Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. apríl 2020Nr. 51
Kunngerð um broyting í kunngerð um útgjald til persónar, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19
(Skerjing av lønarískoytinum, tá løntakarin eisini hevur aðra lønarinntøku)
§ 1
Í kunngerð nr. 26 frá 23. mars 2020 um útgjald til persónar, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19, verður § 5 orðað soleiðis:
“§ 5. Allar A-inntøkur skulu upplýsast fyri Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 2. Lønarískoytið fyri eitt útgjaldsskeið kann verða skert, um samlaða upphæddin av lønarískoyti og A-inntøkum, sum starvsfólk hevur vunnið rætt til frá arbeiðsgevara, sum ikki er arbeiðsgevarin sambært § 2, nr. 2 í hesi kunngerð, fer upp um 27.000 krónur um mánaðin.
Stk. 3. Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin sambært stk. 2 fer upp um 27.000 krónur um mánaðin, verður lønarískoytið skert við 50 oyrum.
Stk. 4. Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin sambært stk. 2 fer upp um 37.000 krónur um mánaðin, verður lønarískoytið skert við einari krónu.
Stk. 5. Tá samlaða A-inntøkan frá arbeiðsgevara, sum ikki er arbeiðsgevarin sambært § 2, nr. 2 í hesi kunngerð, fer upp um 32.000 krónur um mánaðin, dettur rætturin til lønarískoyti burtur.
Stk. 6. Hevur ella fær starvsfólkið rætt til sjúkradagpening undir sjúku, skal viðkomandi alt fyri eitt boða Arbeiðsloysisskipanini frá hesum. Lønarískoytið verður skert við sjúkradagpeninginum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri útgjaldsskeið sambært § 14 a í løgtingslógini frá og við 20. apríl 2020.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 17. apríl 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)