi og skjótt í øllum laðviðurskiftum, og somuleiðis eina frá hesi sjálvstøðuga parkeringsbremsu, ið eisini skal kunna steðga akfarinum væl og álítandi og skal kunna halda sær í spenni.

 § 4. Motorvognur skal hava í minsta lagi tvær forlyktir við hesum ljósum:

a)    Fjarljós (økuljós) við hvítum ella gulum liti, ið lýsir á vegin nóg væl í minsta lagi 100 m fram um akfarið.

b)   Nærljós (møtiljós) við hvítum ella gulum liti, ið kann lýsa á vegin nóg væl í minsta lagi 30 m fram um akfarið uttan at blinda aðrar vegfarar. Nærljósið má ikki vera hægri uppi enn 1 m roknaðan til undirtromina á ljósopuni, og skal vera gjørt eftir aðrari av hesum skipanum:

1.    Symetriskt nærljós, sum er útgjørt soleiðis, at teir blindandi kjarnugeislarnir fara skrátt niðureftir og 10 metur burtur á sløttum vegi ikki koma hægri upp enn 10 cm undir miðjuna á lyktunum.

2.    Asymetriskt nærljós, hvar bæði lyktin og ljósperan eru av einum slag, sum er góðkent av tí motorsakkøna, og sum er soleiðis stillað, at ljósið frá hvørjari lykt sær vinstrumegin eina háreista flatu gjøgnum miðjuna á lyktini paralelt akfarsins longdarás lýkur tær fyri lyktir undir 1) nevndu treytir, tað er, at lyktirnar eru stillaðar til høgrukoyring.

c)    Støðuljós (parkeringsljós), hvít, ið skulu vera sjónsk 150 m burtur uttan at blinda aðrar vegfarar.

 Stk. 2. Tey í stk. 1 a-c nevndu ljós skulu hvørji sær sínámillum hava somu ljósmegi og í somu hædd framman hvørju megin á akfarinum vera skipað symmetriskt eftir longdarási tess. Støðuljósini skulu vera nær við útsíður akfarsins; og uttasti partur á ljósopuni má í ongum føri vera meir enn 40 cm innan fyri uttasta kant á akfarinum. Um ytsti partur á ljósopuni á tí í b) nevnda nærljósi er meir enn 40 cm innan fyri ytsta kant á akfarinum, má ikki bera til at sløkkja støðuljósið, meðan nærljósið er tendrað. Ljósini kunnu vera sett í sama lyktartilbúnað, um tey annars lúka settu fyriskipanir um hvørt einstakt ljósslagið.

 Stk. 3. Motorvognur skal hava í minsta lagi tvær baklyktir við reyðum ljósi, ið sæst í minst lagi 150 m aftureftir uttan at blinda. Tær skulu vera skipaðar tvær og tvær í somu hædd aftanfyri hvørjumegin á akfarinum, symmetriskt eftir longarási tess, nær við útsíðu akfarsins, og ytsti partur á ljósopuni má í ongum føri vera meir enn 40 cm fyri innan ytsta kant akfarsins. Harafturat skulu tær vera skipaðar so, at hvør lyktin sæst 30° til viks frá ási, ið gongur tvørtur ígjøgnum lyktina og eru javnfjarar miðási vognsins, og 15° upp- og niðurfrá vatnrættum ási gjøgnum lyktina. Hæddin má ikki vera minni enn 40 cm og ikki meir enn 155 cm yvir vegbreytini. Verða nýttar fleiri enn tvær baklyktir, skulu tær tvær og tvær vera skipaðar symmetriskt, kortini kann einstøk baklykt vera mitt fyri á akfarinum aftan. Tær mugu ikki blinda, men annars galda reglurnar frammanfyri einans fyri eina baklyktaparið.

 Stk. 4. Motorvognur skal hava ljóstilbúnað, ið týðuliga kann lýsa á aftasta nummarspjaldur við hvítum ljósi, so at nummarspjaldrið er lesandi í minsta lagi 20 m aftanífrá.

 Stk. 5. Baklyktirnar og spjaldraljósið má ikki bera til at sløkkja, meðan hinar lyktir vognsins eru tendraðar, og mugu ikki vera skipað so, at aftasta nummarspjaldur verður hult.

 Stk. 6. Motorvognur skal fyri aftan hava í minsta lagi tvey reyð refleksvæl, ið lúka krøvini í X. tátti. Refleksvælini skulu vera skipað sum fyrisett er í stk. 3 um baklyktir, kortini ikki meir enn 120 cm yvir vegbreytini. Tey mugu ikki vera tríkantað.

 Stk. 7. Baklykt og spjaldraljós kunnu vera sett í sama lyktartilbúnað, um tær annars lúka fyriskipanirnar, ið settar eru fyri hvørt lyktaslagið. Refleksvælini kunnu somuleiðis vera samanbygd teim reyðu baklyktunum, um tey lúka fyriskipanirnar í 6. stk., smbr. X. tátt.

 Stk. 8. Til nýtslu, tá ið koyrt verður aftureftir á vegi, ið liggur myrkur, skulu verða nýttar ein ella tvær lyktir, ið venda aftureftir og hava hvítt ella gult ljós. Lyktirnar mugu ikki vera skyggjandi og skulu hava serstakan avbrótara og somuleiðis tilbúnað, ið ger, at einans ber til at nýta lyktirnar, tá ið bakkgear akfarsins er íkoplað, ella við einum signaltóli á ella við instrumentbrettið, sum virkar, tá baklyktirnar lýsa.

 Stk. 9. Ljóstilbúningurin skal vera útbúgvin so, at lyktirnar kunnu havast lýsandi, hóast motorurin gongur ella ikki.

 Stk. 10. Á bussi í fastari rutu kann verða nýtt frameftirvendandi fráljós í øðrum liti enn reyðum. Á hýruvogni kann verða nýtt nummarlykt og leysvognalykt, somuleiðis í øðrum liti enn reyðum.

 § 5. Motorvognur skal hava dugandi tól at geva ljóðsignal við týðuligum og støðugum tóna. Annað ávaringartól, eitt nú lúður, fráblásturtekin o.tl. má ikki vera á motorvogni.

 § 6. Motorvognur skal hava báknar.

 Stk. 2. Báknarnir skulu vera útbúnir eftir aðrari av hesum skipanum:

A.   Bákniveingir. Teir skulu vera settir ein hvørju megin á akfarinum út fyri ella framman fyri akstjóraplássið og hava snið av veingi ella ørvi, ið kann verða útsligin. Teir skulu vera í minsta lagi 90 cm yvir vegbreytini, so at teir útslignir síggjast framman og aftanífrá frá einum stað, ið er javnlagt frá miðflatu vognsins og vonginum, og javnhøgt honum, so at í minsta lagi 10 cm síggjast av honum. Veingirnir skulu útslignir vera sjálvlýsandi í reyðum ella reyðgulum liti, men mugu ikki glampa. Eru teir settir á armar, ið skara út úr yvirbyggingini, mugu armarnir ikki vera málaðir í reyðum ella reyðgulum liti.

B.   Bákniglampaljós.

1.    Tey skulu vera glampandi ljós, sett framman og aftanfyri á vogninum á báðum síðum. Um fremru glampaljósini ikki síggjast aftanífrá, skulu umframt vera glampaljós hvørjumegin akfarið út fyri ella framman fyri akstjóraplássið, so at tey aftanífrá eru sjónsk uttan fyri yvirbygging ella last. Eru síðuglampaljósini sett á armar, ið skara út úr yvirbyggingini, mugu teir ikki vera málaðir í reyðum ella reyðgulum liti.

2.    Fremstu og aftastu glampaljós skulu mitt fyri ávikavist framenda og afturenda vognsins 1 m uppi síggjast 2 m frá vogninum. Fráleikin frá glampaljósinum til ytsta kant akfarsins má ikki vera meir enn 40 cm.

3.    Glampaljósini skulu vera sjónsk eisini í sól, men mugu ikki vera blindandi. Víddin á fremstu og aftastu glampaljósum skal vera í minsta lagi 12 cm2.

4.    Glampaljósini skulu frameftir sýna hvítt, gult ella reyðgult ljós og aftureftir reytt ella reyðgult.

5.    Síðuglampaljósini skulu tendrast við somu kontakt, sum fremstu og aftastu glampaljósini og virka samtíðis sum tey.

6.    Títtføri glampaljósins skal vera í minsta lagi 60 og í mesta lagi 120 um minuttin, og ljós- og myrkabil skulu vera um leið eins long.

7.    Fremstu glampaljósini kunnu verða tilbúgvin í støðulyktunum, um tær ikki eru sambygdar við aðrar forlyktir, og tey aftastu í steðg- ella baklyktunum. Wattnýtslan til hvørt glampaljósið skal so vera í minsta lagi 4 ferðir so stór sum wattnýtslan til ávikavist støðulyktina og baklyktina. Er glampaljósið í sambandi við steðgljósið, má nýtsla tess ikki seta glampaljósið úr virki.

 Stk. 3. Eru báknaveingir settir so, at teir síggjast ikki beinleiðis frá akstjóraplássinum, ella verður nýtt bákniglampaljós, skal motorvognurin hava ansaljós ella ljóðtekin, ið skal síggjast ella hoyrast frá akstjóraplássinum og fara at virka samtíðis sum báknarin.

 Stk. 4. Í staðin fyri síðuglampaljós er loyvt at nýta bákniveingir í sambandi við glampaljós framman og aftan á motorvogninum. Veingirnir skulu tendrast við somu kontakt, sum glampaljósini og virka samtíðis sum tey, men mugu ikki glampa.

 § 7. Motorvognur skal hava í minsta lagi eina steðglykt, ið lýsir reytt ella reyðgult aftureftir og tendrast alt fyri eitt, tá ið bremsan verður nýtt. Steðglyktin skal vera soleiðis sett, at hon sæst 30° til hvørja síðuna á ási gjøgnum lyktina, javnfjarum miðási vognsins, og 15° upp- og niður frá ási flatvegin gjøgnum lyktina. Hæddin má ikki vera minni enn 40 cm yvir vegbreytini og ikki meira enn 155 cm. Steðgljósið skal vera sterkari enn ljósið úr baklyktunum og skal vera sjónskt eisini í sól uttan at vera blindandi. Verða tvær ella fleiri steðglyktir nýttar, skulu tær tvær og tvær vera skipaðar symmetriskt, kortini kann einstøk steðglykt vera mitt fyri á afturenda akfarsins. 2. og 3. málsgrein galda bert fyri eittans steðglyktapar.

 Stk. 2. Verður sama lyktin nýtt sum baklykt og steðglykt, skal lyktin annaðhvørt hava tveir ljósgevarar, ið eru hildnir hvør sær av ljóstøttum veggi, ella vera so útbúgvin, at wattnýtsla steðgljósins er 4 ferðir so stór sum wattnýtslan í baklyktini.

 § 8. Motorvognur skal vera so útbúgvin, at akstjórin hevur nóg mikið útsýni frameftir og til viks. Stólpar og sprotar framman og til viks fyri akstjóranum skulu vera høviliga smalir.

 Stk. 2. Vindskjólið skal vera úr sterkum og lýtaleysum tilfari, so at lutir, ið síggjast ígjøgnum tað, verða ikki avskeplaðir. Um tað brotnar, mugu ikki kunna koma hvøss og vandamikil petti av tí.

 Stk. 3. Er akstjóraplássið skýlt við síðurnar, skulu tær hava gjøgnumsjónligan, kláran rút av glasi, træningi ella tl. við tílíkari stødd og settan á slíkan hátt, at akstjórin hevur nóg gott útsýni til viks.

 Stk. 4. Vindskjólið skal hava vindskjólstrúkar, ið virka nóg víða bæði vinstru og høgru megin á vindskjólinum og eru sjálvvirkandi. í

 Stk. 5. Motorvognur skal hava í minsta lagi ein økuspegil, nóg stóran og so skipaðan, at akstjórin úr sessi sínum sær vegin fyri aftan akfarið, og ein síðuspegil í vinstru síðu uttanfyri yvirbyggingina. Á last- og vøruvogni og persónmotorvogni útbúnum til meir enn 9 fólk skal vera 1 spegil hvørju megin uttan fyri stýrihúsið.

 Stk. 6.1) Lokaður vøruvognur skal í millum førarasessin og vørukassan hava verju millum loft og gólv. Verjan skal vera væl og virðiliga fest og ivaleysa haldgóð fyri at hindra farmi í at glíða fram á føraran

 § 9. Motorvognur skal hava verjur el. tl., ið verjir onnur vegfarandi móti slettum frá koyringini. Henda fyriskipan geldur ikki slíkar lastmotorvognar, ið eru soleiðis konstrueraðir og verða soleiðis nýttir, at tað veldur stórvegis trupulleikar at seta slettverju á.

 § 10. Motorvognur, við eginvekt yvir 400 kg skal vera so útbúgvin, at hann frá akstjóraplássinum fæst at koyra aftureftir og kann verða stýrdur haðani, meðan so verður koyrt.

 § 11. Motorurin skal vera so útbúgvin, at ikki óneyðugur roykur kemur frá honum; hann skal harafturat hava tilbúnað, ið steðgar óneyðugum gangi.

 § 12. Hitatól í motorvogni má ikki vera so útbúgvið, at koloxyd kann koma út innan í yvirbyggingini. Pípuleiðingar og hitaflatar á hitatilbúninginum mugu ikki fáast heitari enn 100° Celsius, og teir partar hitatilbúningsins, ið kunnu verða heitari enn 70° Celsius, skulu vera vardir móti, at nakar nertur við teir.

 Stk. 2. Hitaluftin má ikki verða hitað við fráblásturgassi motorsins, og pípur við fráblásturgassi mugu ikki vera ígjøgnum yvirbyggingina innan.

 § 13. Motorvognur má ikki hava kølaramynd, hjálmskreyt ella lyktverju við hvøssum kanti, ið vegna snið ella skipanarhátt ella  vegna tilfarið, tey eru úr, kunnu vera vandamikil, um rent verður á.

 Stk. 2. Hurðalás, hongsl o. tl. á síðunum á motorvogni skulu vera gjørd so, at tey eru ikki øðrum vegfarandi at vanda.

 Stk. 3. Flaggstengur, verjuvísar o. tl. kunnu einans vera sett á ella við útkantin á framverjunum og skulu hava hóskandi knøtt.

 Stk. 4. Motorvognur má ikki hava reklamumyndir, sum standa frítt fyri ella rørast.

 § 14. Motorvognur skal hava hjólklæðing samsvarandi fyrisetingunum í VII tátti.

 § 14a.2) Persónbilar til í mesta lagi 9 persónar og vøru- og lastvognar, hvørs loyvda totalvekt ikki er yvir 3.500 kg, skulu verða útgjørdir við trygdarselum til hvørt sitipláss. Selarnir skulu vera DS-, E- ella e-merktir trípunktsselar. Har tað er trupult ella ógjørligt at festa tílíkar selar, kunnu hesir vera mjadnarselar. Festini til trygdarselarnar skulu í styrki samsvara við eginleikarnar hjá trygdarselunum.

 § 15. Verksmiðjunavn ella vørumerki skal vera mótað týðuliga og á lættliga atkomandi stað á motorvogni; og floksmerki og nummar skal vera mótað í botngrindina ella í hina sjálvberandi yvirbyggingina og somuleiðis á motorin hansara nummar. At merkja á leyst áskrúvað ella klinkað skelt er ikki nóg mikið. At broyta hesi so mótaðu merki er bannað, og einans verksmiður ella almennur myndugleiki kann seta tey á.

 § 16. Botngrind við ongari yvirbygging í sjálvflutningi og somuleiðis nýggjur motorvognur, ið fluttur verður av skipi ella breyt til handilshølir ella øvugt, sleppa frá hesum fyriskipanum:

§ 4, stk. 1, c, viðvíkjandi mesta fráleika hjá støðuljósinum frá ytsta kanti.

§ 4, stk. 3, um baklyktir, kortini skulu tey hava í minsta lagi eina baklykt í vinstru síðu akfarsins.

§ 4, stk. 6, um refleksvæl.

§ 4, stk. 8, um baklyktir.

§ 6, um báknarar, kortini einans um akstjórin er soleiðis fyri, at hann nóg týðuliga fær báknað sneiðing ella steðg, ella nýtt verða onnur nýtilig báknitól.

§ 7, viðvíkjandi krøvunum um útbúnað av steðglyktunum.

§ 8, 4. og 5. petti um vindskjólstrúk og økuspegil,

§ 9, um verjur og

§ 13, um kølaramyndir o. a.

III. táttur

Motorcyklur

 § 17. Motorcykla skal hava róður, tvær bremsur, í minsta lagi eina forlykt til fjarljós (økuljós), nærljós (møtiljós) og støðuljós (parkeringsljós), í minsta lagi eina baklykt, spjaldraljós, í minsta lagi eitt reytt refleksvæl, ljóðsignalvæl og verjur, alt samsvarandi krøvunum í §§ 2, 3, 4, 5 og 9, kortini nýtist á tvíhjólamotorcyklu eingin bremsa cyklunnar at kunna halda sær í spenni á tvíhjólamotorcyklu, sum sjálv í vanligari verksmiðjugreiðslu vigar minni enn 120 kg, og ikki hevur síðuvogn; og er óneyðugt at fáa hildið lyktunum lýsandi, meðan motorurin er steðgaður.

 Stk. 2. Motorcykla skal hava steðglykt. Motorcyklusteðglykt skal lúka treytirnar í § 7.

 Stk. 3. Hevur motorcykla vindskjól, skal tað lúka krøvini í § 8, stk. 1, 2 og 3, og er vindskjólið so høgt, at akstjórin sær ikki yvir tí vegbreytina frá 10 m framman fyri motorcykluna og frameftir, skal vindskjólstrúkur vera samsvarandi § 8, stk. 4.

 Stk. 4. Fyrisetingar í §§ 11, 13 og 15 verða á líkan hátt nýttar um motorcyklu og hjólklæðing hennara skal lúka krøvini í VII tátti.

 Stk. 5. á tvíhjólmotorcyklu mugu eingir báknarar vera, hvørt hon so hevur síðuvogn ella ikki.

 § 18. Um tríhjólamotorcyklu geldur harafturat, at hon skal hava 2 støðuljós (parkeringsljós), 2 baklyktir og 2 refleksvæl, alt útbúgvið og skipað sum motorvognum er fyriskipað, sbr. § 4, stk. 1, c, stk. 2, stk. 3 og stk. 6. Støðuljósið (parkeringsljósið) má ikki fáast sløkt, meðan nøkurur forlyktin lýsir, uttan so at akfarið hevur forlyktir, ið lúka fyriskipanirnar í § 4, stk. 2, 2. pkt.

 Stk. 2. Er lastin ella vørukassin aftan fyri akstjóran, ella hevur motorcyklan stýrihús, skal hon hava leiðvísara, steðglykt og økuspegil eins og fyriskipað er motorvognum, smbr. §§ 6, 7 og 8, stk. 5, 1. pkt.

 § 19. Fyrisetingarnar í § 16 um koyring við ongari yvirbygging og koyring millum skip (breyt) og handilsstað verða á líkan hátt nýttar um motorcyklu.

IV. táttur

Traktorar

 § 20. Traktorur skal hava róður, í minsta lagi eina bremsu, ljóðsignalvæl og tilbúnað til bakking alt samsvarandi krøvunum í §§ 2, 3, 5 og 10, og somuleiðis álítandi íkoplingstól. Harafturat verða reglurnar í §§ 1 og 15 um tilgerð á motori og merki á botngrind og motori nýttar samsvarandi; og hjólklæðingin skal lúak krøvini á VII. tátti.

 Stk. 2. Traktorur skal hava:

a)    Í minsta lagi tvær forlyktir við hvítum ella gulum javnsterkum ljósi, og tær skulu kunna lýsa nóg væl á vegin 30 m fram um traktorin. Kunnu lyktirnar blinda, skulu tær vera so gjørdar, at glæman skjótt kann verða niðurbend samsvarandi krøvunum í § 4, stk. 1. b.

b)    Tvey støðuljós (parkeringsljós) við hvítum liti, ið skulu vera væl sjónsk 150 m burtur uttan at blinda aðrar vegfarar.

 Forlyktirnar skulu annars lúka krøvini um skipan og tilgerð í § 4, stk. 2 og 9, kortini kunnu støðuljósini vera skipað meir enn 40 cm innan fyri ytsta kant akfarsins.

 Stk. 3. Traktorur skal hava tvær baklyktir, tvey refleksvæl, og – um traktorurin er skrásettur – spjaldraljós, alt samsvarandi krøvunum í § 4, stk. 3, 4, 5, 6, 7 og 9. Baklyktir og refleksvæl kunnu kortini vera skipað upp í 60 cm innan fyri ytsta kant akfarsins.

 Stk. 4. Hevur traktorur vindskjól, ella er akstjóraplássið skýlt við síðurnar, verða fyrisetingarnar í § 8, stk. 1-4, nýttar samsvarandi. Vindskjólstrúkur skal kortini ikki vera sjálvvirkandi. Hevur traktorurin stýrihús, skal hann eisini hava leiðvísarar, uttan so at stýrihúsið er útbúgvið við tílíkum opum í síðunum, at akstjórin ótarnaður fær givið nóg týðuligt bákn við arminum. Hann skal harumframt hava økuspegil og steðglykt, uttan so at stýrihúsið hevur onga baksíðu. Leiðvísarar, steðglykt og økuspegil skulu lúka treytirnar í §§ 6, 7 og 8, stk. 5, 1. pkt.

 § 21. Traktorur, ið bert nýtir vegirnar til ta í § 12, stk. 1 og 2, í ferðslulógini umrøddu koyring kann kortini fremja hana uttan at hava ljóðsignalvæl og hjólklæðing sum fyriskipað er í § 20, stk. 1. Traktorurin skal hava fyriskipaðu refleksvæl; meðan lyktafyriskipanirnar í § 20, stk. 2 og 3, harafturímóti til tílíkar traktor bert galda í lyktatendringartíðini og soleiðis, at nóg mikið er at nýta eina baklykt í vinstru síðu á traktorinum; heldur ikki krevst baklykt til slíka koyring, tá ið traktorurin dregur viðfestan vogn ella viðfest amboð, ið hevur baklykt.

 Stk. 2. Traktorur við hjólringum úr málmi skal, um teir eru óslættir uttan, meðan koyrt verður eftir vegi, hava nóg breið hjólbond at verja vegin. Hevur traktorurin drívbelti, rullur el. tl., skulu teir lutir á drívtilbúnaðinum, ið bera tyngdina á traktorinum og liggja móti vegbreytini, vera klæddir við gyrðnum tilfari, so at eingir málmlutir nerta vegbreytina.

V. táttur

Motoramboð

 § 22. Motoramboð skal vera so útbúgvið og laðið, at førarin sær vegbreytina í fjarstøðu ikki meir enn 10 m frá førarasessinum. Tað skal hava róður, ið lýkur krøvini í § 2, og skal vera so útbúgvið, at motoramboðið nóg skjótt fæst at steðga og fæst at standa í brekku, um enn førarin fer frá tí.

 Stk. 2. Motoramboð, ið gangandi koyra, skal vera so útbúgvið, at tað steðgar av sær sjálvum, tá ið førarin sleppur takinum.

 Stk. 3. Motoramboð skal fyri aftan hava refleksvæl, sum fyriskipað er í § 4, stk. 6. Tey kunnu kortini vera upp í 60 cm innan fyri ytsta kant akfarsins. Tá ið koyrt verður í lyktatendringartíðini, skal motoramboðið eisini hava forlyktir og baklyktir, sum traktorum er fyriskipað, sbr. § 20, stk. 2 og 3. Á vegtrumlu o. tl. og somuleiðis á motoramboði, ið gangandi koyra, er kortini nóg mikið at hava eina bjarta lykt við hvítum ella gulum ljósi fyri framman í vinstru síðu og eina reyða baklykt fyri aftan í vinstru síðu; lyktirnar skulu síggjast í minsta lagi 150 m burtur og mugu ikki vera blindandi. Forðar tilgerð ella lað akfarsins føraranum at bákna nóg greidliga um sneiðing, skal akfarið hava leiðvísarar, steðglykt og økuspegil, ið lúka krøvini í §§ 6, 7 og 8, stk. 5, 1. pkt. Útumskarandi lutir sum heysubjálkar o. tl. skulu vera høviliga merktir, og í lyktatendringartíðini skulu lyktir verða nýttar til tess.

 Stk. 4. Reglurnar í § 21, stk. 2, um traktorar við hjólringum o.ø. úr málmi verða nýttar samsvarandi; kortini galda reglurnar í seinasta punktum ikki trumlur við sløttum rullum.

VI. táttur

Viðfestir vognar o. a.

A. Viðfestir vognar o.a. til motorvognar

 § 23. Bert ein viðfestur vognur ella ein leguvognur kann verða nýttur. Aftan á leguvogni má viðfestur vognur ikki verða nýttur.

 Stk. 2. Loyvda totalvekt hjá viðfestum vogni ella alt ástrýstið hjá leguvogni má ikki uttan við serloyvi fara upp um 11/2 ferð totalvekt á motorvogninum, ið dregur; viðvíkjandi viðfestum vogni ella persónmotorvogni má tyngdin kortini ikki uttan við serloyvi fara upp um tað, akfarið, ið dregur, sjálvt vigar. Av loyvdu totalvekt á øllum vognaraðnum skulu í minsta lagi 20% liggja á drívhjólum motorvognsins.

 Stk. 3. Viðfestur vognur og leguvognur skulu vera fjaðrabornir.

 Stk. 4. Mesta breidd á viðfestum vogni ella leguvogni má ikki vera meir enn mesta breidd á motorvogninum, ið dregur.

 § 24. Viðfestur vognur og leguvognur skulu hava álítandi koplingaramboð, útbúgvin so, at strekkið millum hjólini á motorvogninum og viðfesta vogninum (leguvogninum) – mátað eftir beinvísari koyring – er óbroytt, burtursæð frá fjaðring o. tl., og so, at hjólini á viðfesta vogninum (leguvogninum), tá ið sneitt verður, ganga hjólsporum motorvognsins so nær sum til ber. Íkoplingin á viðfesta vogninum skal, alt tað ber til, vera annaðhvørt ein stívur stongbindil ella tríhyrningsbindil, ið loyvir frítt at rørast til síðis og upp og niður, og er tryggjaður á slíkan hátt, at viðfesti vognurin fær ikki rivið seg leysan, meðan koyrt verður.

 § 25. Viðfestur vognur og leguvognur skulu hava í minsta lagi eina nóg væl virkandi bremsu. Er loyvda totalvekt viðfesta vognsins 500 kg ella minni, er kortini einans neyðugt at hava bremsu, um loyvda totalvekt viðfesta vognsins er meir enn helvtina av tí, ið dragandi akfarið sjálvt vigar.

 Stk. 2. Bremsa skal kunna halda sær í spenni, eisini tá ið viðfesti vognurin (leguvognurin) er úrkoplaður.

 Stk. 3. Bremsan skal vera so tilgjørd, at hon av sær sjálvum kemur í spenni, um sambandið við hitt dragandi akfarið verður brotið, meðan koyrt verður. Hetta geldur kortini ikki tvíhjólaðar viðfestar býlisvognar ella lættar viðfestar viðførisvognar við loyvdari totalvekt, ið ikki er meir enn 500 kg, tá ið teir umframt høvuðsbindilin eisini hava annan bindil, ið kann vera keta ella veirur.

 Stk. 4. Á viðfestum vogni, ið nýttur verður til fólkaflutnings ella hevur loyvda totalvekt meir enn 2.500 kg, og á leguvogni skal bremsan fáast at virka frá bremsuni á akfarinum, ið dregur. Á øðrum viðfestum vogni kann sjálvvirkandi bremsa (atkomubremsa) verða nýtt.

 § 26. Viðfestur vognur og leguvognur skulu fyri aftan hava baklykt, spjaldraljós og steðglykt, ið lúka krøvini í § 4, stk. 4, 5 og 7 og § 7.

 Stk. 2. Viðfestur vognur og leguvognur skulu fyri aftan hava tvey reyð refleksvæl av góðkendum slag, tríkantað við oddi uppeftir, lúkandi krøvini í X. tátti, og skipað sum baklyktum er fyriskipað, kortini ikki meir enn 75 cm yvir vegnum. Síður tríkantsins skulu vera í minsta lagi 15 cm langar.

 Stk. 3. Viðfestur vognur og leguvognur til motorvogn, ið ikki hevur leiðvísaraveingir, skulu fyri aftan hava glampaljós, ið lúka krøvini í § 6.

 Stk. 4. Úrkoplaður viðfestur vognur ella leguvognur skal, tá ið hann í lyktatendringartíðini er steðgaður ella parkeraður á akbreyt, ið ikki liggur í nóg góðum ljósi, umframt reytt ljós aftureftir vera merktur við tveimum hvítum ljósum frameftir. Tey skulu lúka krøvini í § 4, stk. 1, c, og stk. 2, 1. og 2. pkt.

 § 27. Lastmotorvognur við viðfestum vogni ella leguvogni, kranvognar og onnur motorakfør, sum javnan verða nýtt at draga annað akfar, skal á høgra forkanti hava ávaringarmerki, sum sæð skrátt aftanífrá týðuliga vísir, at motorvognurin dregur viðfestan vogn ella leguvogn, ella dregur annað akfar.

 Stk. 2. Ávaringarmerkið skal vera eitt steyrrætt avlangt skelti, sum á motorvognum, við loyvdari totalvekt yvir 3.500 kg, skal vera í minsta lagi 40 cm høgt og 10 cm breitt og á øðrum motorvognum í minsta lagi 25 cm høgt og 6 cm breitt. Á skeltinum skal standa _DREGUR“ við týðuligum bókstavum, settir undir hvørjum øðrum á hvítum botni. Tað skal hava eina smala rond við sama liti sum bókstavirnir.

 Stk. 3. Ávaringarmerkið skal takast burtur, tyrvast ella vendast soleiðis, at teksturin vendir inn móti vognsíðuni, tá ið viðfesti vognurin ella leguvognurin ikki verður havdur við.

 § 28. Fyriskipanirnar í §§ 9, 13 og 15 um verjur, hongsl o. tl. og reklamumyndir og frámerki á líkan hátt nýttar um viðfestan vogn og leguvogn, og hjólklæðingin skal lúka krøvini í VII. tátti.

B. Síðuvognar hjá motorcyklum

 § 29. Síðuvognur skal vera festur høgrumegin motorcykluna.

 Stk. 2. Síðuvognur skal hava:

a)    Lykt, ið lýsir hvítt frameftir og er sett so nær ytsta kanti síðuvognsins, sum til ber.

b)    Baklykt, ið lýsir reytt aftureftir og er sett so nær ytsta kanti síðuvognsins, sum til ber.

c)    Góðkent reytt refleksvæl, ið lýkur krøvini í X. tátti, men ikki má vera tríkantað, og skal vera fest fyri aftan so nær ytsta kanti síðuvognsins, sum til ber. Baklykt og refleksvæl kunnu vera sett í sama lyktartilbúnað, um tey annars hvørt sær lúka fyriskipanir sínar.

 Stk. 3. Lyktirnar skulu vera væl sjónskar 150 m burtur uttan at vera blindandi og mugu ikki fáast sløktar, meðan nøkur lykt á motorcykluni lýsir.

 Stk. 4. Fyriskipanirnar í §§ 9, 13 og 15 um verjur, hongsl o. tl. og reklamumyndir og frámerki verða á líkan hátt nýttar um síðuvogn, og hjólklæðingin skal lúka krøvini í VII. tátti.

C. Vognar viðfestir traktorum o. a.

 § 30. Um viðfestan vogn hjá traktori, ið nýttur verður til aðra koyring enn umrøtt er í § 12 í ferðslulógini, geldur hetta:

1.    Í mesta lagi ein viðfestur vognur kann verða nýttur.

2.    Traktorur og viðfestur vognur skulu vera so tilgjørdir, at í minsta lagi 20% av loyvdu totalvekt vognraðsins liggur á drívhjólunum.

3.    Í minsta lagi 50% av loyvdu totalvekt vognraðsins skal liggja á hjólunum, ið bremsað verða.

4.    Koplingaramboðini skulu vera útbúgvin sum fyriskipað í § 24.

5.    Hevur viðfesti vognurin bremsur, skulu tær kunna virka av sær sjálvum meðan koyrt verður, ella skal akstjórin kunna nýta tær, uttan av tí at verða nervaður í at geva gætur eftir akbreytini, og tær skulu vera so útbúnar, at til ber at bremsa nóg væl og skjótt og so at tær fáast at halda sær í spenni, meðan vognurin stendur í brekku. Slíkur munur skal vera á tyngd traktorsins og tyngd viðfesta vognsins, at traktorurin kann fáa møguligu atkomubremsur viðfesta vognsins at virka nóg væl.

6.    Viðfestur vognur skal aftan hava tríkantað reyð refleksvæl samsvarandi krøvunum í § 26, stk. 2, og útgjørdur við baklyktum, spjaldraljósum og steðglyktum, ið lúka krøvini í § 4, stk. 3, 4, 5 og 7 og í § 7. Vognur viðfestur traktori, ið sambært § 20, stk. 4, skal hava leiðvísarar, skal hava leiðvísaraglampuljós, ið lúka krøvini í § 6. Hetta geldur kortini ikki, um traktorurin hevur leiðvísaraveingir, uttan so at viðfesti vognurin er breiðari enn traktorurin. Er viðfesti vognurin konstrueraður so, at akstjórin sæst ikki aftanífrá, skal hann hava leiðvísara glampaljós, um enn traktorurin ikki nýtist at hava leiðvísarar.

7.    Úrkoplaður viðfestur vognur skal, tá ið hann í lyktatendringstíð er steðgaður ella parkeraður á akbreyt, ið ikki liggur í nóg góðum ljósi, umframt við reyðum ljósi aftureftir vera merktur við tveimum hvítum ljósum frameftir. Tey skulu lúka krøvini í § 4, stk. 1, c, og stk. 2, 1. og 2. pkt.

8.    Fyriskipanirnar í §§ 9, 13 og 15 um verjur, hongsl o. tl. og reklamumyndir og frámerki verða á líkan hátt nýttar. Sama geldur fyriskipanirnar um hjólklæðing í VII. tátti.

 § 31. Viðfestur vognur, ið einans verður drigin av teimum í § 12 í ferðslulógini umrøddu traktorum, kann verða nýttur til tess, uttan mun til um hann ikki er útbúgvin ella verður nýttur samsvarandi § 30, um í minsta lagi hesi krøv verða lokin:

1.    Í mesta lagi ein viðfestur vognur kann verða nýttur.

2.    Viðfestir vognar og traktorar skulu vera so útbúnir og ladnir, at traktorurin eina og hvørja tíð lættliga dregur vognaraðið, so at drívhjólini fáa ikki malið uttan at vognaraðið verður flutt við.

3.    Hevur viðfesti vognurin ongar bremsur, má samanlagda veruliga totalvekt hansara ikki vera meir enn 3 ferðir veruligu totalvekt traktorsins. Er veruliga totalvekt viðfesta vognsins meir enn totalvekt traktorsins, má ikki verða koyrt skjótari enn 10 km um tíman. Viðvíkjandi viðfestum vogni á tveimum hjólum verður tann parturin av tyngd hansara, ið liggur á traktorinum, í hesum sambandi roknaður upp í tyngd traktorsins.

4.    Viðfesti vognurin skal vera koplaður í traktorin á álítandi hátt og so, at hjól hansara, tá ið sneitt verður, ganga so nær hjólsporum traktorsins, sum til ber, og ikki sløðra. Koplingin skal, alt tað ber til, vera annaðhvørt ein stívur stongbindil ella tríhyrningsbindil, ið loyvir frítt at rørast til síðis og upp og niður, og er tryggjaður á slíkan hátt, at viðfesti vognurin fær ikki rivið seg leysan, meðan koyrt verður.

5.    Hevur viðfesti vognurin bremsur, skulu tær kunna virka av sær sjálvum, meðan koyrt verður, ella akstjórin kunna nýta tær, uttan at gætur hans verða viltar frá akbreytini, og tær skulu vera so útbúnar, at til ber at bremsa nóg væl og skjótt, og so at tær fáa hildið sær í spenni, meðan vognurin stendur í brekku. Tílíkt lutfall skal vera millum tyngdina á traktorinum og á viðfesta vogninum, at traktorurin kann fáa møguligu atkomubremsur teirra at virka nóg væl.

6.    Viðfesti vognurin skal, meðan koyrt verður í lyktatendringstíðini, hava tríkantað reyð refleksvæl, sum fyrisett er í § 26, stk. 2, og somuleiðis fyri aftan í vinstru síðu baklykt við reyðum ljósi, ið sæst í minsta lagi 150 m aftanífrá og ikki er blindandi.

7.    Úrkoplaður viðfestur vognur skal, tá ið hann í lyktatendringstíðini er steðgaður ella parkeraður á akbreyt, ið ikki liggur í nóg góðum ljósi, umframt við reyðum ljósi aftureftir vera merktur við tveimum hvítum ljósum frameftir. Tey skulu lúka krøvini í § 4, stk. 1, c og stk. 2, 1. og 2. pkt.

 § 32. Viðfestur vognur, drigin av motoramboði, kann einans verða nýttur til flutnings av vanligum arbeiðstilhoyrandi og tilhoyri motoramboðsins.

 Stk. 2. Bert ein viðfestur vognur ella eitt viðfest amboð kann verða koplað upp í motoramboð.

 Stk. 3. Hevur viðfesti vognurin (viðfesta amboðið) ikki nóg dugandi bremsu, ið nýtt kann verða, meðan koyrt verður (møguliga sjálvvirkandi bremsu), má veruliga totalvekt hansara ikki fara upp um 2 ferðir veruligu totalvekt dragandi motoramboðsins.

 Stk. 4. Viðfesti vognurin (viðfesta amboðið) og motoramboðið skulu vera so útbúgvin og laðin, at motoramboðið eina og hvørja tíð lættliga fær drigið vognraðið, so at drívhjólini fáa ikki malið uttan at flyta vognraðið við sær.

 Stk. 5. Viðfestur vognur (viðfesta amboðið) skal vera álítandi koplaður upp í motoraktólið og so, at hjólini á honum, tá ið sneitt verður, ganga hjólsporum motoramboðsins so nær sum til ber og ikki sløðra. Koplingin skal annaðhvørt vera stívur stongbindil ella tríhyrningsbindil, ið loyvir frítt at rørast til síðis og upp og niður, og er tryggjaður á slíkan hátt, at viðfesti vognurin fær ikki rivið seg leysan, meðan koyrt verður. Fjarstøðin millum akførini má ikki fara upp um 2 m.

 Stk. 6. Viðfesti vognurin (viðfesta amboðið) skal í lyktatendringartíðini fyri aftan hava tvey reyð refleksvæl av góðkendum slag, tríkantað við einum oddi uppeftir. Síðurnar á tríkantinum skulu vera í minsta lagi 15 cm langar, um ikki stødd viðfesta vognsins (viðfesta amboðsins) veldur ov miklan tvørleika at skipa so stór refleksvæl har. Umframt skulu í lyktatendringstíðini vera í minsta lagi tvær baklyktir við reyðum ljósi, ið sæst í minsta lagi 150 m aftureftir uttan at blinda. Refleksvæl og baklyktir skulu vera skipað javnhøgt í hvørji síðu akfarsins, symmetriskt í mun til longdarás tess, nær við útsíðu akfarsins, og ytsti partur á ljósopuni má, alt tað ber til, ikki vera meir enn 40 cm innan fyri ytsta kant akfarsins. Hæddin má ikki vera minni enn 40 cm og ikki meir enn 155 cm, hjá refleksvælum kortini ikki meir enn 75 cm yvir vegbreytini.

 Stk. 7. Er viðfesti vognurin hvørju megin meir enn 10 cm breiðari enn motoramboðið, skal í lyktatendringstíðini eisini tann síðan, ið vendir inn ímóti miðjuni á vegnum, vera merkt við ávísingarlykt, ið vendir frameftir og hevur hvítt ljós, ið ikki má vera blindandi og skal vera skipað í minsta lagi 1 metur yvir vegbreytini.

D. Viðfest amboð

 § 33. Viðfest amboð skal annaðhvørt verða drigið av traktori ella motoramboði ella av motorvogni, ið skrásettur er at koyra við viðfestum vogni ella góðkendur at koyra við viðfestum amboði. Koyrt kann bert verða við eittans viðfestum amboði og ikki samtíðis við viðfestum vogni ella leguvogni.

 Stk. 2. Hevur viðfesta amboðið ikki nóg dugandi bremsu, ið nýtt kann verða, meðan koyrt verður (møguliga sjálvvirkandi bremsu), má tyngd tess ikki vera meir enn 2 ferðir veruligu totalvekt akfarsins, ið dregur.

 Stk. 3. Viðfest aktól skal vera koplað upp í dragandi akfarið á álítandi hátt og so, at hjólini, tá ið sneitt verður, ganga hjólsporum dragandi akfarsins so nær sum til ber og ikki sløðra. Koplingin skal annaðhvørt vera stívur stongbindil ella tríhyrningsbindil, ið loyvir frítt at rørast til síðis og upp og niður, og er tryggjaður á slíkan hátt, at viðfesta amboðið fær ikki rivið seg leyst, meðan koyrt verður. Fjarstøðan akfaranna millum má ikki vera meir enn 2 m.

 Stk. 4. Viðfest amboð skal, meðan koyrt verður í lyktatendringartíðini, fyri aftan hava tríkantað reyð refleksvæl, sum fyriskipað er í § 26, stk. 2, og í vinstru síðu eina baklykt við reyðum ljósi, ið sæst í minsta lagi 150 m aftanífrá og ikki er blindandi. Hetta krevst kortini ikki, um baklyktir og refleksvæl dragandi akfarsins eru væl sjónsk aftanífrá, men so skal viðfesta amboðið, um tað er longri enn 2 m roknað úr baklyktunum, vera merkt fyri aftan við reyðari lykt.

 Fyriskipanir um hvussu baklyktir og refleksvæl skulu sita, kunnu laga seg eftir konstruksjón akfarsins, so mikið sum krevst.

 Stk. 5. Úrkoplað viðfest amboð skal, tá ið tað í lyktatendringartíðini er steðgað ella parkerað á akbreyt, ið ikki liggur í nóg góðum ljósi, umframt við reyðum ljósi aftureftir vera merkt við einum ella tveimum hvítum ljósum frameftir – alt eftir hátti akfarsins. Tey skulu lúka krøvini í § 4, stk. 1, c, og alt tað ber til, krøvini í § 4, stk. 2, 1. og 2. pkt.

 Stk. 6. Viðfest amboð, ið drigið verður av skrásettum motordrivnum akfari, ið skal hava leiðvísarar, skal aftan hava bákniglampaljós, ið lúka krøvini í § 6.

 Hetta geldur kortini ikki, um dragandi akfarið hevur leiðvísaraveingir, ella amboðið ikki fjalir bakglampaljós dragandi akfarsins, ella konstruksjón viðfesta amboðsins ger, at ikki ber til at seta glampaljós har.

 Stk. 7. Viðfest amboð, ið hvørju megin er meir enn 10 cm breiðari enn dragandi akfarið, skal í lyktatendringartíðini harafturat á teirri síðu, ið móti vegmiðjuni vendir, vera merkt við lykt, ið lýsir frameftir við hvítum ljósi, ið ikki má vera blindandi; hon skal sita í minsta lagi 1 m yvir vegbreytini. Er hesin partur amboðsins ikki í minsta lagi 1 m høgur, skal tað eisini uttan fyri lyktatendringartíðina vera høvuliga merkt upp í hesa hædd.

 Stk. 8. Viðfest amboð við hjólringum úr málmi, skal, tá ið koyrt verður eftir vegi, um teir eru óslættir, hava hjólbond, nóg breið at verja vegbreytina.

 Stk. 9. Fyri viðfest amboð við skrásetingarskyldu galda fyriskipanir í §§ 23-28 um viðfestan vogn til motorvogn.

E. Bulvognar

 § 34. Bulvognar við egnari drívmegi skal lúka krøvini í § 22 um motoramboð.

 Stk. 2. Bulvognur, ið drigin verður av motordrivnum akfari, skal lúka samsvarandi krøv, kravið um róður og forlykt undantikið. Aftureftirvendandi refleksvæl á tílíkum bulvognum skulu vera tríkantað.

 Stk. 3. Dragandi akfarið og bulvognurin skulu vera so útbúgvin, at í minsta lagi 20% av loyvdu totalvekt vognraðsins liggur á drívhjólunum.

 Stk. 4. Er bulvognurin hvørju megin meiri enn 10 cm breiðari enn dragandi akfarið, skal hann í lyktatendringartíðini eisini vera merktur á teirri síðuni, ið vendir móti miðjuni á vegnum, við frameftirvendandi lykt við hvítum ella gulum ljósi, ið ikki má vera blindandi og skal vera sett í minsta lagi 1 m yvir vegbreytini.

 Stk. 5. Bulvognar skulu í lyktatendringartíðini hava spjaldraljós, ið lýkur krøvini í § 4, stk. 4.

 Stk. 6. Annars kann løgreglan í hvørjum einstøkum føri seta størri krøv um útbúnað og nýtslu, sum finnast neyðug fyri ferðslutrygdleikan.

VII. táttur

Hjólklæðing

 § 35. Motorakfar og viðfestur-, legu- og síðuvognur til tess, traktorur við skrásetingarskyldu og viðfestur vognur til hansara og somuleiðis góðkendur traktorur og viðfest amboð við skrásetingarskyldu skulu hava luftgummiringar ella hálvmassivar gummiringar.

 § 36. Luftgummiringar eru í hesi kunngerð at skilja sum gummiringar, har burðamegin veldst av samaytrýstu luftini, ið innistongd er í ringunum.

 Stk. 2. Enn er frítt at velja stødd á luftgummiringum, uttan so at í floksgóðkenningini, ið gjørd er fyri avvarandi akfar, er ásett minsta loyvda stødd. Luftgummiringar, ið roknaðir eru til hámarkspumputrýst meir enn 7 atm., mugu ikki vera nýttir.

 Stk. 3. Luftgummiringar skulu hava slitmynstur við minst 1 mm djúpum foyrum.

 § 37. Til hálvmassivar gummiringar kunnu bert verða nýtt gummiringasløg, ið Føroya landsstýri hevur góðkent sum hálvmassiv.

 Stk. 2. Hálvdigrir gummiringar mugu ikki verða nýttir, tá ið teir eru slitnir so, at gummitjúktin mátað úr útsíðu stálbandsins ella, um tað hevur uppstandandi rendur, úr ovasta kanti teirra, er minni enn 50 mm, ella teir eru slitnir so, at teir eru klovnaðir ella á annan hátt eftir løgregluætlan stórvegis løstaðir.

 Stk. 3. Støddin á hálvdigrum gummiringum verður sett í mun til ástrýstið við loyvdu totalvekt eftir reglum, ið Føroya landsstýri setir fyri hvørt ringslagið.

 Stk. 4. Vognrað má, tá ið nakar partur tess hevur hálvmassivar ringar, ikki koyra skjótari enn 20 km/t, og hetta skal skiljast av áritum á vognraðnum.

VIII. táttur

Cyklur

 § 38. Cykla skal hava í minsta lagi eina dugandi bremsu.

 Stk. 2. Cykla skal í lyktatendringartíðini hava forlykt við bjørtum hvítum ella gulum ljósi, ið sæst nóg langt burtur bæði frammanífrá og frá síðunum. Kann ljósið vera blindandi, skal lyktin vera so útbúgvin, at skjótt er at benda niður glæmuna. Cykla kann hava baklykt, sum so skal lýsa reytt og ikki má vera blindandi.

 Stk. 3. Cykla skal hava reytt refleksvæl aftan og somuleiðis refleksvæl, ið annaðhvørt er gult reflekstilfar báðumegin á fótskørunum ella annað refleksvæl, ið rørir seg, tá ið cyklan verður nýtt. Refleksvæl skulu lúak krøvini í X. tátti.

 Stk. 4. Cykla skal hava hart ljóðandi klokku. Annað signalvæl enn klokka má ikki verða nýtt.

IX. táttur

Rossaakfør v.m.

 § 39. Á rossaakfari skulu aktýggini og akfestiamboðini vera í álítandi standi.

 Stk. 2. Í lyktatendringartíðini skal rossaakfar hava:

a)    Í minsta lagi 2 javnhøgt skipaðar forlyktir, ið lýsa frameftir við hvítum ella gulum ljósi, ið sæst í minsta lagi 150 m burtur bæði frammanífrá og frá síðunum. Lyktirnar, ið ikki mugu vera blindandi, skulu vera ytstu kantum akfarsins so nær sum til ber.

b)    Í minsta lagi eina baklykt, ið lýsir við reyðum ljósi, ið sæst í minsta lagi 150 m burtur aftureftir og situr vinstru megin miðju akfarsins, uttan so at tær í a) nevndu lyktir hava reytt ljós aftureftir, ið sæst 150 m burtur.

c)    Tvey reyð refleksvæl, ið lúka krøvini í X. tátti.

 Stk. 3. Á arbeiðsvognum, ið ikki hava vognkassa ella fastan økusess, kann, um teir ikki verða nýttir til fólkaflutning, í staðin fyri tær í 2. stk., a) og b) nevndu lyktir, verða nýtt ein bjørt lykt undir vogninum við hvítum ella gulum ljósi, ið sæst 150 m burtur frammanífrá eins og frá síðunum og aftanífrá.

 Stk. 4. Akfør við ósløttum hjólringum úr málmi skulu, tá ið koyrt verður eftir vegi, hava nóg breið hjólbond at verja vegbreytina.

 § 40. Hondvognur skal, tá hann í lyktatendringartíðini verður nýttur til koyring á støðum, har ongi gøtuljós eru, í vinstru síðu hava eina klárt lýsandi lykt við hvítum ella gulum ljósi, ið sæst nóg langt burtur bæði frammanífrá og frá síðunum og aftanífrá.

X. táttur

Refleksvæl

 § 41. Refleksvæl skulu vera úr haldgóðum tilfari og væl gjørd.

 Stk. 2. Refleksvæl skulu, tá ið fjarljós frá motorakfari lýsir á tey, síggjast í minsta lagi 100 m aftureftir og skulu síggjast týðuliga, tá ið refleksvælið vendir 30° frá leiðini hjá innfalsljósinum.

 Stk. 3. Refleksvælið skal vera sett við refleksflatanum steyrrætt og vinkulreist á longdarás akfarsins.

 Stk. 4. Á reyðum refleksvælum skal reflekterandi víddin vera í minsta lagi 7 cm2.

 Stk. 5. Refleksvæl skulu vera góðkend av hinum motorsakkøna.

XI. táttur

Fremjingarfyriskipanir

 § 42. Kunngerðin kemur í gildi beinanvegin, tó kunnu neyðugar broytingar eftir hesi kunngerð í tilgerð akfara, sum skrásett eru ella – fyri ikki skrásetingarskyldug akfør – tikin í nýtslu, verða útsettar til 1. januar 1968.

1) Broytt við kunngerð nr. 6 frá 14. februar 1973

2) Broytt við kunngerð nr. 6 frá 25. februar 1985. Gildiskomuregla: ‘’Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 1985 og er galdandi fyri bilar, ið verða skrásettir fyrstu ferð, aftaná at kunngerðin kemur í gildi.“