13. januar 2011Nr. 5
Kunngerð um broyting í kunngerð um skeinkingarloyvi
§ 1
Í kunngerð nr. 60 frá 7. mai 1992 um skeinkingarloyvi við seinni broytingum verður í § 4, stk. 5 orðað soleiðis:
“Stk. 5. Um fyritøkan skiftir eigara, skal søkjast um nýtt skeinkingarloyvi. Meðan umsóknin verður viðgjørd, er gamla loyvið galdandi, tó ikki longri enn 3 mánaðar.”
§ 2
Henda kunngerð kemur i gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 13. januar 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)