13. januar 2021Nr. 5
Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av skotvápnum
(Broyttur inngangur og fjaratgongd til vápnaskránna)
§ 1
Í kunngerð nr. 74 frá 28. juni 2016 um skráseting av skotvápnum, sum broytt við kunngerð nr. 92 frá 7. september 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 4, stk. 1 og § 7, stk. 3 í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 158 frá 20. november 2020, verður ásett:”
2. Í § 2 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Politiið kann til fyribyrging, eftirkanning, avdúking og rættarsøkjan av lógarbrotum fáa fjaratgongd til neyðugu upplýsingarnar í vápnaskránni.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 13. januar 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)