Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. juni 2008Nr. 51
Kunngerð um serlig bútilboð, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 16. oktober 2013
Við heimild í § 32 e, stk. 2 og 3 í lov for Færøerne om offentlig forsorg, jfr. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988, sum broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 30. apríl 2007 verður ásett:
Kapittul 1
Alment
§ 1. Almannastovan og sjálvbodnir felagsskapir samstarva um skipan av serligum bútilboðum.
Stk. 2. Almannastovan kann, eftir umsókn, veita sjálvbodnum felagsskapum stuðul til at skipa serlig bútilboð.
Stk. 3. Stuðul verður latin til serlig bútilboð, ið eru ætlað persónum, ið hava so víðfevndar sosialar trupulleikar, at hesi ikki eru før fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað.
Kapittul 2
Sjálvbodnir felagsskapir og serlig bútilboð
§ 2. Sjálvbodnir felagsskapir sbrt. § 1 eru felagsskapir, sum:
1) Hava sjálvboðin sosial hjálparátøk sum týðandi part av sínum grundarlagi, har minstakravið er, at stýrið ella nevndin vanliga gera arbeiðið sjálvboðið og ólønt.
2) Byggja á eitt sjálvboðið grundarlag, t.v.s. ikki eru ásettir í lóggávu og sjálvir kunnu avtaka egið virksemi.
3) Ikki hava sum fremsta endamál at skapa vinning, og har eitt møguligt yvirskot ikki verður lutað út til limir, nevnd e.l., men verður nýtt til at røkka endamáli felagsskapsins við sjálvbodnum sosialum átøkum.
§ 3. Serlig bútilboð eru:
1) tilboð um bústað í longri tíðarskeið,
2) tilboð um fyribils bústað, og
3) tilboð um herbergi og dagtilhald.
Stk. 2. Bútilboð sbrt. stk. 1, nr. 1 og 2 veita búfólki umsorgan, virknisfremjandi stuðul, persónligan og praktiskan stuðul, búvenjing og annan mennandi stuðul.
Stk. 3. Stuðul sbrt. stk. 2 fevnir ikki um røkt, viðgerð og aðra hjálp, sum longu er lógarfest aðrastaðni í forsorgarlógini ella í aðrari lóggávu.
§ 4. Vanligar reglur um hjálp eftir forsorgarlógini og aðrari lóggávu eru galdandi, meðan hildið verður til í bútilboðnum.
Kapittul 3
Stuðul
§ 5. Skrivlig umsókn um stuðul skal latast Almannastovuni í seinasta lagi 15. august árið fyri stuðulsárið.
Stk. 2. Í umsóknini um stuðul skal vera:
1) Frágreiðing um felagsskapin og sjálvbodna sosiala arbeiðið, undir hesum virðisgrundarlag, mál, karmar um arbeiðið, viðtøkur og reglugerðir.
2) Frágreiðing um endamál, slag av tilboði sbrt. § 3, stk. 1, nr. 1-3, tal og innrætting av búrúmum og felagsrúmum, tal og slag av brúkarum umframt húsareglur fyri búfólkini.
3) Frágreiðing um, hvussu hølini lúka vanlig krøv um heilsu- og brunatrygd.
4) Tal av starvsfólkum, undir hesum lutfallið millum lønt og ólønt starvsfólk, og uppgávurnar hjá teimum ymsu starvsfólkunum.
5) Fíggjarætlan og neyv útgreining av upphæddini, ið søkt verður um. Undir hesum lønarútreiðslur og aðrar rakstrarútreiðslur.
Stk. 3. Almannastovan avgreiðir umsóknir sbrt. § 5, innan 2 mánaðir eftir móttøku.
§ 6. Játtan um stuðul verður givin við grundarlagi í umsóknini og skal nýtast í stuðulsárinum.
Stk. 2. Felagsskapir, sum hava fingið játtan, skulu í seinasta lagi 15. februar árið eftir lata Almannastovuni endaliga roknskapin saman við einari frágreiðing um arbeiðið og nýtslu av tilboðunum í farna árinum. Roknskapur gjørdur av løggildum ella skrásettum grannskoðara skal í seinasta lagi latast Almannastovuni saman við umsóknini um stuðul til árið eftir, tað vil siga 15. august.
Stk. 3. Stuðul verður goldin á konto frammanundan mánaðarliga ella hvønn ársfjórðing eftir avtalu millum felagsskapin og Almannastovuna.
Stk. 4. Ikki brúktur stuðul verður afturgoldin. Almannastovan kann tó gera av, at ikki brúktur stuðul í einum stuðulsári verður drigin frá stuðlinum í stuðulsárinum eftir.
§ 7. Stuðul til serlig bútilboð kann ongantíð fara upp um kostnaðin av at reka hesi bútilboð, tá ið gjøld fyri húsaleigu og onnur føst gjøld frá búfólkunum eru trekt frá.
Stk. 2. Stuðul er treytaður av, at ein partur av arbeiðinum í sambandi við bútilboð er sjálvboðið.
Stk. 3. Stuðul kann ikki veitast til íløgur til t.d. keyp av hølum, umvæling o.s.fr.
§ 8. Vísir eftirlitið sbrt. § 13, at umstøðurnar á viðkomandi bútilboði eru broyttar ítøkiliga í mun til játtanargrundarlagið, kann Almannastovan taka játtanina um stuðul aftur.
Kapittul 4
Upptøka og samstarv
§ 9. Upptøka í bútilboð sbrt. § 3, stk. 1, nr. 1 og 2 kann fáast við sjálvur at venda sær til bútilboðið ella við ávísing frá Almannastovuni ella øðrum almennum myndugleika.
Stk. 2. Ein fyritreyt fyri ávísing er, at tann ávísti frammanundan hevur verið í sambandi við viðkomandi bútilboð.
Stk. 3. Leiðarin av bútilboðnum tekur avgerð um upptøku og kunnar Almannastovuna, áðrenn avgerð um upptøku í bútilboð sbrt. § 3, stk. 1, nr. 1 verður tikin.
Stk. 4. Fyritreyt fyri at fáa játtað upptøku í bútilboð sbrt. § 3, stk. 1, nr. 1 er, at aðrir møguleikar at hjálpa sambært almannalóggávuni eru troyttir áðrenn.
§ 10. Í sambandi við upptøku í bútilboð sbrt. § 3, stk. 1, nr. 1 og 2, skulu búfólk kunnast um rættindi og skyldur undir uppihaldinum, undir hesum um gjalds- og húsareglur.
Stk. 2. Búfólk skulu samtykkja treytirnar fyri uppihaldinum og geva samtykki til, at upplýsingar viðvíkjandi upptøku o.a. verða útflýggjaðar til Almannastovuna ella aðrar viðkomandi stovnar.
Stk. 3. Umboð fyri bútilboð seta seg í samband við Almannastovuna, ella aðrar viðkomandi hjálparstovnar, um mett verður, at búfólk hava tørv á aðrari hjálp sum t.d. fíggjarligari hjálp, ráðgeving og vegleiðing um persónlig og sosial viðurskifti og viðgerðir.
Kapittul 5
Gjald fyri serlig bútilboð
§ 11. Búfólk á serligum bútilboðum sbrt. § 3, stk. 1, nr. 1 og 2 gjalda fyri uppihaldið.
Stk. 2. 1) Mánaðarliga gjaldið fyri bútilboð sbrt. § 3, stk. 1, nr. 1, íroknað ljós og hita, kann í mesta lagi verða kr. 1.674. Fevnir gjaldið eisini um kost, kann bútilboðið krevja í mesta lagi kr. 2.015 mánaðarliga afturat hesum gjaldi.
Stk .3. 1) Mánaðarliga gjaldið fyri bútilboð sbrt. § 3, stk. 1, nr. 2, íroknað ljós og hita, kann í mesta lagi verða kr. 2.000. Fevnir gjaldið eisini um kost, kann bútilboðið krevja í mesta lagi kr. 2.015 mánaðarliga afturat hesum gjaldi.
Stk. 4. Gjøldini sbrt. stk. 2 og 3 verða javnað í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum á hvørjum ári.
§ 12. Einki depositum verður goldið við innflytan í bútilboð.
Kapittul 6
Eftirlit og avgerðarmyndugleiki
§ 13. Almannastovan hevur eftirlit við, at treytirnar fyri at fáa stuðul til serlig bútilboð sambært hesi kunngerð verða yvirhildnar.
§ 14. Sambært hesi kunngerð hevur Almannastovan myndugleika at taka avgerð um játtan av stuðli til serlig bútilboð, eins og hvussu stuðulin skal býtast ímillum bútilboð sbrt. § 3.
Kapittul 7
Kærumyndugleiki
§ 15. Avgerðir viðvíkjandi umsókn um stuðul til skipan av serligum bútilboðum, tiknar sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum innan 4 vikur frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Kapittul 8
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Hóast ásetingina í § 5, stk. 1, er umsóknarfreistin fyri at fáa stuðul í 2008 30. juni 2008.
Stk. 3. Hóast ásetingina í § 6, stk. 2, 2. pkt., skal grannskoðaður roknskapur ikki latast saman við umsóknini um stuðul fyri 2008.
Almanna- og heilsumálaráðið, 4. juni 2008
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)