Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 18-01-2019
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Kunngerð 5 frá 17. januar 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

17. januar 2019Nr. 5

Kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019, sum broytt við kunngerð nr. 13 frá 27. februar 2019

Við heimild í § 5, stk. 2, § 19, stk. 2 og 6-8, § 20, stk. 2 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:

Kapittul 1

Almennar ásetingar

Virkisøki

§ 1. Henda kunngerð fevnir um uppboðssølu í 2019 av rættindum sambært § 15, stk. 1 í løgtingslógini.

Allýsingar

§ 2. Í hesi kunngerð merkir:

1)   Uppboðssølugjald: Gjald til uppboðssøluhaldaran fyri uppboðssøluna.

2)   Seria: Partur av kvotu, ið verður boðin út í senn.

3)   Sølulinja: Partur av seriu, sum verður boðin út fyri seg.

4)   Sølukvota: Nøgd av heildarkvotu, sum verður boðin út á uppboði. Sølukvota verður latin keypara sum stutttíðar rættindi fyri eitt fiskiár í senn, miðallong rættindi fyri 3 fiskiár í senn ella langtíðar rættindi fyri 8 fiskiár í senn. Rættindi, latin sum sølukvota, verða altíð boðin út av nýggjum árið eftir, at tey ganga út, sbr. § 3, nr. 20 í løgtingslógini.

Atgongd til at bjóða upp á rættindi á uppboði

§ 3. Rættindi at veiða kunnu bjóðast persóni ella felag, sum lýkur treytirnar í § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslógini.

Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin skal lýsa við uppboðssøluni í minsta lagi 5 vikur, áðrenn uppboðssølan verður hildin, ella boð skulu latast inn, sbr. tó § 16, stk. 2 og § 16 a, stk. 5. Lýst verður alment á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.

Stk. 3. Persónur ella felag, ið ætlar at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, skal yvir fyri Vørn lata skjalprógv inn í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn uppboðssøla verður hildin, ella boð skulu latast inn, at viðkomandi persónur ella felag lýkur treytirnar í § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslógini. Uppboðssøluhaldarin kann krevja inn allar neyðugar upplýsingar og skjøl frá nevndu persónum ella feløgum.

Stk. 4. Góðkenning, sambært § 5, stk. 1 í løgtingslógini, verður latin teimum, sum reka ella hava ætlan um at reka virksemi innan fiskivinnu. Vørn tekur avgerð um góðkenning sambært § 5, stk. 1 í løgtingslógini.

§ 4. Fiskiskapur av rættindum, keypt á uppboði sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.

Stk. 2. Bert persónar og feløg, ið lúka treytirnar í § 5, stk. 1, §§ 6, 7 og 9 og § 51, stk. 2 í løgtingslógini, kunnu fáa fiskiloyvi.

Stk. 3. Keypt rættindi verða latin sum egin árskvota.

Stk. 4. Fyri 3 og 8 ára rættindi fylgir tann nøgd í tonsum, sum er keypt á uppboðssølu, lutfalsliga vøkstrinum og niðurskurðinum í sølukvotuni í tonsum árini eftir 2019. Rættindi til atgongd í ávísum fiskiøki fylgja lutfalsliga vøkstrinum og niðurskurðinum í tonsum í samlaðu atgongdini at veiða einstøku fiskasløgini í ávísa fiskiøkinum.

Trygd

§ 5. Vørn skal tryggja, at keypari hevur veitt trygd fyri, at gjaldið fyri rættindi at veiða, keypt á uppboði, verður goldið.

Stk. 2. Uppboðssøluhaldarin skal tryggja, at trygd er fyri uppboðssølugjaldinum til uppboðssøluhaldaran.

Stk. 3. Trygdin skal vera veitt, tá boð verður latið og skal vera galdandi, til rindað er. Trygdarupphæddin skal vera loynilig, til uppboðssølan er avgreidd, og allir keyparar funnir.

Stk. 4. Fyri 3 og 8 ára rættindi skal trygd setast á hvørjum ári. Trygdin skal, árini 2020 og fram, setast svarandi til gjaldið árið fyri. Trygdin skal vera veitt Vørn, áðrenn fiskiloyvið verður útskrivað, og trygdin skal vera galdandi, til rindað er.

Stk. 5. Keypari kann ikki geva boð fyri hægri upphædd enn ta trygd, hann, sambært stk. 1, hevur veitt.

Stk. 6. Um rættindi, keypt á uppboðssølu, seinni verða avhendað, er trygdin hjá seljara galdandi í árinum, rættindini verða avhendað. Trygdin er galdandi, til rindað er. Fyri 3 og 8 ára rættindi veitir keyparin trygd fyri árini eftir tað árið, rættindini eru avhendað.

Áseting av gjaldi fyri rættindi at veiða

§ 6. Fyri rættindi, keypt á uppboði, verður gjaldið fyri 2019 ásett á uppboðssølu sambært kapittul 2 og 3.

Stk. 2. Fyri 3 og 8 ára rættindi verður gjaldið fyri árini eftir 2019 ásett sum goldna upphæddin í 2019 í krónum fyri kilo, faldað við lutfallinum millum miðal avreiðingarprísin í 2019 og miðal avreiðingarprísin í árinum, gjaldast skal fyri, fyri hvørt fiskaslag sær.

Stk. 3. Miðal avreiðingarprísurin verður uppgjørdur grundað á avreiðingarprísir frá Vørn av tí fiski, ið er landaður óviðgjørdur, fyri hvørt fiskaslag sær, sum kunnu fáast til vega, tá gjaldið skal gerast upp.

Innkrevjing

§ 7. Vørn sendir persóni ella felag, sum á uppboði hevur keypt rættindini at veiða í 2019, rokning fyri gjaldið fyri rættindini. Rokning verður send, tá uppboðssølan er hildin. Upphæddin fellur til gjaldingar 31. desember 2019. Gjaldast skal, hóast avreitt ikki verður.

Stk. 2. Fyri 3 og 8 ára rættindi sendir Vørn rokning fyri gjald fyri hvørt ár eftir 2019, tá árið er lokið, fyri tey í árinum tillutaðu rættindi. Rokning verður send til persón ella felag, sum eigur rættindini 1. januar í tí ári, rokning verður send fyri. Gjaldið fellur til gjaldingar 20. í mánaðinum eftir, at rokning er send. Gjaldið skal rindast, hóast avreitt ikki verður.

Stk. 3. Verður gjald ikki goldið rættstundis, kann Vørn innloysa trygdina, sum er veitt fyri gjaldið.

Stk. 4. Er trygd, sambært § 5, sett í reiðum peningi, kann keypari lata uppboðssølugjald og síðani gjald fyri rættindi at veiða, keypt á uppboði, mótrokna beinanvegin, tá keypt er. Møgulig restskuld fellur til gjaldingar eftir reglunum í hesi grein.

Kapittul 2

Opin uppboðssøla

§ 8. Opin uppboðssøla merkir, at øll, ið bjóða, síggja allar upphæddir, ið bodnar verða, og bjóðað verður, til ongin longur bjóðar yvir. Tann, sum bjóðar hægst, fær útbodnu nøgdina til prísin, ið svarar til boðið, sbr. tó § 10, stk. 3.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur skyldu at taka við hægsta boði ella havna teimum øllum og boða øllum teimum, sum hava boðið, frá hesum. Vera øll boð havnað, verður farið fram av nýggjum eftir reglunum í hesi kunngerð.

§ 9. Vørn hevur ábyrgdina av at halda opna uppboðssølu, men kann gera avtalu við privatan uppboðssøluhaldara at halda opna uppboðssølu, sbr. § 19, stk. 8 í løgtingslógini.

Stk. 2. Tilmelding, til at luttaka í opnari uppboðssølu, fer fram hjá uppboðssøluhaldara.

Stk. 3. Tað áliggur einum og hvørjum, ið luttekur í opnari uppboðssølu, at seta seg inn í, hvussu uppboðssølan virkar og tær treytir, sum eru galdandi fyri at bjóða upp á rættindi at veiða.

§ 10. Hvør seria verður seld í sølulinjum. Landsstýrismaðurin ásetir tal og stødd á sølulinjum á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.

Stk. 2. Hvør sølulinja verður seld til hægstbjóðandi.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta minstaprís, áðrenn sølan fer í gongd. Minstiprísur verður almannakunngjørdur av uppboðssøluhaldara, tá sølan fer í gongd.

Stk. 4. Keyparin kann velja bert at keypa part av sølulinju. Uppboðssøluhaldari kann áseta minstamark fyri keypi av parti av sølulinju. Ikki seldir partar av sølulinju verða síðani seldir í nýggjari sølulinju, til alt er selt. Støddin á hesum sølulinjum verður ásett av uppboðssøluhaldara og fráboðað so hvørt, meðan selt verður.

Stk. 5. Uppboðssølugjaldið er 10.000 kr. fyri hvørja seriu. Gjaldið verður býtt á vinnandi boðini lutfalsliga eftir nøgd. Uppboðssølugjaldið fellur til gjaldingar, tá avgerð er tikin um, hvør ella hvørji vinna boðið. Uppboðssølugjaldið fer til uppboðssøluhaldaran. Uppboðssøluhaldarin krevur gjaldið inn.

Stk. 6. Um Vørn ger avtalu við privatan uppboðssøluhaldara, sambært § 9, stk. 1, kann gjaldið vera eitt annað enn ásett í stk. 5.

Kapittul 3

Afturlatin uppboðssøla

§ 11. Afturlatin uppboðssøla merkir, at bjóðað verður innan ásetta freist í brævbjálva ella á annan av Vørn skipaðan hátt.

Stk. 2. Upphædd og nøgd, ið persónur ella felag, sambært § 3, bjóðar, skal vera loynilig, til uppboðssølan er avgreidd og allir keyparar funnir.

§ 12. Selt verður í serium.

Stk. 2. Hvørt boð skal tilskila, hvørja nøgd tann, ið bjóðar, er áhugaður í at keypa og hvønn prís í krónum og oyrum, hann er til reiðar at gjalda fyri hesa nøgd í krónum fyri kilo.

Stk. 3. Innkomin boð verða raðfest við hægsta eindarprísi fremst og síðani lækkandi, til útbodna nøgdin er rokkin. Hetta eru vinnandi boðini.

Stk. 4. 1) Prísásetingin á afturlatnari uppboðssølu kann vera í tveimum:

1)   Tey, sum hava vinnandi boð, skulu rinda prísin, ið svarar til boðið.

2)   Lægst vinnandi boð ásetir prísin, sum øll við vinnandi boðum skulu rinda.

Stk. 5. 1) Tann, ið letur boð inn sambært stk. 4, kann lata upp til 5 boð inn fyri hvørja seriu.

Stk. 6. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta minstaprís, áðrenn sølan fer í gongd. Minstiprísur verður almannakunngjørdur av uppboðssøluhaldara, eftir at boðini eru latin inn, men áðrenn tey verða latin upp.

Stk. 7. 1) Landsstýrismaðurin hevur skyldu at taka við hægstu boðunum, sambært stk. 2, ella havna teimum øllum og boða luttakarunum frá hesum. Vera øll boð havnað, verður farið fram av nýggjum eftir reglunum í hesi kunngerð.

§ 13. Um tann, sum gevur boð, ið er komið upp í part, ikki fær alla nøgdina, sum hann hevur bjóðað uppá, tí samlaða útbodna nøgdin er rokkin, kann hann lata alla sína nøgd innaftur. Nøgdin verður tá bjóðað honum við hægsta vinnandi eindarprísi samsvarandi upprunaliga boðnum. Letur hesin eisini nøgdina innaftur, verður hon bjóðað honum við næsthægsta vinnandi eindarprísi. Soleiðis verður farið fram víðari, til nøgdin er avhendað. Eru fleiri við sama boði, verður nøgdin boðin teimum lutfalsliga í mun til tonsatal.

Stk. 2. Hava fleiri givið boð við sama eindarprísi, ið er komið upp í part seinast, tá útbodna nøgdin er rokkin, verður nøgdin lutað út millum hesi lutfalsliga í mun til tonsatalið, um tey ikki fáa alla nøgdina, ið tey hava bjóðað uppá. Um tann, sum gevur boð, ið er komið upp í part, ikki fær alla nøgdina, sum hann hevur bjóðað uppá, tí útbodna nøgdin er rokkin, kann hann lata alla nøgdina innaftur. Farið verður fram eftir reglunum í stk. 1.

Stk. 3. Keypir ongin av teimum vinnandi nøgd, ið verður latin innaftur sambært stk. 1 og 2, ger landsstýrismaðurin av, um nøgdin verður seld í opnari uppboðssølu ella enn einaferð í afturlatnari uppboðssølu sambært reglunum í hesi kunngerð.

§ 14. Vørn er uppboðssøluhaldari av afturlatnari uppboðssølu.

Stk. 2. Tað áliggur einum og hvørjum, ið letur boð inn í afturlatnari uppboðssølu, at seta seg inn í, hvussu uppboðssølan virkar og kunna seg um tær treytir, sum eru galdandi fyri at kunna bjóða upp á rættindi at veiða.

§ 15. Uppboðssølugjaldið er 10.000 kr. fyri hvørja seriu. Gjaldið verður býtt á vinnandi boðini eftir nøgd. Uppboðssølugjaldið fellur til gjaldingar, tá avgerð er tikin um, hvør ella hvørji vinna boðið. Uppboðssølugjaldið fer til uppboðssøluhaldaran. Uppboðssøluhaldarin krevur inn gjaldið.

Kapittul 4

Uppboðssølan 2019

§ 16. 1.276 tons av toski á Flemish Cap verða boðin út á opnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi. Persónur ella felag, sum í 2019 hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 74, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini, kann lata boð inn. Veiðast skal við línu.

Stk. 2. Hóast ásetingina í § 3, stk. 2 og 3 er freistin hjá landsstýrismanninum at lýsa ta í stk. 1 nevndu uppboðssølu 10 dagar, og persónar ella feløg, sum ætla at bjóða, skulu lata inn skjalprógv innan 5 dagar, áðrenn uppboðssølan verður hildin.

§ 16 a. 1) 20.000 tons av svartkjafti verða boðin út á opnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 2.171 tons fiskast í ES-sjógvi.

Stk. 2. 19.552 tons av svartkjafti verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 1. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 2.122 tons fiskast í ES-sjógvi.

Stk. 3. 4.092 tons av svartkjafti verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum trý ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 444 tons fiskast í ES-sjógvi.

Stk. 4. 8.193 tons av svartkjafti verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum átta ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 888 tons fiskast í ES-sjógvi.

Stk. 5. Hóast ásetingina í § 3, stk. 2 og 3 er freistin hjá landsstýrismanninum at lýsa tær í stk. 1-4 nevndu uppboðssølur 14 dagar, og persónar ella feløg, sum ætla at bjóða, skulu lata inn skjalprógv innan 7 dagar, áðrenn uppboðssølan verður hildin.

§ 16 b. 1) 2.000 tons av makreli verða boðin út á opnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 1.115 tons fiskast í ES-sjógvi og 1.091 tons fiskast í norskum sjógvi.

Stk. 2. 2.626 tons av makreli verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 1. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 1.464 tons fiskast í ES-sjógvi og 1.432 tons fiskast í norskum sjógvi.

Stk. 3. 478 tons av makreli verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum trý ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 267 tons fiskast í ES-sjógvi og 261 tons fiskast í norskum sjógvi.

Stk. 4. 957 tons av makreli verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum átta ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 534 tons fiskast í ES-sjógvi og 522 tons fiskast í norskum sjógvi.

§ 16 c. 1) 20.000 tons av norðhavssild verða boðin út á opnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 1. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi.

Stk. 2. 18.261 tons av norðhavssild verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 1. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi.

Stk. 3. 585 tons av norðhavssild verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum trý ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi.

Stk. 4. 1.170 tons av norðhavssild verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum átta ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi.

§ 16 d. 1) 1.525 tons av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 1.

Stk. 2. 513 tons av botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 1.

Stk. 3. 274 tons av botnfiski við Svalbard verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 1.

Stk. 4. 239 tons av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum trý ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2.

Stk. 5. 291 tons av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum átta ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2.

Stk. 6. 187 tons av botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum átta ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2.

Kapittul 5

Samskifti og kunngering av upplýsingum

§ 17. Landsstýrismaðurin boðar frá alment á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum um tíðarætlan fyri uppboðssølunum.

§ 18. Upplýsingar viðvíkjandi opnari uppboðssølu, her uppi í dagfesting, tal av serium og stødd á sølulinjum, vera atkomuligar á heimasíðuni hjá uppboðssøluhaldarum.

§ 19. Upplýsingar viðvíkjandi afturlatnari uppboðssølu, her uppi í dagfesting og stødd av serium, vera atkomuligar á heimasíðuni hjá uppboðssøluhaldarum.

§ 20. Áðrenn og meðan ein søla í opnari uppboðssølu er í gongd, verður ikki upplýst, hvør er tilmeldaður, hvussu nógv eru tilmeldað ella nøvnini á teimum, ið eiga einstøku boðini.

Stk. 2. Tá ein søla hevur verið, kunnger uppboðssøluhaldari á síni heimasíðu hesar upplýsingar:

1)   Tal av teimum, ið hava luttikið í uppboðnum.

2)   Navn á tí, sum hevur vinnandi boðið.

3)   Upphæddin, ið rindast skal.

§ 21. Tá sølan í opnari og afturlatnari uppboðssølu er liðug, almannakunngera landsstýrismaðurin og uppboðssøluhaldarin tær upphæddir á vinnandi boðunum og navnið á teimum, ið hava vunnið uppboðssøluna.

Revsireglur

§ 22. Um ikki harðari revsing er ásett eftir lóggávuni annars, verður tann, ið brýtur § 5, stk. 3 og § 11, stk. 2, revsaður við sekt.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd sambært kapittul 5 í revsilógini, sbr. § 81, stk. 3 í løgtingslógini.

Stk. 3. Revsirættarmál sambært hesi kunngerð verða viðgjørd sum løgreglumál, sbr. § 81, stk. 4 í løgtingslógini.

Gildiskoma

§ 23. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Fiskimálaráðið, 17. januar 2019

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

 



1) Broytt við kunngerð nr. 13 frá 27. februar 2019.