Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 23-04-2003
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2003 A - Hefti 13 A frá 24. apríl 2003
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

23. apríl 2003Nr. 52

Kunngerð um flagging frá landsins bygningum

Við heimild í § 5 í løgtingslóg nr. 42 frá 17. juli 1959 um flaggið, sum broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 29. desember 1998 ásetir landsstýrismaðurin hesar flaggdagar:

 

 

1. januar

Nýggjársdagur

6. februar

Samiskur flaggdagur

8. mars

Altjóða kvinnudagur

12. mars

Grækarismessa

23. mars

Norðurlandadagur

Langifríggjadagur

(á hálvari stong)

Páskadagur

 

16. apríl

Føðingardagur drotningarinnar

25. apríl

Flaggdagur

1. mai

Altjóða arbeiðaradagur

17. mai

Tjóðardagur Noregs

Kristi himmalsferðar dagur

 

26. mai

Føðingardagur krúnprinsins

Hvítusunnudagur

 

5. juni

Grundlógardagur Danmarkar

6. juni

Tjóðardagur Svøríkis

9. juni

Tjóðardagur Álands

17. juni

Tjóðardagur Íslands

21. juni

Tjóðardagur Grønlands

24. juni

Jóansøka

28. juli

Ólavsøkuaftan

29. juli

Ólavsøkudagur

24. oktober

Dagur Sameindu tjóða

1. november

Minningardagur teirra sjólátnu (á hálvari stong)

6. desember

Tjóðardagur Finnlands

25. desember

Jóladagur

 

§ 1. Harumframt verður flaggað hvønn dag í Tinganesi (á sjálvum nesinum) og eftir boðum frá landsstýrinum í hvørjum einstøkum føri.

Stk. 2. Á tjóðar-/flaggdøgum brøðratjóðanna í Norðurlondum verður í Tinganesi - umframt Merkið á nesinum - flaggað á Bakkapakkhúsinum við flagginum hjá brøðratjóðini.

§ 2. Flaggið verður vundið á stong kl. 8, tó ikki fyri sólarris, og tikið niðuraftur  fyrsta heila klokkuslag undan sólsetri, tó ikki seinni enn kl. 21.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 25. apríl 2003, og samstundis fer kunngerð nr. 73 frá 26. juni 1987 reglugerð um flagging frá landsins bygningum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 136. frá 18. oktober 2001 úr gildi.

 

 

Løgmálaráðið, 23. apríl  2003

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Rúni Joensen (sign.)