9. apríl 2025Nr. 51
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Undantak frá at skula landa svartkjaft í Føroyum til og við 15. juni 2025)
§ 1
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 48 frá 1. apríl 2025, verður í § 1 sum nr. 8 sett:
“8) Svartkjaftur.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 16. juni 2025.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 9. apríl 2025
Jóhan Christiansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)