Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. apríl 2025Nr. 52
Kunngerð um sigling fram við landi, har fuglur heldur til
Við heimild í §§ 20 og 45 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2013, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin ásetur reglur um sigling undir fuglabjørgum og aðrastaðni fram við landi, har fuglur heldur til, og út á 500 m úr landi. Økini eru tilskilað á kortum í skjali 1.
Stk. 2. Tá ið siglt verður í teimum í skjali 1 tilskilaðu økjunum, skal siglingin vera í samsvari við reglurnar í hesi kunngerð.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð skulu hesi hugtøk skiljast soleiðis:
1) Motorrikið stuttleikafar: far við skrokklongd undir 4 metrar, sum er bygt til at verða ført av persóni, ið situr ella stendur á skrokkinum, eitt nú vatnskutari.
2) SOG: stytting fyri enska heitið Speed Over Ground, á føroyskum hildin ferð.
3) Ramsar-øki: Nólsoy, Mykines og Skúvoy, sum lýst á kortum í skjali 2.
Siglingarreglur
§ 3. Tá ið siglt verður í økjum sbrt. § 1, stk. 1, skal allar árstíðir farast fram við fyriliti, so at fuglur á landi og á sjónum verður órógvaður sum minst.
Stk. 2. Í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 31. august er bannað:
1) at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman, hildin ferð, og
2) at halda óneyðugan gang, eitt nú við hørðum tónleiki.
§ 4. Í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 31. august er bannað at sigla við motorriknum stuttleikaførum í Ramsar-økjum, sí skjal 2.
Stk. 2. Motorrikin stuttleikafør kunnu, hóast bannið í stk. 1, sigla inn og út úr havnum í Ramsar-økjum við fyriliti fyri reglunum í § 3.
§ 5. Siglingarreglurnar sbrt. §§ 3 og 4 eru tó ikki galdandi, tá:
1) sigling er neyðug fyri at bjarga mannalívum ella tryggja trygdina umborð á skipum, bátum o.tíl.,
2) neyðugt er at sigla skjótari vegna grindarakstur o.tíl., ella ikki ber til at sigla spakuligari, eitt nú vegna veður, vind og streym, ella
3) talan er um skip í fastari rutusigling, sum vegna almenna ferðaætlan ikki kann broyta rutu ella slaka ferðina.
Revsing og gildiskoma
§ 6. Brot á §§ 3 og 4 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sbrt. reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 144 frá 7. november 2017 um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines úr gildi.
Umhvørvismálaráðið, 8. apríl 2025
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Pól E. Egholm (sign.)
Skjal 1
Norðoyggjar
Eysturoy, norður
Eysturoy, suður
Norðstreymoy
Suðurstreymoy, Koltur, Hestur, Nólsoy
Vágar og Mykines
Sandoy og Skúvoy
Suðuroy, norður
Suðuroy, suður
Skjal 2
Nólsoy
Skúvoy
Mýkines