Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 31-01-2007
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2007 A - Hefti 2 A frá 31. januar 2007
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. januar 2007Nr. 5

Kunngerð um lummapening til børn á samdøgursstovni stovnsettur við heimild í barnaverndarlógini

Við heimild í § 38, stk. 4 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd verður ásett:

§ 1. Tá barn er sett á samdøgursstovn, ið er stovnsettur við heimild í barnaverndarlógini, rindar stovnurin lummapening til barnið.

§ 2. Lummapeningur verður útgoldin einaferð um vikuna, um annað ikki er avtalað millum stovnin og barnið.

§ 3. Upphæddin, ið rindast skal, svarar til upphæddina, ið ásett er til lummapening fyri viðkomandi aldursbólk sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur.

Stk. 2. Um barn verður sett á stovn  uttanlands, er tað upphæddin fyri lummapening hjá viðkomandi stovni, ið er galdandi.

§ 4. Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu, innan 4 vikur eftir at verjin hjá barninum hevur fingið fráboðan um avgerðina, kærast til Kærunevndina í almannamálum.

Stk. 2. Kærunevndin kann víkja frá hesi freist, um serlig orsøk er til tað.

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

 

Almanna- og heilsumálaráðið, 30. januar 2007

 

Hans Pauli Strøm (sign.)

landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)