26. januar 1984Nr. 5
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir hummara á landleiðini
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinri broytingum um fiskiveiðu á landleiðini, hevur landsstýrið saman við løgtingsins fiskivinnunevnd fyrisett:
§ 1
Í kunngerð nr. 97 frá 22. september 1982 um veiðu eftir hummara á landleiðini verður § 3, 1. stk. broytt til:
»Tað er ikki loyvt at nýta teinar (rúsur) við smærri meskum enn 24 mm x 36 mm « og § 3, 2. stk. broytt til:
»endaboyurnar (ella annað hóskandi flot) skulu vera merktar við bátsnummari við skilligum stavum og tølum«.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.
FØROYA LANDSSTÝRI, 26. januar 1984
Anfinn Kallsberg
landsstýrismaður
/ Julianna Klett