29. apríl 2020Nr. 52
Kunngerð um broyting í kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum
(Gildistíðin um ókeypis koppseting ímóti kikhosta til barnakonur verður longd)
§ 1
Í kunngerð nr. 134 frá 25. oktober 2019 um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum verður í § 2 “30. apríl 2020” broytt til: “1. januar 2021”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 29. apríl 2020
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)