Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. januar 2020Nr. 5
Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág
Við heimild í § 18, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 30. apríl 2018, verður ásett:
§ 1. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 524 kr., verður einki tilskot veitt.
§ 2. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 524 kr. ella størri, er tilskotið:
1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 524 kr. ella størri, men minni enn 1.047 kr.,
2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.047 kr. ella størri, men minni enn 2.095 kr.,
3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.095 kr. ella størri, men minni enn 5.553 kr.,
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 5.553 kr. ella størri, og
5) 100% av tí partinum sum er 2.493 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár og hjá fyritíðarpensjónistum.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 91 frá 1. juli 2019 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.
Heilsumálaráðið, 27. januar 2020
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)