Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. august 1966Nr. 52
Kunngerð um førararoyndir, førarabrøv v.m. hjá førara av akførum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 184 frá 18. desember 1992
Eftir §§ 18, 18a og 19 í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu sum broytt í løgtingslóg nr. 44 frá 3. august 1965 hevur landsstýrið fyrisett fylgjandi um førararoyndir og førarabrøv v.m.
§ 1. Førarabræv kann bert gyldugt av landfútanum gevast persónum, sum hava heimstað í Føroyum eftir at hava tikið roynd hjá bileftirlitsmanninum ella hjálparmanni hansara. Undir serstøkum umstøðum kann landfútin tó loyva, at roynd verður tikin í Føroyum, hóast persónur bert hevur fyribils tilhald her.
Stk. 2.1 Roynd kann verða tikin at fáa førarabræv til fylgjandi bólkar av motorakførum:
1) Bólkur A.
– A 1: Motorsúkkla
– A 2: Motorsúkkla við síðuvogni (Uppískoyti til A1 og kann einans latast umsøkjara, sum hevur førarabræv til A1)
2) Bólkur B.
Vanligur persónbilur.
3) Bólkur C.
Lastbilur.
4) Bólkur D.
Stórur persónbilur.
5) Bólkur E.
Stórur viðfestivognur, antin saman við koyrikorti til vanligan persónbil (B), ella saman við koyrikorti til lastbil (C) ella stóran persónbil (D).
6) Traktor.
Stk. 3.1 Førarabrøvini geva rætt til at føra motorakfør soleiðis:
1) Førarabræv til bólk A (motorsúkklu) gevur rætt til at føra:
A1: Motorsúkklu og 3 hjólað motorakfar hvørs egintyngd ikki fer upp um 400 kg.
A2: Motorsúkkla við síðuvogni.
2) Førarabræv til bólk B (vanligur persónbilur) gevur rætt til at føra:
Persónbil við hægst 8 sessum umframt førarasessinum og eini totalvekt ikki yvir 3.500 kg.
Vørubil við eini totalvekt ikki yvir 3.500 kg.
Persón- ella vørubil við íkoplaðum viðfestivogni við eini loyvdari totalvekt ikki yvir 750 kg.
Persón- ella vørubil við íkoplaðum viðfestivogni við eini loyvdari totalvekt yvir 750 kg., um totalvektin á bili og viðfestivogni samanlagt ikki fer upp um 3.500 kg.
3 hjólaða motorsúkklu.
Traktor og arbeiðsamboð.
3) Førarabræv til bólk C (lastbil) gevur rætt til at føra:
Lastbil við loyvdari totalvekt yvir 3.500 kg, lastbil við íkoplaðum viðfestivogni við eini loyvdari totalvekt ikki yvir 750 kg.
Øll motorakfør sum kunnu førast av persónum við førarabrævi til bólk D.
Motordrivnan bulvogn, traktor og arbeiðsamboð.
4) Førarabræv til bólk D (stórur persónbilur) gevur rætt til at føra:
Persónbil við yvir 8 sessum umframt førarasessin ella við eini loyvdari totalvekt yvir 3.500 kg, stóran persónbil við íkoplaðum viðfestivogni við eini loyvdari totalvekt ikki yvir 750 kg.
Øll akfør sum kunnu førast av persónum, sum hava førarabræv til bólk C.
5) Førarabræv til bólk E (stórur viðfestivognur/leguvognur) gevur rætt til at føra:
Viðfestivogn/leguvogn við eini loyvdari totalvekt yvir 750 kg, antin í sambandi við førarabræv til vanligan persónbil (bólk B), ella í sambandi við førarabræv til bólk C ella D.
Førarabræv til bólk E í sambandi við førarabræv til bólk C ella D gevur rætt til at føra stóran viðfestivogn í sambandi við vanligan persónbil (bólk B), og til at føra lastbil við íkoplaðum bulvogni.
Stk. 4.1 Til tess at taka roynd eftir stk. 2, hevur umsøkjarin skyldu at hava akfar við, sum bileftirlitið góðtekur til nýtslu undir royndini.
Stk. 5.2 Áðrenn koyriroynd kann verða tikin samb. stk. 2, nr. 1-8, skal umsøkjari, sum ikki áður hevur havt koyrikort til motorakfar av sama slagi, skjalprógva fyri bileftirlitinum at hava fingið frálæru í koyring í myrkri frá góðkendum koyrilærara. Í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. september kann koyriroynd fremjast og koyrikort latast uttan hesa skjalpróvførslu, men skal viðkomandi innan 1. desember sama ár skjalprógva fyri bileftirlitinum at hava fingið frálæru í koyring í myrkri frá góðkendum koyrilærara.
§ 2.3 Koyrikort til motorakfar, ið vinnuliga verður nýtt til fólkaflutning, kann latast persóni, sum
a) hevur fylt 22 ár,
b) í tí í § 2, stk. 2, a) nevnda dømi javnan í minst 1 ár hevur koyrt bil og í tí í § 2, stk. 2, b) nevnda dømi javnan í minst 1 ár hevur koyrt lastbil ella vøruvogn, hvørs loyvda totalvekt er meira enn 3.500 kg ella persónbil við meira enn 8 sessum umframt førarasessin,
c) hevur staðið serliga roynd hjá bileftirlitinum, og undir royndini sýnt serligan dugnaskap.
Stk. 2.3 Royndin verður tikin við:
a) persónmotorvogni við eginvekt ikki undir 850 kg ella
b) persónmotorvogni við meira enn 8 sessum umframt førarasessin.
Stk. 3. Roynd, sum tikin er við akfari, sum tilskilað undir stk. 2, litra a), gevur rætt til vinnuligan persónsflutning við persónmotorvogni við hægst 8 sessum umframt førarasessin. Roynd tikin við akfari, sum tilskilað undir stk. 2, litra b), gevur rætt til vinnuligan persónsflutning við persónmotorvogni bæði við hægst 8 sessum sum yvir 8 sessum umframt førarasessin (stórur persónmotorvognur).
4. stk.4 Førarabræv til motorakfar, sum nýtt verður til vinnuligan fólkaflutning er galdandi í 5 ár frá degnum, tað er givið.
§ 3. Eftir at hava tikið royndina verður førarabræv givið til motorakfør, sum viðkomandi hevur rætt at føra, og til vinnuligan persónsflutning við akfari av tí ella teim sløgunum, sum royndin er tikin til. Gjaldið fyri førarabræv er 10 kr.
§ 4. Motorakfar má onki nýtast til royndarakstur fyrr enn tað eftir frásøgn til politivaldið og fyrivísing hjá bileftirlitsmanninum hevur fingið góðkenning til tílíka nýtslu.
Stk. 2. Verður motorakfar nýtt, sum er serstakliga gjørt til royndarakstur, til annað enn royndarakstur ella førararoynd, skulu tey serstøku nýtslutólini vera tikin burtur, lagt omanyvir ella læst á forsvarligan hátt, uttan so, ongin er á tí plássinum, sum tey verða nýtt í. Verður akfarið lænt út, nýtt til vinnuligan persónsflutning ella leigað burtur uttan førara, skulu hernevndu nýtslutól takast av og beinast burtur frá akfarinum.
§ 5. Motorakfør í nýtslu til royndarakstur skulu bæði aftan og framman hava eitt av politivaldinum góðkent hvítt skelti við orðinum “SKÚLAVOGNUR“ í minst 8 cm høgum svørtum bókstavum, ella orðið “SKÚLACYKLA“ í minst 3 cm høgum bókstavum. Skeltið má bert verða nýtt undir royndarakstri. Undir førararoynd má akfarið ikki hava hesi skeltini, reklamur ella annað, sum eyðkennir akfarið sum skúlaakfar.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.
Stk. 2. Førarabræv, sum givið er fyri hesa kunngerð, galda framvegis óbroytt.
Stk. 3. Landfútanum er heimilt í spurningum um endurnýgging av førarabrøvum, sum givin eru fyri hesi kunngerðini, eftir áheitan uttan roynd at broyta ella víðka um gildisumráð hjá førarabrævi samsvarandi reglunum í hesi kunngerðini, um so er, at fyrr givin førarabrøv góvu rættindir at føra akfør, sum koma ikki undir nýtt førarabræv, og umsøkjarin trúliga innanfyri tey seinastu 5 árini í nakað longum skeiðum hevur ført tílíkt akfar.
Stk. 4. Landfútin kann við samtykki frá bileftirlitsmanninum geva undantaksloyvi frá reglunum í hesi kunngerð, tá ið tað í einstøkum førum ætlast rímiligt og forsvarligt, og at avvik verða ikki gjørd frá reglunum sum fyrisett í sjálvari ferðslulógini.
1) Broytt við kunngerð nr. 184 frá 18. desember 1992.
2) Broytt við kunngerð nr. 42 frá 10. apríl 1992.
3) Broytt við kunngerð nr. 92 frá 8. august 1986.
4) Broytt við kunngerð nr. 71 frá 5. juni 1986.