13. januar 2026Nr. 5
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Undantak fyri makrel og norðhavssild veidd í norskum sjógvi)
§ 1
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 121 frá 1. juli 2025, verður § 1, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Makrelur og norðhavssild, sum føroysk fiskifør fiska í norskum sjógvi eru undantikin avmarkingini um landing og avreiðing uttanlands.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 13. januar 2026
Eirikur í Jákupsstovu (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)