Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. juni 2008Nr. 52
Kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu v.m. sum seinast broytt við kunngerð nr. 90 frá 2. juni 2015
1) Við heimild í §§ 9 og 17 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991 og løgtingslóg nr. 14 frá 16. mars 2015, verður ásett:
Kapittul 1
Allýsingar v.m.
§ 1. 2) Forskrift er at skilja sum teldutøk ella skrivlig ávísing ella bílegging í telefon av heilivági frá apoteki. Bílegging í telefaks er eisini at skilja sum forskrift. Forskrift er ætlað til ávísan persón ella ávíst dýr, ella viðvíkur heilivági til nýtslu í starvi hjá ávísandi sjálvum.
Stk. 2. Læknar, tannlæknar og djóralæknar kunnu ávísa heilivág á forskrift sum liður í útinnan av ávikavist lækna-, tannlækna- og djóralæknayrki.
§ 2. Skamtanarforskrift er at skilja sum ávísing sambært § 1, har heilivágurin á apotekinum skal fyllast í skamtíløt, ið eru ætlað til ítøkiligu nýtsluna av heilivágnum.
Stk. 2. Skamtílat inniheldur ein skamt av einum ella fleiri heilivágssløgum. Skamturin, ið skal takast til ávísa klokkutíð, skal greitt verða fráskildur øðrum skamti, ið skal takast aðra klokkutíð.
Stk. 3. Tannlæknar og djóralæknar kunnu ikki ávísa skamtanarforskriftir.
§ 3. Heilivággoymslubílegging er at skilja sum bílegging av heilivági til útflýgging frá apoteki til heilivággoymslu, sbr. kapittul 6. Leiðari við ábyrgd av goymsluni ella tiltaksfólk kunnu bíleggja til heilivággoymslu.
§ 4. Heilivágbílegging er at skilja sum bílegging av forskriftsskyldigum heilivági til útflýgging frá apoteki og ætlað til endamálini nevnd í kapitlunum 7 og 8. Heilivágbílegging kann eisini vera bílegging av øðrum enn heilivági. Heilivágbílegging kann fremjast av teimum fólkum, ið nevnd eru í kapitlunum 7 og 8.
Kapittul 2
Orðing av forskriftum
Vanligar forskriftir
§ 5. 2) Oyðubløð til forskriftir frá læknum og tannlæknum skulu vera gjørd til endamálið og góðkend av Heilsutrygd og apoteksverkinum.
§ 6. 2) Forskrift skal vera skilliga orðað, skrivað á teldu ella við væl lesiligari hondskrift. Á forskrift skulu ikki nýtast styttingar ella tekin, ið kunnu elva til misfatan.
§ 7. 2) Forskrift skal vera dagfest, áteknað við navni, starvsheiti íroknað serlæknaheiti, telefonnummari, møguligari sjúkrahúsdeild og bústaði, og skal vera undirskrivað við hond av ávísaranum.
Stk. 2. Forskriftir skulu skjalgoymast í minsta lagi í 1 ár eftir avgreiðslu.
§ 8. Á forskrift skal standa p-tal, navn og bústaður á tí persóni, ið forskriftin er stílað til.
Stk. 2. 2) Skal heilivágur nýtast til persón undir 18 ár og hevur persónurin ikki fingið p-tal, skal umframt føðingardagin hjá barninum, p-tal hjá einum av foreldrunum nýtast.
Stk. 3. 3) 2) Á forskrift til dýr skal umframt slag av dýri tilskilast navn, føðingardagur og nágreiniligur bústaður hjá eigaranum. Er talan um partafelag, skal navnið á felagnum og ábyrgdari viðmerkjast.
§ 9. 2) Á forskrift til farmaseutiskan sertilbúning skal nýtast tað navnið, sertilbúningurin er skrásettur við, dispenseringarformur, styrki á heilivágnum og eintýdd nøgd ella samdøgursskamtur í ásetta tíðarskeiði. Tilskilast skal eisini, hvat heilivágurin skal nýtast fyri.
Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru eisini galdandi fyri heilivág, ið ikki er marknaðarførdur í Føroyum, og sum verður útflýggjaður við serligum loyvi frá landsapotekaranum.
Stk. 3. Tá ið lækni ávísur heilivág á forskrift, skal apotekið útflýggja synonyman og bíligasta heilivágin í staðin fyri tann heilivág, ið bílagdur er: generiskt umbýti. Umbýtið verður gjørt eftir reglunum í § 44.
Stk. 4. Á forskriftini skal skilliga síggjast, um læknin ikki ynskir umbýti. Hetta verður gjørt við at skriva “ikki umbýtast” ella “- U”.
Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 3 og 4 eru ikki galdandi fyri skamtanarforskriftir.
§ 10. 2) Á forskrift til magistrellan tilbúning skal samansetingin verða skilað til og møgulig leiðbeining í tilgerð. Eisini skal verða skilað til eintýdda nøgd ella samdøgursskamt í ásetta tíðarskeiðið, og hvat heilivágurin skal nýtast fyri.
§ 11. 2) Á forskrift skal standa leiðbeining um, hvussu heilivágurin skal verða nýttur, hvat heilivágurin skal nýtast fyri og skamtan. Helst skal vera tilskilaður einkult- og samdøgurskamtur. Leiðbeiningin skal vera eyðskild.
Stk. 2. Víkur skamturin á heilivági frá vanligum viðgerðar/fyribyrgjandi skamti, skal á forskriftini týðuliga verða skilað til, at frávikið er tilætlað. Nøgdin á skamti skal vera strikað undir ella uppgivin eins væl við tølum sum við bókstavum.
Stk. 3. Á forskrift kann verða víst til leiðbeining, sum brúkarin skrivliga hevur fingið frá forskriftaávísaranum. Á forskriftina skal tá skrivast: ”Skamtur eftir skrivligari leiðbeining”.
§ 12. 2) Tilskilan um, hvussu ofta og við hvørjum títtleika heilivágur kann útflýggjast, og hvat heilivágurin skal nýtast fyri, skal standa á forskriftini aftaná hvørt heilivágslag, ið krevur hesa tilskilan. Tilskilanin skal vera eyðskild.
§ 13. Heilivágur á forskrift, ið ikki er skrásettur í sertilbúningarskránni hjá skrásetingarráðnum yvir heilivág, og sum minkar um førleikan at fáast við ella koyra motorakfør, sbr. “Bekendtgørelse om forbrugerpakninger til lægemidler optaget i Sundhedsstyrelsens specialitetsregister”, skal útflýggjast við ávaringartekini, um ávísarin á forskriftini tilskilar hetta. Tilskilanin skal standa beint undir ávísingini, sbr. § 35.
§ 14. Verður forskrift til heilivág ávíst til egna nýtslu ella til nýtslu í starvi hjá forskriftaávísaranum, eru ásetanirnar í §§ 11 og 12 ikki galdandi.
Stk. 2. Á forskrift, har heilivágurin skal nýtast í sambandi við starvið hjá forskriftaávísaranum skal verða tilskilað: “Til nýtslu í starvi”.
§ 15. 2) Á forskrift til heilivág, ið stendur í skjali 1 B í “Bekendtgørelse om euforiserende stoffer”, kann annar heilivágur ikki standa á sama oyðiblaði. Hetta er tó ikki galdandi fyri skamtanarforskriftir.
§ 16. 2) Á hondskrivaðari forskrift til heilivág, sum stendur í skjali 1 B í “Bekendtgørelse om euforiserende stoffer”, skal nøgd og styrki tilskilast við tølum og við bókstavum.
§ 17. Um lækni á forskrift ávísir heilivág, ið inniheldur evni úr skjali 1 B í “Bekendtgørelse om euforiserende stoffer”, til einstakling ella til nýtslu í starvi hjá ávísaranum sjálvum, eru ásetingarnar í §§ 15 og 16 galdandi.
Telefonforskriftir
§ 18. Bert persónar, sum nevndir eru í § 1, stk. 2, kunnu telefonera forskriftir til apotek.
Stk. 2. At telefonera forskriftir eigur at vera avmarkað mest møguligt.
Stk. 3. Forskriftir, ið eru telefoneraðar, kunnu bert avgreiðast eina ferð.
§ 19. Tann, sum telefonerar forskriftir til apotek, skal upplýsa navn, starvsheiti og annað neyðugt, so full vissa fæst um, hvør viðkomandi er.
§ 20. Forskrift, ið verður telefonerað, skal verða skrivað beinleiðis á serligt oyðublað gjørt til sama endamál, frámerkt “Telefonforskrift”.
Stk. 2. Tað skrivaða skal verða uppafturtikið av móttakaranum so hvørt.
Stk. 3. Telefonforskrift skal av móttakaranum áteknast, so tað sæst, hvør hevur tikið ímóti.
§ 21. Farmaseutur skal taka ímóti, tá forskriftir verða telefoneraðar til apotek, sí tó stk. 2.
Stk. 2. Apotekarin kann, um farmaseutur ikki er á apotekinum, eftir nærri ásettum reglum heimila farmakonomi at taka ímóti telefonforskriftum. Forskriftaávísarin skal í slíkum førum kunnast um, at viðkomandi ikki er farmaseutur.
§ 22. Upplýsingar eftir §§ 7-11 og § 14, stk. 2 eru eisini galdandi fyri telefonforskriftir (undantikið undirskrift).
Stk. 2. Á telefonforskriftum uppá heilivág til nýtslu í starvi hjá ávísaranum nýtast tó ikki upplýsingarnar í §§ 8 og 11.
§ 23. Telefonforskrift skal skjalgoymast á Apotekinum i 1 ár aftaná avgreiðslu.
Telefaksforskriftir
§ 24. Telefaksforskriftin skal lúka ásetingarnar í § 5 og innihalda upplýsingarnar í §§ 7-11.
Stk. 2. Á frumforskriftini hjá forskriftávísaranum skal standa “Telefaks”.
Stk. 3. Frumforskriftin kann ikki avgreiðast.
Stk. 4. Telefaksforskriftir kunnu bert avgreiðast eina ferð.
Stk. 5. Telefaksforskrift skal aftaná avgreiðslu skjalgoymast á apotekinum í 1 ár.
Skamtanarforskriftir
§ 25. Skamtanarforskriftin skal lúka ásetingarnar í § 5 og upplýsingarnar í §§ 7-9.
Stk. 2. Skamtanarforskrift kann ávísast eftir somu reglum sum aðrar forskriftir.
Stk. 3. Ávísandi lækni kann við forskrift leggja afturat ella strika heilivág, ella broyta skamtanina á heilivági, ið áður er fyriskrivaður á skamtanarforskrift.
Stk. 4. Skamtanarforskrift er galdandi í 2 ár, frá tí hon er ávíst av lækna ella frá tí degi, hon seinast er broytt.
Stk. 5. Skamtanarforskriftin og onnur skjøl í sambandi við skamtlutingina skulu skjalgoymast í minsta lagi 1 ár, eftir at skamtanarforskriftin er ógildað.
Talgildar forskriftir4)
§ 25 a. 4) Talgild forskrift skal lúka ásetingarnar í §§ 7-12 og § 15. Tó er kravið um undirskrift læknans sambært § 7, stk. 1 undantikið.
Stk. 2. 4) Talgild forskrift skal innihalda talgildu eyðmerking læknans.
Kapittul 3
Avgreiðsla av forskriftum
Eftirlit
§ 26. 2) 5) Við eftirlit er at skilja forskriftareftirlit, sbrt. stk. 2, avgreiðslueftirlit, sbrt. stk. 4 og 5 og útflýggingareftirlit, sbrt. § 27.
Stk. 2. 5) Apotekið skal síggja til, at allar forskriftir, ið skulu avgreiðast, eru orðaðar samsvarandi ásetingunum í kapittul 2. Forskriftaeftirlitið skal fevna um forskriftina í síni heild, íroknað ávísingar, sum ikki skulu avgreiðast beinanvegin. Eftirlitið skal fremjast av farmaseuti, sí tó stk. 3, og skal váttast við átekning á forskriftina, ella skrásetast talgilt.
Stk. 3. 2) 5) Apotekarin kann heimila farmakonomi at fremja eftirlitið av forskrift, undir ábyrgd apotekarans.
Stk. 4. 2) 5) Við avgreiðslueftirlit skal síggjast til, at heilivágurin er rætt avgreiddur. Hetta eftirlit skal farmaseutur ella farmakonomur gera, og síðani vátta við átekning á navnaseðilin ella við talgildari skráseting.
Stk. 5. 5) Avgreiðslueftirlit fara fram eftir ásetingunum í § 27.
Stk. 6. 5) Er forskrift áður avgreidd á føroyskum apoteki, er eftirlitið eftir stk. 2 ikki neyðugt.
Átekning
§ 27. 2) 5) Áðrenn apotekið útflýggjar heilivág, skal farmaseutur ella farmakonomur gjølla kanna, um at samsvar er ímillum forskrift, tann avgreidda heilivágin og tær upplýsingar, sum apotekið skal lata sambært § 33. Tann persónur, sum hevur ábyrgd av eftirlitinum, skal við síni átekning á navnaseðilin ella við talgildari skráseting vátta, at eftirlitið er framt.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi á vaktum, har bert ein farmaseutur ella farmakonomur er á Apotekinum.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi, tá heilivágur til dýr verður útflýggjaður frá neyðgoymslu, ið apoteksverkið eigur. Tað av landsapotekaranum góðkenda fyristøðufólkið á neyðgoymsluni kann í hesum førum útflýggja heilivágin eftir boðum frá farmaseuti ella vakthavandi.
Feilur í forskriftini
§ 28. Er forskrift ikki orðað í samsvar við ásetingina í kapitli 2, skal apotekið royna at bøta um mistakið.
§ 29. Hevur forskriftaávísarin gjørt mistøk, ella forskriftini væntar neyðugar upplýsingar fyri at verða avgreidd, skal apotekið venda sær til ávísaran, tá ið:
1) styrki, skamtan ella nýtsluøkið ikki tykist vera rætt, er ófullfíggjað ella villandi, ella um mett verður, at ávísanin/leiðbeiningin hevur fingið annan týdning, enn ætlað varð, ella
2) forskriftin viðvíkjur heilivági, sum inniheldur evnir, sum eru at finna í skjali 1 B í “Bekendtgørelse om euforiserende stoffer”.
Stk. 2. Farmaseutur ella farmakonomur, sum hevur heimild eftir § 21, stk. 2 skal venda sær til forskriftaávísaran, um nakar ivi er viðvíkjandi forskriftini, sbr. § 28.
Stk. 3. Úrslitið, sum apotekið fær av at venda sær til forskriftaávísaran, skal skrivast á forskriftina, dagfestast og verða váttað av tí persóni, sum hevur vent sær til forskriftaávísaran, eisini tá ið orðingin verður varðveitt.
Stk. 4. Er ikki møguleiki fyri at rætta møgulig mistøk, sum nevnd eru í stk. 1, kann forskriftin ikki avgreiðast uttan so at
1) mett verður, at tað kann fáa álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri sjúklingin, um viðkomandi ikki fær heilivágin útflýggjaðan, og viðgerðin av teirri orsøk verður útsett.
2) ongin ivi er um, hvat forskriftsskrivarin hevur ætlað skal standa á forskriftini.
Stk. 5. 2) Apotekið skal skjalprógva virksemið í § 29, stk. 4. Skjalprógvið skal goymast á apotekinum í 1 ár.
§ 30. Víkur umbidna nøgd frá teimum pakkieindum, ið skrásettar eru í sertilbúningarskránni hjá skrásetingarráðnum, verða tær eindir at avgreiða, ið eru næst tí umbidnu nøgdini.
Stk. 2. Verður heilivágur avgreiddur í fleiri pakkieindum av sama slagi, skal brúkarin verða kunnaður.
Upplýsingar
§ 31. Á forskriftaoyðublaðnum ella pakkilistanum til skamtluting skulu hesar upplýsingar setast:
1) Forskriftanummar.
2) Avgreiðsludagur.
3) Apoteksnavn.
§ 32. Brúkaraprísurin á hvørjum heilivági sær skal síggjast á forskriftini.
§ 33. 5) Á ílat til heilivág til einstakling ella dýr, skulu hesar upplýsingar setast:
1) Navn á persóni ella slag av dýri og navn á eigara.
2) Leiðbeining viðvíkjandi nýtslu, sbr. § 11, stk. 1.
3) Avgreiðsludagur.
4) Apoteksnavn.
5) (Strikað).
Stk. 2. Á ílat til heilivág til nýtslu í starvi hjá forskriftarávísaranum, skulu hesar upplýsingar setast:
1) Upplýsingarnar nevndir í stk. 1, nr. 4-5.
2) Navn á forskriftaávísaranum.
3) Tilskilanin “Til nýtslu í starvi”.
Stk. 3. Á íløt til heilivág, ið útflýggjaður verður til læknar og djóralæknar, tá ið heilivágurin skal útflýggjast víðari, skulu hesar upplýsingar setast:
1) 2) Upplýsingarnar nevndar í stk. 1, nr. 4-5.
2) Brúkaraprísur, sbr. § 32.
Stk. 4. Tá ið víðari verður útflýggjað, skal læknin ella djóralæknin seta upplýsingarnar, nevndir í stk. 1 nr. 1-3, dagfesting og egna átekning á navnaseðilin, ið apotekið hevur sett á ílatið.
§ 34. Upplýsingar eftir § 33, ið apotekið skal seta á ílat til heilivág, skulu prentast ella maskinskrivast á hvítan navnaseðil.
Stk. 2. Er pakkingin í fleiri lutum, skal um til ber navnaseðil setast á innara pakkitilfarið.
§ 35. Tríhyrningur við eins langum síðum skal setast á pakkan til heilivág, ið er undir ásetingini eftir § 13 um ávaringareyðkenni.
Bóking
§ 36. Apotekið skal í EDV-kervi bóka forskriftir til heilivág, sum viðvíkja ásetingunum í §§ 15 og 17.
Stk. 2. Bókingin verður at gera, so hon til eina og hvørja tíð kann vera til skjals hjá eftirlitinum.
§ 37. Ljóstak av bókingini sambært § 36, stk. 1 verður at senda landslæknanum hvønn mánað.
Stk. 2. Forskriftir sambært stk. 1 skulu skjalgoymast á apotekinum í 1 ár.
Útflýgging
§ 38. Verður minni útflýggjað, enn ávíst er, kann forskriftin avgreiðast av nýggjum áðrenn ásettu tíðarfreist. Tíðarmillumbilið verður stytt samsvarandi útflýggjaðari nøgd.
Stk. 2. Verður meira útflýggjað, enn ávíst er, verður tíðarmillumbilið longt samsvarandi.
Stk. 3. Útflýggjaða nøgdin tilsamans skal helst verða í samsvari við ávístu nøgdina, sbr. § 30.
§ 39. Forskrift til heilivág, ið ikki skal útflýggjast aftur, skal ógildast við stempli e.t.
Stk. 2. Telefon- og telefaksforskrift skal bert avgreiðast eina ferð. Hesar eru ikki undir ásetingunum í stk. 1 uttan so, at forskriftin verður latin frá apotekinum, ella er ávísing til heilivág, sum nevndur er í §§ 15 og 17.
§ 40. Forskrift til heilivág, ið nevndur er í §§ 15 og 17, skal ógyldast, tá ið avgreitt verður fyrstu ferð.
§ 41. 2) Avrit av forskrift til heilivág, ið bert skal útflýggjast eina ferð, og av forskrift, ið verður avgreidd fyri síðstu ferð, skal útflýggjast brúkaranum, tá ið viðkomandi biður um tað.
Leiðreglur
§ 42. Apotekarin skal orða leiðreglur, ið lýsa mannagongdir og málsræðisviðurskifti í sambandi við móttøku, avgreiðslu og útflýgging av forskriftum. Leiðreglurnar skulu góðkennast av landsapotekaranum.
Stk. 2. Apotekarin skal tryggja sær, at starvsfólk, ið avgreiða forskriftir, hava neyðuga eftirútbúgving og royndir at gera hetta á rættan hátt.
Kapittul 4
Generisk umbýting
§ 43. Tá ið “ikki umbýtast” ella “- U” ikki stendur aftanfyri tann bílagda heilivágin, sbr. § 9, stk. 4, eru ásetingarnar í stk. 2-7 galdandi.
Stk. 2. Apotekið skal flýggja út bíligasta heilivágin, ið sambært listan yvir heilivág til generisk umbýting er synonymur við bílagda heilivágin.
Stk. 3. 2) Ásetingin í stk. 2 verður ikki nýtt, tá ið munurin millum søluprísin á tí bílagda heilivágnum og eitt synonymt sambært listanum yvir heilivág til generisk umbýting er minni enn 50 kr.
Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 2 kann apotekið, um brúkarin ynskir tað, útflýggja tann bílagda heilivágin ella annan dýrari heilivág, ið sambært listanum yvir heilivág til generisk umbýting er synonymur við bílagda heilivágin.
Stk. 5. 2) Kann heilivágur eftir forskriftini útflýggjast fleiri ferðir, skal apotekið hvørja ferð útflýggja tann bíligasta heilivágin sambært listanum yvir heilivág til generiskt umbýti. Brúkarin kann tó avgera, at tann upprunaliga bílagdi heilivágurin skal útflýggjast.
Stk. 6. Á forskriftini skal síggjast, hvør heilivágur verður útflýggjaður.
Stk. 7. Eftirlitið eftir § 26, stk. 1 skal verða gjørt aftur, um annar heilivágur verður útflýggjaður, tá avgreiðslan verður uppafturtikin.
§ 44. Landsapotekarin fær heimild at seta nýggj heilivágsløg, ið standa á tilsvarandi donskum lista, til listan yvir heilivág til generiska umbýting.
Stk. 2. Hesar broytingar verða sendar apotekunum, samstundis sum tilskilað verður, nær broytingarnar fáa gildi. Eintøk av listanum kunnu fáast frá apotekunum.
Kapittul 5
Útlendskar forskriftir
§ 45. Forskriftir frá løggildum lækna í Finnlandi, Íslandi, Noreg ella Svøríki eru fevndar av hesi kunngerð, tó skal síggjast til, at:
1) Forskriftin er ávíst í heimlandi læknans.
2) 2) Forskriftin er dagfest/endurnýggjað minni enn 2 ár frammanundan, hon verður avgreidd.
Stk. 2. 2) Hóast ásetingina í stk. 1, skulu forskriftir til heilivág, sum er fevndur av § 15, ikki avgreiðast.
Stk. 3. 2) Hóast ásetingina í stk. 1 kunnu forskriftir til farmaseutiska sertilbúning bert avgreiðast, um so er, at sertilbúningin er skrásett og tøk til sølu bæði her á landi og í heimlandi læknans og inniheldur somu nøgd av virknum evni.
§ 46. Upplýsingar um norrønar læknar og heilivág, ið verður tøkur til sølu í norðurlondum, fáast hjá landsapotekaranum.
Kapittul 6
Heilivággoymslubíleggingar
§ 47. Heilivággoymslubíleggingar, t.e. bíleggingar av heilivági til megingoymslur á sjúkrahúsum og øðrum viðgerðarstovnum, skulu vera dagfestar og áteknaðar av tí persóni, ið bílagt hevur.
Stk. 2. Neyðugt er ikki við áteknan, tá ið bíleggingin verður gjørd eftir eini bileggingarskipan, ið frammanundan er avtalað millum ábyrgdarfólk fyri heilivággoymsluna og apotekið, soleiðis at bíleggingin kann gerast á tryggan hátt. Heilivággoymslubíleggingar av heilivági, ið nevndur er í § 15, skulu kortini vera áteknaðar av lækna.
Stk. 3. 2) Heilivággoymslubíleggingar kunnu bíleggjast skrivliga, á teldu, í telefaksi ella í telefonini.
§ 48. 2) Heilivággoymslubíleggingar skulu hava tær upplýsingar, sum nevndar eru í § 9, stk. 1 tó undantikið, hvat heilivágurin skal nýtast fyri.
Stk. 2. 2) Heilivággoymslubíleggingar skulu frámerkjast við navni á goymslu og deild á viðgerðarstovni.
§ 49. Tá ið heilivággoymslubíleggingar verða bílagdar í telefonini, eru ásetingarnar í §§ 19, 20, stk. 2 og 3, og § 23 galdandi. Farmaseutur ella farmakonomur skulu taka ímóti bíleggingunum.
Stk. 2. Tá ið bílagt verður í telefaksi, eru ásetingarnar í § 24, stk. 2-5 galdandi.
§ 50. Á heilivággoymslubílegging skal setast navnið á apotekinum, dagfesting av avgreiðsluni og undirskrift hjá eftirlitinum.
Stk. 2. Á ílatið á heilivágnum skal setast navnið á apotekinum og dagfesting av avgreiðsluni.
Stk. 3. Eftirlit við heilivággoymslubílegging, íroknað útflýggjan av bílagda heilivági, hevur farmaseutur ella farmakonomur.
§ 51. Apotekið skal í EDV-kervi bóka heilivággoymslubíleggingar, ið viðvíkja ásetingunum í § 15.
Stk. 2. EDV-listar av heilivági, sum eftir stk. 1 eru skrivaðir í EDV-kervi, skulu sendast landslæknanum eina ferð um mánaðin. Heilivággoymslubíleggingar og EDV-listarnir skulu goymast á apotekinum í 1 ár.
§ 52. Heilivággoymslubílegging skal bert avgreiðast eina ferð.
Kapittul 7
Heilivágbílegging til sjúkrahúsdeildir o.l.
§ 53. Bílegging av forskriftaskyldigum heilivági til sjúkrahúsdeildir og deildir á tílíkum stovnum og til røktarheim skal lækni ella tannlækni gera.
Stk. 2. Læknar ella tannlæknar, ið hava ábyrgd av eini deild, kunnu tó avgera, at heilivágur til deildina, eftir nærri ásettum reglum, kann bíleggjast av ávísum ábyrgdarfólki.
Stk. 3. Stk. 2 er ikki galdandi fyri bílegging av heilivági eftir § 15.
§ 54. Heilivágbíleggingar frá sjúkrahúsdeildum o.l. eru fevndar av ásetingunum í §§ 48, 49, stk. 1 og § 50.
§ 55. 2) Heilivágbílegging frá sjúkrahús-deildum o.l. skal avgreiðast eftir reglunum í § 50.
§ 56. Heilivágbílegging frá sjúkrahúsdeild o.l. skal bert avgreiðast eina ferð.
Kapittul 8
Heilivágbílegging til onnur endamál
§ 57. 2) Heilivágbíleggingar til tey í §§ 58, 60-62 og 65 nevndu endamál skulu vera dagfest, innihalda navn á ávísaranum, starvsheiti, bústað og hondskrivaða undirskrift.
Stk. 2. Heilivágbíleggingar skulu avgreiðast eftir ásetingunum, sum galdandi eru fyri avgreiðslu av forskriftum, sbr. kapittul 3.
Stk. 3. Heilivágbíleggingar kunnu bert avgreiðast eina ferð.
§ 58. Loyvt er ljósmøðrum, til nýtslu í starvi, at bíleggja hesi sløg av heilivági:
1) Tablettir við methylergometrin 0,125 mg.
2) Upploysing til innspræning við methylergometrin 0,2 mg/ml.
3) Upploysing til innspræning við oxytocin 10 i.e./ml.
4) Upploysing til innspræning við mepivacain 5 mg/ml og 10 mg/ml.
§ 59. 2) Á heilivágsløgini, nevnd í § 58, skal apotekið seta hesar upplýsingar:
1) Navn ljósmóðursins.
2) Navn apoteksins.
3) Avgreiðsludagfesting.
4) Átekning “Til nýtslu í starvi”.
5) Undirskrift hjá teimum persónum, ið ábyrgd hava av eftirlitinum, sbr. §§ 26 og 38.
§ 60. Loyvt er heimasjúkrarøktarfrøðingi skrivliga at bíleggja upploysing til innspræningar við adrenalin 1 mg/ml í ampullum á 1 ml til nýtslu í starvi.
Stk. 2. Á heilivágslag, ið nevnt er í stk. 1, skal apotekið seta hesar upplýsingar:
1) Navn heimasjúkrarøktarfrøðisins.
2) 2) Tær í § 59, nr. 2-5 nevndu upplýsingar.
§ 60 a. 1) Loyvt er tannrøktarum, sum hava løggilding sbrt. § 65, stk. 1 í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed, og sum hava egið vinnuvirksemi sum slíkir, skrivliga at bíleggja niðanfyri nevnda heilivág til nýtslu í praksis:
1) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur mepivacain uttan vasokonstriktor: Upploysing til innspræningar 30 mg/ml í tubulum á 1,7 ml ella 1,8 ml.
2) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur lidocain tilsett vasokonstriktor (katekolamin): Upploysing til innspræningar 2%, 1 ml, sum inniheldur 20 mg av lidocain og 12,5 mikrogram av adrenalin í tubulum á 1,8 ml.
3) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur mepivacain tilsett vasokonstriktor (katekolamin): Upploysing til innspræningar, 1 ml inniheldur 20 mg av mepivacain og 10 mikrogram av adrenalin, tubulur á 1,7 ml.
4) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur prilocain tilsett vasokonstriktor (felypressin): Upploysing til innspæningar 3%, 1 ml inniheldur 30 mg prilocain og 0,54 mikrogram felypressin, tubulur á 1,8 ml.
5) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur articain tilsett adrenalin: Upploysing til innspræningar 4%, 1 ml inniheldur 40 mg articain og 5 mikrogram adrenalin, tubulur á 1,7 ml.
6) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur articain tilsett adrenalin: Upploysing til innspræningar 4%, 1 ml inniheldur 40 mg articain og 10 mikrogram adrenalin, tubulur á 1,7 ml.
7) Adrenalin upploysing til innspræningar 1 mg/ml í ampullum á 1 ml.
8) Tilbúningar, sum innihalda natriumfluorid:
a) Dental suspensión 50 mg natriumfluorid/ml.
b) Dental suspensión í lakki, sum inniheldur 60 mg natriumflourid/ml og 60 mg calciumfluorid/ml.
c) Upploysing at skola munnin við 0,2% natriumfluorid.
d) Upploysing at pensla tenn við 2% natriumfluorid.
Stk. 2. Uttan á heilivágssløg, ið nevnd eru í stk. 1, skal apotekið seta hesar upplýsingar:
1) Navn tannrøktarans.
2) Tær í § 59, nr. 2-5 nevndu upplýsingar.
§ 61. Loyvt er skiparum og reiðarum móti lógváttan skrivliga at bíleggja heilivágsløg, har forskrift annars krevst, eftir reglum, ið galdandi eru.
Stk. 2. 2) Apotekið skal fylgja ásetingunum í § 51, tá ið heilivágur eftir § 15 verður avgreiddur.
§ 62. Framleiðari av bjargingarbátum, ella leiðari av lóggildum tænastustovni, ið hevur eftirlit við og pakking av bjargingarbátum til skip, kunnu bíleggja heilivág v.m. til hesar bátar, í tann mun heilivágurin eftir galdandi reglum saman við aðrari bjargingarútgerð er kravdur at vera í bjargingarbátinum.
Stk. 2. Bíleggingarseðil av heilivági til bjargingarbátar og -flakar skal innihalda upplýsingar um framleiðara ella tænastustovn og nummar á bjargingarbátinum ella -flakanum.
Stk. 3. Apotekið skal fylgja ásetingunum í § 51, tá ið heilivágur eftir § 15 verður avgreiddur eftir heilivágbílegging.
§ 63. 2) Heilivágsløg, ið eru fevnd av ásetingunum í §§ 61 og 62, skulu hava hesar upplýsingar:
1) 2) Átekningar eftir § 59, nr. 2, 3 og 5.
2) Upplýsingar, ið kravdar eru eftir reglum siglingarstýrisins um útgerð av heilivági v.m. á føroyskum skipum.
§ 64. Bíleggingarseðlar av heilivági til útgerð á skipum skulu skjalgoymast á apotekinum í 1 ár.
§ 65. Virkir, ið hava sveisiarbeiði um hendi, kunnu bíleggja cinkain eygnasalvu 0,5% í einnýsluíløtum.
Stk. 2. Bíleggingin skal gerast á bíleggingarseðlar, ið Arbeiðseftirlitið hevur til endamálið.
Stk. 3. Apotekið sendir bíleggingarseðilin við átekning til Arbeiðseftirlitið áðrenn 8 dagar aftaná avgreiðslu. Ljóstak av bíleggingarseðlinum sendir apotekið við átekning til virkið.
Stk. 4. 2) Apotekið skal átekna heilivágin, ið nevndur er í stk. 1, sambært ásetingunum í § 59, nr. 2, 3 og 5.
Kapittul 9
Forskriftaskylda og útflýggingarbólkar
§ 66. Heilivágur er forskriftaskyldigur um:
1) landsstýrismaðurin eftir tilmæli frá landsapotekaranum hevur ásett hetta, ella
2) heilivágurin inniheldur eitt ella fleiri av teimum evnum, ið nevnd eru í skjali 1 í “Bekendtgørelse om euforiserende stoffer” . Hetta er tó ikki galdandi fyri tilbúningar, har nøgdin er so lítil, at undantak er frá lógini.
Stk. 2. Heilivágur, ið er skrásettur í heilivágskránni hjá skrásetingarráðnum, er ikki fevndur av stk. 1, nr. 2.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 1, nr. 2 er ikki galdandi fyri heilivág, har evnið ella evnini bert eru í heilivágnum sum hjálparevni.
Stk. 4. Forskriftaskyldigur heilivágur kann bert útflýggjast frá apoteki eftir gildugari forskrift, heilivággoymslubílegging ella heilivágbílegging.
§ 67. Forskriftaskyldigur heilivágur verður bólkaður í 4 útflýggingarbólkar: A, B, “Útflýgging til sjúkrahús” og “Útflýgging til serlæknar í...”.
Stk. 2. 2) Heilivágur í útflýggingarbólki A kann bert útflýggjast eina ferð eftir somu forskrift, uttan so at útflýggjað verður í fleiri smærri nøgdum, sí tó § 39.
Stk. 3. Heilivágur í útflýggingarbólki B kann bert útflýggjast eina ferð eftir somu forskrift, uttan so at á forskriftini stendur, hvussu ofta og við hvørjum tíðarmillumbili útflýggjast skal.
Stk. 4. Heilivágur í bólkinum “Útflýgging til sjúkrahús” kann bert útflýggjast til sjúkrahús, uttan so at landsstýrismaðurin í ávísum føri avgerð annað. Heilivágurin skal útflýggjast eftir somu ásetingum, ið galdandi eru fyri heilivág í bólki A sambært stk. 2.
Stk. 5. Heilivágur í bólkinum “Útflýgging til serlæknar í...” kann bert útflýggjast til sjúkrahús ella eftir forskrift frá ávísum serlæknum, uttan so at landsstýrismaðurin í ávísum føri avgerð annað. Landsstýrismaðurin avgerð fyri hvønn einstakan heilivág, hvør serlækni fær loyvi at ávísa heilivágin. Heilivágurin skal útflýggjast eftir somu ásetingum, ið galdandi eru fyri heilivág í bólki A sambært stk. 2.
§ 68. Heilivágur, ið ikki er skrásettur í heilivágskránni hjá skrásetingarráðnum kemur undir útflýggingarbólk A.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í ávísum føri gera av, at heilivágur skal útflýggjast eftir øðrum ásetingum enn teimum, ið nevndar eru í stk. 1.
§ 69. 2) Heilivágur, ið ikki er skrásettur í Føroyum, men kortini verður útflýggjaður við serloyvi frá landslæknanum ella landsdjóralæknanum, skal útflýggjast eftir ásetingunum, ið galdandi eru fyri útflýggingarbólk A sambært § 67, stk. 2.
§ 70. Tá støða verður tikin til, hvørjir heilivágir skulu hava forskriftaskyldu, og hvønn útflýggingarbólk heilivágur skal setast í, verður mett, um evnið er vandamikið, og um serlig óheppin árin kunnu standast av nýtsluni. Sama fyrivarni verður eisini tikið, tá ið heilivágur verður bólkaður í útflýggingarbólkarnar A og B.
§ 71. Tá ið heilivágur verður settur í ein ávísan útflýggingarbólk sbr. skjal 1 í “Bekendtgørelse om euforiserende stoffer”, koma derivatir og salt í sama útflýggingarbólk.
Kapittul 10
Ymsar ásetingar
§ 72. Landsapotekarin skal fráboða heilivágveitandi læknum og djóralæknum, sjúkrahúsum o.l. um heilivág, ið av framleiðarunum verður tikin úr søluliði.
§ 73. Apotek skulu flýggja út heilivág uttan trygd fyri gjald, tá ið lækni á forskrift tilskilar:
1) at vøran er fyri neyðini beinanvegin, og
2) hvør væntandi seinni skal gjalda fyri heilivágin.
§ 74. Forskrift er í gildi 2 ár aftaná dagfesting. Forskriftaávísarin kann kortini við átekning ógilda forskriftina áðrenn 2 ár aftaná dagfesting.
Stk. 2. Heilivággoymslubíleggingar og heilivágbíleggingar, ið nevndar eru í kapitlunum 6-8, eru í gildi 2 ár aftaná dagfesting.
§ 75. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri og undir treytum, ið ásettar verða í hvørjum einstøkum føri, loyva frávik í ásetingunum frammanfyri ella seta fram fleiri krøv.
§ 76. 2) Við bót verður tann revsaður, ið brýtur §§ 20-21, § 23, § 24, stk. 3 og 4, § 26, stk. 1-3, §§ 28-41, § 43, stk. 2 og 4-7, § 45, §§ 49-52, §§ 55-56, § 57, stk. 2 og 3, § 59, § 60, stk. 2, §§ 63-64, § 65, stk. 3 og 4, § 66, stk. 4, § 67, stk. 2-5, § 68, stk. 2, § 69 og §§ 73-74.
Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í kap. 5 í revsilógini.
§ 77. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 14 frá 31. januar 1994 um forskriftir og forskriftaskyldu við seinni broytingum.
Almanna- og heilsumálaráðið, 4. juni 2008
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)