Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. apríl 2022Nr. 52
Kunngerð um serligar reglur um próvtøkur á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum í 2022, orsakað av COVID-19
Við heimild í § 1, stk. 1 í løgtingslóg nr. 51 frá 22. apríl 2022 um serligar reglur um próvtøkur á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum orsakað av COVID-19 verður ásett:
§ 1. Próvtøkur, sum eru skipaðar sambært § 1, stk. 8 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar og kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingum, verða í 2022 skipaðar sambært skjali 1.
§ 2. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn frá útbúgvingarstovni góðkenna frávik frá ásetingunum í hesi kunngerð, tá ið umsóknin er grundað á serlig viðurskifti.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. oktober 2022.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 27. apríl 2022
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Skjal 1
Yvirlit yvir próvtøkur á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum
Gymnasialt miðnám |
Skrivligar próvtøkur |
Munnligar próvtøkur |
Próvtøkur tilsamans |
3. árs næmingar á hugbreyt, búskaparbreyt, náttúrubreyt, tilfeingisbreyt og tøknibreyt. |
Øll fara til próvtøku í føroyskum. |
Øll fara til tríggjar munnligar próvtøkur, harav í minsta lagi ein er á A stigi og í mesta lagi ein er á C stigi. |
Fýra: ein skrivlig og tríggjar munnligar. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið flutt til próvtal. |
2. árs næmingar á fyrireikingarbreyt.
|
Farið verður til próvtøku sum vanligt. Tó kann leiðari útbúgvingarstovnsins eftir umsókn frá næmingi, loyva næmingi at fara til fýra próvtøkur. Talan er tá um skrivligt føroyskt umframt tríggjar munnligar próvtøkur sambært raðfestingarlista.
|
Farið verður til próvtøku sum vanligt. Eftir umsókn frá næmingi kann leiðari útbúgvingarstovnsins loyva næmingi at fara til tríggjar munnligar próvtøkur sambært raðfestingarlista. Av hesum skal í minsta lagi ein vera á A stigi og í mesta lagi ein á C stigi. |
Farið verður til próvtøku sum vanligt. Eftir umsókn frá næmingi kann leiðari útbúgvingarstovnsins loyva næmingi at fara til fýra próvtøkur tilsamans. Talan er tá um eina skrivliga og tríggjar munnligar próvtøkur. Um næmingur ikki fer til próvtøku sum vanligt, skulu ársmet gevast, og hesi verða flutt til próvtøl í teimum lærugreinum, sum ikki verður farið til próvtøku í. |
1. og 2. árs næmingar á øllum 3-ára breytum. |
|
|
Farið verður til próvtøku sum vanligt. |
1. árs næmingar á fyrireikingarbreyt. |
|
|
Farið verður til próvtøku sum vanligt. |
Næmingar, sum taka útbúgvingina yvir fleiri ár, og eru á næstsíðsta ella síðsta ári. |
Til próvtøku í skrivligum føroyskum, um tey enda hesa lærugreinina í ár. |
Serstøk próvtøkuætlan verður gjørd fyri hesar næmingar. |
|
Næmingar, sum eru frítiknir fyri próvtøku í føroyskum vegna fremmandmálsligt bakstøði. |
Øll fara til skrivliga próvtøku í einari lærugrein. Miðað verður eftir, at hetta verður ein mállærugrein t.d. enskt. |
Øll fara til tríggjar munnligar próvtøkur, harav í minsta lagi ein er á A stigi og í mesta lagi ein er á C stigi. |
Fýra: ein skrivlig og tríggjar munnligar. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið flutt til próvtal. |
Stakgreinalesandi. |
|
|
Farið verður til próvtøku sum vanligt. |
Sjálvlesandi. |
|
|
Farið verður til próvtøku sum vanligt. |