Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. apríl 2020Nr. 50
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin)
(Longd gildistíð fyri gildi av læknaváttan, fyri gildi av ástøðisroynd og fyri gildi av koyring við útlendskum koyrikorti uttan umbýting og broyting í steðgi í frálærutíðarskeiðnum í sambandi við COVID-19)
§ 1
Í kunngerð nr. 129 frá 26. september 2018 um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin), verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 19, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Læknaváttanin má ikki vera eldri enn tríggjar mánaðir, tá ið umsóknin verður latin inn, og ikki eldri enn eitt ár og níggju mánaðir, tá ið koyrikort verður útgivið.”
2. § 23 verður orðað soleiðis:
“§ 23. Koyrifrálærutíðarskeiðið er tað tíðarskeið, har umsøkjarin er undir koyriútbúgving. Frálæra í ástøðiligum evnum í ástøðishøli, venjingarakstri í verkligari koyrifrálæru, ástøðisroynd og verklig roynd er partur av koyrifrálærutíðarskeiðnum. Ástøðisroyndin og verkliga royndin eru ikki partur av frálæruni, sbrt. skjali 4.
Stk. 2. Umsøkjarar, sum eru fráverandi í koyrifrálærutíðarskeiðnum í meiri enn 3 mánaðir, skulu byrja koyrifrálæruna av nýggjum í samsvari við ásetingarnar í skjali 4.
Stk. 3. Umsøkjarar, sum í koyrifrálærutíðarskeiðnum eru fráverandi í mesta lagi 4 skúlatímar, sum hvør varar 45 minuttir í ástøðiligum evnum í ástøðishøli, kunnu undir serligum treytum sjálvir gjøgnumganga teir manglandi partarnar við sjálvlestri. Treytirnar hesum viðvíkjandi eru at finna í skjali 4, nr. 2.
Stk. 4. Orsøkin til fráveruna er týdningarleys.”
3. § 41, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Verklig roynd skal í seinasta lagi verða staðin 18 mánaðir eftir, at ástøðisroynd er staðin. Ástøðisroyndin varðveitir tó bert sítt gildi í upp til 18 mánaðir, um so er, at umsøkjarin samanhangandi er undir koyrifrálæru, sbrt. § 23, stk. 1 og 2.”
4. Í § 82, stk. 2 verður “90 dagar” broytt til: “180 dagar”.
5. Í § 83, stk. 2 verður “90 dagar” broytt til: “180 dagar”.
6. Skjal 3 í kunngerð nr. 129 frá 26. september 2018 um koyrikort og koyrifrálæru verður broytt sum ásett í skjali 1.
7. Skjal 4 í kunngerð nr. 129 frá 26. september 2018 um koyrikort og koyrifrálæru verður orðað sum ásett í skjali 2.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 17. apríl 2020
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Skjal 1
Í skjali 3, Ásetingar fyri nýtslu av lesiætlanum í koyriútbúgvingini, nr. 6.9. verður “nr. 4 í skjali 4.” broytt til: “nr. 2 í skjali 4.”.
Skjal 2
“Skjal 4
Steðgur í koyrifrálærutíðarskeiðnum
1. Grundarlag
1.1. Fyri at kunna lúka meginregluna um, at ástøðilig og verklig koyrifrálæra skulu fella inn í eina heild, og fyri at tryggja eina skilagóða koyrifrálæru, skal frálærugongdin hanga saman.
1.2. Ástøðisroyndin og verkliga royndin eru ein samskipaður partur av koyrifrálærutíðarskeiðnum, men eru ikki partur av frálærugongdini.
2. Sjálvlesnaður
2.1. Umsøkjarar, ið eru fráverandi frá koyrifrálæruni í mesta lagi 4 skúlatímar, sum hvør varar 45 minuttir í ástøðiligum evnum í ástøðishøli, kunnu undir serligum treytum heinta innaftur ta mistu frálæruna, við sjálvir at ganga gjøgnum tey vantandi ástøðiligu evnini – sjálvlesnaður.
2.2. Treytirnar fyri hesum eru:
2.2.1. Koyrilærarin skal tryggja sær, at umsøkjarin hevur nomið sær vitan um útbúgvingarmálini í viðkomandi ástøði í neyðugan mun og váttað hetta við undirskrift síni á lesiætlanina við viðkomandi skúlatíma.
2.2.2. Tað skal ganga fram av lesiætlan koyrilærarans, hvørjir skúlatímar í ástøðishøli eru gjøgnumgingnir sum sjálvlesnaður, sbrt. nr. 6.9. í skjali 3.
2.3. Avleiðingin av hesum er, at sjálvlesnaður má ikki vera partur av eini ætlaðari frálærugongd í útboði.”