Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2024Nr. 49
Kunngerð um sjóuppmerking, siglingarskipanir o.a.
Við heimild í §§ 31, 31 a, stk. 2 og 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 verður ásett:
Virkisøki og allýsingar
§ 1. Henda kunngerð ásetir reglur um vitar, sjóuppmerking og siglingarskipanir.
Stk. 2. Í hesi kunngerð fevna sjóuppmerking og siglingarskipan um øll sløg av sjóuppmerking og siglingarskipanum so sum:
1) flótandi ella fasta sjóuppmerking, vitar, sjómerki, føst siglingarmerki, fráboðanarstøðir, radara racon og annað,
2) siglingarávaringar, tokulúður og annað,
3) talgilda sjóuppmerking, radiovitar og aðrar skipanir til innrætting, sum verða settar í verk sum vegleiðing til navigatión sum til dømis AIS AtoN og aðrar automatiskar navigatiónsskipanir,
4) aðra uppmerking og skelting, og
5) ljós og annað við tí endamáli at navigera.
Stk. 3. Øll sløg av sjóuppmerking og siglingarskipanum skulu vera í samsvari við endamálini um trygd á sjónum.
Myndugleiki og eftirlit
§ 2. Sjóvinnustýrið er myndugleiki, tá ið ræður um sjóuppmerking, siglingarskipan og annað, og Sjóvinnustýrið avger ivamál eftir hesi kunngerð.
Stk. 2. Sjóvinnustýrið samskipar uppgávur millum myndugleikar, tá ið ræður um sjóuppmerking og siglingarskipanir o.a.
Stk. 3. Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við sjóuppmerking, siglingarskipanum og øðrum.
Stk. 4. Sjóvinnustýrið tekur avgerð í málum um sjóuppmerking, siglingarskipan og øðrum.
Stk. 5. Landsverk kann útinna eftirlit vegna Sjóvinnustýrið sambært stk. 3.
Forboð
§ 3. Tað er ikki loyvt at seta í verk sjóuppmerking, siglingarskipan ella annað uttan loyvi frá Sjóvinnustýrinum.
Stk. 2. Tað er ikki loyvt at seta upp støð, skipan, lut, lýsingarskelti, ljóslýsing ella annað, sum kann villleiða, tarna ella kann tykjast at villleiða ella tarna siglandi ella aðrari ferðslu á sjónum uttan loyvi frá Sjóvinnustýrinum.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at broyta ella taka niður loyvda sjóuppmerking, siglingarskipan ella annað uttan loyvi frá Sjóvinnustýrinum.
Stk. 4. Tað er ikki loyvt at brúka sjóuppmerking ella onnur sjómerki sum festi til fiskireiðskap og annað uttan loyvi frá Sjóvinnustýrinum.
Loyvi
§ 4. Sjóvinnustýrið kann eftir umsókn geva loyvi at seta upp, broyta, flyta ella taka burtur sjóuppmerking, siglingarskipan og annað. Umsóknin skal vera Sjóvinnustýrinum í hendi minst seks vikur, áðrenn sjóuppmerkingin, siglingarskipanin ella annað verður sett í verk, og skal í minsta lagi hava upplýsingar um:
1) Endamál.
2) Knattstøðu, staðseting og dýpi.
3) Tíðarskeið, til dømis alt árið ella ávís tíðarskeið á árinum.
4) Tíðspunkt fyri uppsetan, broyting og burturtøku.
5) Slag av sjóuppmerking, siglingarskipan ella annað.
6) Samskiftisupplýsingar hjá umsøkjara.
7) Samskiftisupplýsingar hjá eigara.
8) Samskiftisupplýsingar hjá tí, sum rekur sjóuppmerkingina, siglingarskipanina ella annað.
Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann í loyvinum sambært stk. 1 áseta nærri treytir, undir hesum um uppsetan, rakstur, røkt, tíðarskeið, burturtøku og annað.
Stk. 3. Sjóvinnustýrið kann taka avgerð um at taka loyvi sambært stk. 1 aftur, um treytirnar ikki verða fylgdar.
Stk. 4. Sjóvinnustýrið kann krevja og geva boð um, at sjóuppmerking, siglingarskipan ella annað verður sett upp.
Stk. 5. Sjóvinnustýrið kann krevja og geva boð um, at broytingar verða gjørdar í verandi sjóuppmerking, siglingarskipan ella øðrum við atliti at trygdini á sjónum.
Stk. 6. Sjóvinnustýrið kann krevja og geva boð um, at sjóuppmerking, siglingarskipan ella annað verður tikið burtur ella flutt við atliti at trygdini á sjónum.
Stk. 7. Sjóvinnustýrið kann áseta nærri freist fyri, nær boð sambært stk. 4-6 skulu verða avgreidd.
Fráboðanarskylda
§ 5. Ein og hvør hevur skyldu at boða MRCC frá um skaða, feil, brek, mangul og annað við vita, sjóuppmerking, siglingarskipan og øðrum.
Stk. 2. MRCC metir, um fráboðanir sambært stk. 1 verða varpaðar út. Metir MRCC, at ávaring eigur at verða varpað út, metir MRCC um, hvør miðil er hóskandi. MRCC kann varpa út umvegis VHF, MF, heimasíðu, NAVTEX, útvarp og annað.
Stk. 3. Tá ið skaði, feilur, brek, mangul og annað eru fingin í rættlag ella betrað, verður hetta somuleiðis fráboðað.
Stk. 4. MRCC boðar Sjóvinnustýrinum og øðrum viðkomandi myndugleikum frá um viðurskifti sambært stk. 1-3.
Lýsing og kunngerð
§ 6. Sjóvinnustýrið samskipar, at viðkomandi upplýsingar um sjóuppmerking, siglingarskipanir og annað verða lýstar í siglingarriti.
Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann gera avtalu við annan myndugleika um at lýsa upplýsingar sambært stk. 1.
Stk. 3. Sjóvinnustýrið kann móttaka og lata øðrum myndugleikum upplýsingar um sjóuppmerking, siglingarskipan og annað.
Stk. 4. Sjóvinnustýrið boðar sjókortamyndugleikanum og øðrum viðkomandi myndugleika frá um viðurskifti, sum eru ella kunnu verða viðkomandi fyri virksemið hjá sjókortamyndugleikanum ella øðrum viðkomandi myndugleika.
Revsing
§ 7. Um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, sum tilætlað ella av grovum ósketni:
1) Brýtur forboð í § 3.
2) Ikki heldur treytir, sum eru álagdar sambært § 4, stk. 2-3.
3) Ikki fylgir boðum, sum verða givin sambært § 4, stk. 4-7.
4) Ikki fráboðar sambært § 5, stk. 1.
Gildiskoma
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. juni 2024. Samstundis fer úr gildi bekendtgørelse nr. 229 af 4. april 1989 om afmærkning m.v. i dansk afmærkningsområde.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 29. mai 2024
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)