17. apríl 1998Nr. 50
Kunngerð um meirvirðisgjaldsfrítøku fyri sjóklæðir
Við heimild í § 12, stk. 2, smb. stk. 1, litra k í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum verður fyrisett:
§ 1. Við fiskifør, ið reka vinnuligan fiskiskap, er í hesi kunngerð at skilja tey fiskifør, ið eru meirvirðisgjaldsskrásett.
§ 2. Fyri at kunna selja sjóklæðir meirvirðisgjaldsfrítt, skal seljarin frá keyparanum hava avrit av dagførdum skrásetingarprógvi um, at keyparin er fiskifar, sum er meirvirðisgjaldsskrásett.
Stk. 2. Er keyparin manning av fiskifari, skal viðkomandi lata seljaranum avrit av dagførdum skrásetingarprógvi um, at fiskifarið er meirvirðissgjaldskrásett, og skal hetta hava áskrift frá reiðarínum ella skiparanum um, at keyparin er manning á fiskifarinum. Á skrásetingarpróvnum skal eisini standa navn, bústaður og føðingardagur keyparans.
§ 3. Fakturaavrit og avrit av skrásetingarprógvi eru skjalprógv hjá seljaranum í samband við uppgerð av meirvirðirgjaldsroknskapinum.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.