Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. januar 2003Nr. 5
Kunngerð um ferðastuðul til verkætlanir
Við heimild í §12 í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan verður ásett:
Kapittul 1
Treytir fyri ferðastuðli til verkætlanir
§ 1. Ferðastuðul til verkætlanir verður bert veittur eftir umsókn, sambært reglunum í hesi kunngerð.
§ 2. Fyri at fáa ferðastuðul til verkætlanir eftir hesi skipan skal umsøkjarin:
1) Hava búð í Føroyum í minsta lagi tvey av teimum seinastu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan, ella hava búð í Føroyum í minsta lagi helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan.
2) Ganga á eini góðkendari hægri fulltíðarútbúgving, ið er 2 lestrarár ella longri.
3) Vera lestrarvirkin sbrt. stk. 2.
4) Onga fasta løn fáa frá útbúgvingarstaðnum sbrt. stk. 3.
Stk. 2. Lesandi er lestrarvirkin, um hann ikki er meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum í mun til ásettu lestrartíðina. Harafturat skal tann lesandi møta til frálæruna, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum.
Stk. 3. Umsøkjari í partvís løntari útbúgving er ikki stuðulsheimilaður, um meira enn ½ av samlaða útbúgvingartíðarskeiðnum er lønt.
§ 3. Við eina verkætlan skilst:
1) størri uppgáva í sambandi við lesna t.d. høvuðsuppgáva ella
2) starvsvenjing ella
3) uppihald á øðrum lærustovni.
Stk. 2. Tann einstaki hevur í mesta lagi møguleika at fáa ferðastuðul til verkætlanir tvær ferðir í samlaðu útbúgvingartíð síni, og bert til eina ferð aftur og fram í hvørji verkætlan.
Stk. 3. Ferðastuðul til verkætlanir verður bert veittur til ferðing millum lond.
Stk. 4. Verkætlanin skal vera partur av útbúgvingini.
Stk. 5. Verkætlanin skal góðkennast av útbúgvingarstaðnum.
Kapittul 2
Upphæddir
§ 5. Stuðulsstovnurin ásetir upphæddina fyri ferðastuðulinum til verkætlanir. Landsstýrismaðurin góðkennir ásetingina.
Kapittul 3
Aðrar ásetingar og gildiskoma
§ 6. Umsóknarfreistin til ferðastuðul til verkætlanir verður ásett av Stuðulsstovninum.
§ 7. Stuðulsstovnurin ásetir, hvørji skjalprógv eru neyðug fyri at avgreiða umsóknirnar um ferðastuðul til verkætlanir.
§ 8. Sambært § 11 í lógini kunnu avgerðir sambært hesi kunngerð kærast til Kærunevnd Stuðulsstovnsins áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerð Kærunevndarinnar er endalig innan fyrisitingina.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 3 frá 2. februar 2000 um ferðastuðul til verkætlanir.
Mentamálaráðið, 22. januar 2003
Annlis Bjarkhamar (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)