Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. januar 1998Nr. 5
Kunngerð um umbýti av koyrikorti, sum broytt við kunngerð nr. 134 frá 22. desember 2000
Við heimild í § 18 b, stk. 5 og 6 í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu, smb. lógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 sum broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 9. januar 1996, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Koyrikort til motorakfar, ið ikki er gjørt í ES-sniði, fer úr gildi 31. desember 2000.
§ 2. Bileftirlit Føroya skipar fyri umbýtinum, og kallar gomlu koyrikortini inn til umbýtis.
§ 3.1) Fyri umbýti av gomlu koyrikortunum til føroysk koyrikort av ES-sniði, skal latast eitt gjald, sbr. ásetingar í ferðslulógini um gjøld.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1) Broytt við kunngerð nr. 134 frá 22. desember 2000, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001.”