Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. juni 1979Nr. 51
Kunngerð um dagpening, sum seinast broytt við kunngerð nr. 3 frá 21. januar 1998
Við heimild í § 1, 3. og 5. stk., § 2, 2. stk., § 3, 2. stk., § 8, 2. og 3. stk. og § 15, 2. stk. í “Lov for Færøerne nr. 644 af 13. december 1978 om dagpenge ved sygdom eller fødsel” hevur Landsstýrið fyrisett:
Løntakari
§ 1. Løntakari sambært § 1, 2. stk., nr. 1, samanber 3. stk. í lógini, er tann, sum hevur ein arbeiðsgevara, frá hvørjum hann einki annað fær enn løn fyri egið arbeiði. Sostatt eru persónar, sum fáa gjald bæði fyri egið arbeiði og fyri tilfar ella vinnuliga nýtslu av egnum bili v.m., ikki løntakarar.
Stk. 2 1) Lønmóttakari, sum vegna arbeiðsloysi fær inntøku frá arbeiðsloysisgrunni ella líknandi skipan, hevur rætt til dagpening.
Dagpeningur í serligum førum
§ 2.1) Um persónur eftir metan Almannastovunnar kemur undir reglur um løn undir sjúku ella barnsburði sambært lóg ella sáttmála, og arbeiðsgevarin sýtir at gjalda slíka løn, rindar Almannastovan hesum persóni dagpening eftir § 1, 5. stk. í lógini um dagpening og krevur, um neyðugt við rættargangi, arbeiðsgevaran eftir goldnum dagpeningi.
2. stk. Útreiðslur til rættargang, ið ikki verða goldnar av arbeiðsgevaranum, verða roknaðar sum fyrisitingarútreiðslur sambært § 25, 1. stk., 2. pkt., í lógini um dagpening.
3. stk. Tá kvinna, sum er starvsfólk, sambært løgtingslóg um starvsmenn eigur hálva løn í 1 mánaða áðrenn og í mánaða aftaná barnsburð, verður helvtin av lønini at rokna sum løn sambært § 20, samanber § 8, 1. stk. í lógini um dagpening.
Dagpeningur uttanlands v.m.
§ 3. Persónur, sum annars eigur rætt til dagpening, eigur framhaldandi rætt til henda sambært § 2, 2. stk., nr. 1 í lógini, um viðkomandi er staddur á sjúkrahúsi uttanlands eftir ávísan av føroyskum sjúkrahúsi. Sama er um viðkomandi er staddur uttanlands í framhald av slíkari sjúkrahúsviðgerð har, og lækni mælir frá, at viðkomandi fer heim.
2. stk. Um persónur, sum annars eigur rætt til dagpening, er staddur uttanlands, verður Almannastovuni heimilað at veita framhaldandi dagpening, um hon metir, at grundin fyri at vera uttanlands er haldgóð.
3. stk. Um persónur hevur rætt til dagpening sambært lóggávuna í øðrum landi, hevur viðkomandi fyri sama tíðarskeið ikki rætt til dagpening sambært § 2, 2. stk., nr. 2 í lógini um dagpening.
4. stk. Um dagpeningur sambært lóggávuna í øðrum landi heldur uppat, og viðkomandi tá hevur rætt til dagpening sambært lógina um dagpening, verður tíðin, har dagpeningur er fingin úr øðrum landi, íroknað sum tíð, har dagpeningur er rindaður, í tíðarskeiðinum, sum umrøtt er í §§ 11 og 12 í lógini.
Partvíst arbeiðsføri
§ 4. Um persónur, sum annars eigur rætt til dagpening, sambært læknaváttan bert er førur fyri at arbeiða part av arbeiðsdegnum, kann Almannastovan sambært § 3, 2. stk. í lógini rinda dagpening, ið er lækkaður í mun til tann dagpening, sum viðkomandi hevði fingið, um hann var fult óarbeiðsførur. Lækkaði dagpeningurin skal samsvara tí parti av arbeiðsdegnum, viðkomandi ikki er førur fyri at arbeiða.
2. stk. Um persónur, sum annars eigur rætt til dagpening, er førur fyri at arbeiða allan dagin, men bert kann útinna part av vanliga arbeiðsúrslitinum sambært læknaváttan og váttan frá arbeiðsgevaranum um hetta og um munin millum veruligu lønina og vanliga løn, kan Almannastovan rinda dagpening, sum er lækkaður samsvarandi muninum millum vanliga løn og veruligu lønina.
3. stk. Um persónur, sum annars eigur rætt til dagpening, er arbeiðsførur, men eftir læknaboðum skal til kanningar ella viðgerðar einstakar dagar, ella part av degnum, kann Almannastovan rinda viðkomandi dagpening fyri teir dagar ella tann part av degnum, sum viðkomandi er noyddur at vera burtur úr arbeiði.
Frávik frá 5-vikuskeiðinum
§ 5. Almannastovuni verður heimilað at víkja frá 5-vikuskeiðinum í § 8, 1. stk., samanber 2. stk. í lógini og nýta longri ella styttri tíðarskeið, tá talan er um útróðrarmenn, samanber § 1, 4. stk. í lógini, og vánalig útróðrarlíkindi hava verið, men líkindi nú eru. Almannastovan kann treyta hetta av, at útróðrarlíkindi verða váttað av bygdaráð/býráð ella í serligum førum av øðrum.
2. stk. Tað, sum ásett er í 1. stk. um útróðrarmenn, er somuleiðis galdandi fyri tey, ið starvast á flakavirkjum og øðrum virkjum, í tann mun, virkini eru beinleiðis ávirkað av útróðrarlíkindum.
3. stk. Almannastovuni verður heimilað í øðrum førum enn teimum, sum nevnd eru í 1. og 2. stk. at rokna við øðrum lønartíðarskeiðum ásett er í § 8, 1. stk. í lógini, um tann, sum søkir um dagpening, kann setast javnt við teir bólkar, sum nevndir eru í 1. og 2. stk.
Serligt inntøkugrundarlag
§ 6. Almannastovuni verður heimilað sambært § 8, 3. stk. í lógini at útrokna dagpening á øðrum inntøkugrundarlagi enn ásett í § 8, 1. stk. í lógini, um inntøkan er ella – um óarbeiðsføri hevði ikki verið – vildi verið væl hægri ella lægri enn sambært § 8, 1. stk.
Tilmeldan til sjálvbodnu skipanirnar
§ 7. Tilmeldan til sjálvbodnu skipanirnar sambært §§ 13 og 14, samanber § 15, 2. stk. í lógini, fer fram við at
a) rinda tað gjaldið, sum landsstýrið hevur ásett, á inngjaldingarkorti, sum Almannastovan ger í samráð við Føroya Gjaldstovu og
b) senda inn tilmeldan í fullfíggjaðum líki á tilmeldingarkorti, sum Almannastovan ger.
2. stk. Um inngjaldingardagurin ikki sæst á tí skjali, sum Gjaldstovan fær frá Postverkinum, verður inngjaldingardagurin at rokna sum tann dagur, tá inngjaldingin er móttikin á Gjaldstovuni.
3. stk. Tilmeldan hevur gildi frá inngjaldingardegnum, um tilmeldanarkortið verður sent Almannastovuni í seinasta lagi 4 vikur aftaná inngjaldingardagin. Um tilmeldanarkortið verður sent seinni, hevur tilmeldan gildi frá tí degi, tilmeldanarkortið er móttikið á Almannastovuni.
4. stk. Um skeiv peningaupphædd verður inngoldin ella ófullfíggjað tilmeldanarkort sent, hevur tilmeldan gildi frá tí degi, tá tann írestandi peningaupphæddin er inngoldin og/ella fullfíggjað tilmeldanarkort er móttikið á Almannastovuni, samanber 2. og 3. stk.
§ 8. Henda kunngerð fær gildi 1. juli 1979.