Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. januar 2002Nr. 5
Kunngerð um viðurkenning av útlendskum sjóvinnubrøvum til tænastu umborð á handilsskipum, sum broytt við kunngerð nr. 39 frá 1. mai 2012
Við heimild í § 12, stk. 4 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, verður ásett:
Allýsing og endamál
§ 1. Henda kunngerð ásetur nærri reglur fyri útgávu av føroyskari STCW-átekning á útlendsk sjóvinnubrøv (viðurkenningarprógv), sum eftir 1. februar 2002 verða kravd til tænastu umborð á skipum skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni (FAS) sum deksyvirmenn, maskinyvirmenn ella radiopassarar.
Stk. 2. Eitt “útlendskt sjóvinnubræv” sambært hesum reglum merkir eitt galdandi sjóvinnubræv útgivið av einum heimilaðum útlendskum myndugleika í einum landi, sum hevur undirskrivað STCW-sáttmálan, og
1) sum gevur rætt til tænastu sum yvirmaður umborð á handilsskipum í tí landi, og
2) sum er útgivið sambært reglugerð II/1, II/2, II/3, III/1, III/2, III/3, IV/2, V/1 ella VII/1 í STCW-sáttmálanum frá 1978, sum dagførdur í 1995.
Útgáva av viðurkenningarprógvum v.m.
§ 2. Viðurkenning av útlendskum sjóvinnubrøvum er treytað av,
1) at trygdarráðið hjá altjóða havfelagsskapinum IMO, MSC, hevur fráboðað, at avvarðandi limaland í sínari fráboðan til IMO hevur víst, at teir fult og heilt hava gingið undir tær treytir sum ásettar eru í STCW-sáttmálanum frá 1978, sum dagførdur í 1995,
2) at Sjóvinnufyrisitingin, í samráð við danska Sjóferðslustýrið, hevur tryggjað sær, og um neyðugt við eftirliti á staðnum, at avvarðandi fult og heilt lýkur sáttmálatreytirnar til førleika, útgávu av sjóvinnubrøvum, skráseting av útgivnum prógvum og upprættan av skipanum til innaneftirlit av útbúgvingum og útgávu av sjóvinnubrøvum, og
3) at tað sambært ásetingum í STCW-sáttmálanum er gjørd avtala um viðurkenning av sjóvinnubrøvum við avvarðandi land.
Stk. 2. Í serligum førum kann Sjóvinnufyrisitingin, eftir at málið hevur verið til ummælis hjá sjómanna- og reiðarafeløgum, viðurkenna útlendsk sjóvinnubrøv frá einum útgávulandi, hóast treytin í stk. 1, nr. 1 ikki er lokin.
Stk. 3. Sjóvinnufyrisitingin førur yvirlit yvir tey lond, sum eru umfataðið av stk. 1, nr. 3.
Stk. 4. Reiðaríir, sum ætla at seta sjófólk í starv, sum hava útlendsk sjóvinnubrøv, útgivin av einum landi, sum ikki er á tí í stk. 3 nevnda yvirliti, kann heita á Sjóvinnufyrisitingina ella danska Sjóferðslustýrið um at fyrireika avvarðandi útgávuland uppá mannagongdir sambært stk. 1, nr. 2.
§ 3. Umsókn um útgávu av einum viðurkenningarprógvi verður latin Sjóvinnufyrisitingini á serligum umsóknarblaði sum fæst frá Sjóvinnufyrisitingini.
Stk. 2. Umsóknarblaðið verður at fylla út og senda Sjóvinnufyrisitingini aftur í samsvari við vegleiðingina á umsóknarblaðnum.
§ 4. Útgáva av einum viðurkenningarprógvi er treytað av,
1) at umsøkjarin hevur eitt útlendskt sjóvinnubræv, ið ikki gongur út innan fyri teir komandi 6 mánaðirnar,
2) at umsøkjarin hevur prógvað samleika sín fyri Sjóvinnufyrisitingini, ella einum góðkendum stovni ella persóni, og víst kravd skjøl, sbr. vegleiðingina, og hevur staðið eina roynd, hvørs háttur og innihald verður ásett av Mentamálastýrinum, sbr. tó stk. 2 og 3 umframt § 6,
3) 1) at kunnleiki til føroyska sjóvinnulóggávu við útgávu av viðurkenningarprógvi, sum gevur rættindi til tænastu sum skipari, yvirstýrimaður, maskinstjóri ella 1. maskinmeistari er serskilt skjalprógvað við góðkendari próvtøku, ella við góðkendum úrsliti hevur útint eitt av Mentamálastýrinum góðkendum skeiði, og
4) at eitt reiðarí kann geva váttan um, at avvarðandi kann koma í tænastu umborð á eitt skip, sum er skrásett í Føroyum.
Stk. 2. Kravið um próvtøku, sbrt. stk. 1, nr. 2, kann víkja frá, tá Sjóvinnufyrisitingin hevur serligan kunnleika til útbúgvingar- og próvútgávuskipanina í útgávulandinum ella til útbúgvingarstovnin, har avvarðandi persónur hevur tikið útbúgving.
Stk. 3. Kravið um próvtøku, sbrt. stk. 1, nr. 2, kann harumframt eisini víkja frá, um so er, at ein til hetta góðkendur skipari ella maskinstjóri hevur staðfest og skriva út dugnaskaparváttan til ein persón, sum hevur virkað umborð í góðkendari tænastu, sum er umframt tað kravda, á einum skipi tilhoyrandi tað í stk. 1, nr. 4 nevnda reiðarí undir hesum treytum:
1) Áðrenn tænastan byrjar, skal reiðarin hava latið inn umsókn um viðurkenningarprógv samsvarandi § 3. Sjóvinnufyrisitingin vil hereftir skjótast gjørligt fráboða reiðarínum, um viðurkenningarváttan kann skrivast grundað á dugnaskaparváttanina.
2) Dugnaskaparváttanin, sum skal skrivast á eitt góðkent umsóknarblað, verður skrivað av skipara ella, um talan er um umsókn um prógv sum maskinyvirmaður, av maskinstjóranum, eftir at avvarðandi hevur verið í minsta lagi 1 mánaða í tænastu, sum er umframt tað kravda.
Stk. 4. Krav um roynd ella útint skeið, sbrt. stk. 1, nr. 3, kann í serligum føri víkja frá, tá kunnleiki um føroyska sjóvinnulóggávu á annan hátt kann skjalprógvast.
Stk. 5. Góðkenning til at kunna skriva dugnaskaparváttan, sbrt. stk. 3, er treytað av, at avvarðandi skipari ella maskinstjóri hevur føroyskt sjóvinnubræv og hevur luttikið á einum av Mentamálastýrinum ásettum skeiði til hetta endamál.
§ 5. Eitt viðurkenningarprógv verður útgivið fyri eitt tíðarskeið upp á í mesta lagi 5 ár. Gildistíðin kann ikki fara út um tíðarskeiðið, sum er galdandi fyri útlendska sjóvinnubrævið, sum viðurkenningarváttanin viðvíkur.
Stk. 2. Eitt útlendskt viðurkenningarprógv kann ikki brúkast sum grundarlag fyri útgávu av einum føroyskum viðurkenningarprógvi.
Viðurkenningarváttan til sjófólk sum frammanundan umsóknini hava siglingartíð við føroyskum skipum
§ 6. Fyri teir deks- ella maskinyvirmenn, sum kunnu skjalprógva í minsta lagi 1 ára góðkenda tænastu umborð á føroyskum skipum innan fyri 3 tey seinastu árini frammanundan umsóknini, fellur kravið um roynd burtur, sbrt. § 4, stk. 1, nr. 2, treytað av,
1) at avvarðandi sjófólk hevur eitt útlendskt sjóvinnubræv útgivið av einum landi, sum er skrásett á tí í § 2, stk. 3 nevnda lista, og
2) at við umsóknini fylgir ein dugnaskaparváttan.
Stk. 2. Dugnaskaparváttanin, sum nevnd er í stk. 1, nr. 2, skal vera givin av einum skipara ella, um talan er um ein maskinyvirmann, undantikið maskinstjóranum, av maskinstjóranum. Skiparin ávikavist maskinstjórin, skal hava verið í starvi saman við avvarðandi, soleiðis at dugnaskaparváttanin kann verða givin út frá einum sannroyndum grundarlagi.
Stk. 3. Av váttanini skal framganga,
1) á hvørjum føroyskum skipum avvarðandi hevur gjørt tænastu á innan fyri 3 tey seinastu árini og í hvørjari tænastu,
2) í hvørjum tíðarskeiðum avvarðandi hevur gjørt hesar tænastur (dagfesting fyri á- og avmynstringar),
3) á hvørjum skipi ella skipum skiparin ávikavist maskinstjórin, sum gevur váttanina, hevur verið í tænastu á saman við avvarðandi, umframt tíðarskeiðið fyri hesa tænastu, og
4) ein meting frá skipara ávikavist maskinstjóra um, hvussu skikkaður avvarðandi er til ta tænastu, hvørs viðurkenningarprógv søkt verður um.
Afturtøka av einum viðurkenningarprógvi
§ 7. Sjóvinnufyrisitingin kann taka aftur eitt viðurkenningarprógv um so er, at avvarðandi, ið prógvið hevur, við sigling sínari ella í aðrari tænastu umborð, hevur víst beinleiðis hóttan móti lívi, ogn ella umhvørvi, ella um tað vegna sálarligu ella likamligu støðuna verður mett óráð at lata avvarðandi virka framhaldandi í tí starvi, sum viðurkenningarprógvið gevur rætt til.
Stk. 2. Reiðaríið ábyrgdast fyri, at eitt afturtikið viðurkenningarprógv verður latið inn til Sjóvinnufyrisitingina.
Stk. 3. Tá avgerð er tikin um at taka aftur eitt viðurkenningarprógv, verður fráboðan um hetta send útgávulandinum.
Tænasta uttan viðurkenningarprógv
§ 8. Tænasta í einum starvi, sum krevur viðurkenningarprógv, er loyvd uttan viðurkenningarprógv í einum tíðarskeiði upp á í mesta lagi 3 mánaðir, um
1) avvarðandi sjófólk hevur eitt galdandi útlendskt sjóvinnubræv frá einum heimilaðum útlendskum myndugleika við einari STCW-átekning til ta tænastu, sum avvarðandi hevur,
2) útgávulandið er skrásett á tí í § 2, stk. 3 nevnda lista,
3) treytin í § 4, stk. 2, um fráfall av kravinum um roynd er lokin, ella Sjóvinnufyrisitingin hevur fráboðað, at viðurkenningarprógvið kann útgevast grundað á eina dugnaskaparváttan, jf. § 4, stk. 3.
4) treytin í § 4, stk. 1, nr. 3, er lokin, um talan er um tænastu sum yvirstýrimaður, maskinstjóri ella 1. maskinmeistari,
5) umsókn um viðurkenningarprógv er latin inn til Sjóvinnufyrisitingina samsvarandi galdandi vegleiðing áðrenn tænastan byrjar, og
6) frumritið av sjóvinnubrævinum er umborð saman við fullfíggjaðari skjalfestan fyri, at umsóknin er latin inn til Sjóvinnufyrisitingina.
Stk. 2. Fyri tænastu sum radiopassari krevst, umframt treytirnar í stk. 1, at viðkomandi radioprógv lýkur ásetingarnar í Radioreglugerðini.
Gildiskoma
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálastýrið, 30. januar 2002
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Kaj P. Mortensen (sign.)