Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mai 2007Nr. 52
Kunngerð um samhandil við og innflutning av hóvdjórum úr triðjalondum
Við heimild í § 17, § 39, § 47 og § 48 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett
Øki og allýsingar
§ 1. Kunngerðin ásetir reglur viðvíkjandi samhandli við hóvdjórum millum Føroyar og ES/EBS lond og viðvíkjandi innflutningi av hóvdjórum til Føroyar úr triðjalondum.
Stk. 2. Tær í fylgiskjali 1-16 nevndu ES reglur skulu vera galdandi fyri eftirlit við hóvdjórum, sum verða samhandlað millum ES/EBS lond og Føroyar, ella sum verða innflutt frá triðjalondum til Føroyar, um ikki annað er ásett í hesari kunngerð.
§ 2. Í hesi kunngerð skilst sum:
1) Hóvdjór: húsdjór ella villini djór av rossafamiljuni (Equidae) - ross, esil og sebrair, ella djór, sum hava uppruna í einari blanding av hesum djórum.
2) Skrásett hóvdjór: Ættarbókførd hóvdjór og hóvdjór, sum eru skrásett av einum alifelagsskapi, ella av einum felagsskapi, sum hevur kappingar- ella kapprenniross undir hond, sbr. fylgiskjal 3
3) Hóvdjór til sláturs: Hóvdjór, sum við atliti til slátur, verða leidd til eitt góðkent sláturvirki antin beinleiðis ella gjøgnum ein góðkendan marknað ella eitt góðkent samkomustað.
4) Hóvdjór til røkt og framleiðslu: Onnur hóvdjór enn tey undir punkt 2. og 3. nevndu.
5) Garður: Eitt landbúnaðar- ella venjingarvirki, eitt anlegg, eini høli, ella ein stallur, har hóvdjór á vanligan hátt verða hildin ella ald.
6) Samleikaprógv (rossapass) fyri skrásett hóvdjór: Skjal, sum er gjørt sambært reglunum í fylgiskjali 7 og 12.
7) Heilsuskjal: Skjal við upplýsingum um heilsustøðuna hjá skrásettum rossum, sum verða samhandlað, sbr. fylgiskjal 1.
8) Heilsuváttan: Skjal við upplýsingum um heilsustøðuna hjá hóvdjórum, sum verða samhandlað ella innflutt frá triðjalondum, sbr. fylgiskjal 1, 3-6 og 9.
9) Loggbók: skjal við upplýsingum um ferðaætlan og hvussu egnað hóvdjórið er til flutning.
10) Embætisdjóralækni: Embætisdjóralæknin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella ein embætisdjóralækni, sum er tilnevndur av tí heimilaða myndugleikanum í einum ES landi, ella einum triðjalandi.
11) Lond, sum ikki hava African horse sickness (AHS): Eitthvørt land, á hvørs øki tað ikki eru nøkur klinisk, serologisk (hjá djórum, sum ikki eru koppsett) ella farsóttarfrøðilig (epidemiologisk) tekin um, at nakar tilburður av AHS er sæddur tey seinastu tvey árini, og har tað ikki er koppsett móti hesari sjúku teir seinastu tólv mánaðirnar.
12) Samhandil: Handil við, ella flutningur av, hóvdjórum millum ES/EBS lond og Føroyar.
13) Innflutningur: Handil við, ella flutningur av hóvdjórum frá triðjalondum til Føroyar.
14) Fyribils innflutningur: Innflutningur av hóvdjórum frá triðjalondum til Føroyar í eitt tíðarskeið, sum er minni enn 90 dagar.
15) Gjøgnumflutningur (transit): Innflutningur av hóvdjórum frá triðjalondum til Føroyar, við atliti til endaligan innflutning til eitt annað triðjaland.
16) Innflytari: Persónur, felag, felagsskapur ella líknandi, sum samhandlar, innflytir ella gjøgnumflytir hóvdjór.
17) Útflytari: Persónur, felag, felagsskapur ella líknandi, sum samhandlar, útflytir ella gjøgnumflytir hóvdjór.
18) BIP (Border Inspection Post): Marknaeftirlitsstað, har djóralæknafrøðilig kanning (BIP kanning) skal fremjast av hóvdjórum úr triðjalondum.
Almennar treytir fyri samhandil og innflutning av hóvdjórum
§ 3. Viðvíkjandi samhandli við ella innflutningi av hóvdjórum skal hóvdjórið:
1) ikki vísa tekin uppá kliniska sjúku undir einari kliniskari kanning, sum skal verða framd av einum embætisdjóralækna,
2) stava frá einum garði, sum er undir regluligum djóralæknafrøðiligum eftirliti,
3) ikki stava frá einum landi, einum øki ella einum garði, sum er djóralæknafrøðiliga avmarkaður ársakað av tilburðum av smittandi sjúku,
4) ikki vera roknað til avlíving ella slátur ársakað av niðurberjing af smittandi sjúkum.
5) ikki, í teimum seinastu 15 døgunum áðrenn fráferð, hava verið í samband við onnur hóvdjór, sum eru undir illgruna fyri ella eru fongd við smittandi sjúku.
Stk. 2 Hóvdjórið skal hava hesi skjøl við í fylgju: samleikaprógv, heilsuskjal og heilsuváttan. Hesi skulu verða merkt við samleikanummarinum hjá hóvdjórinum.
Stk. 3. Hóvdjór skulu lúka treytirnar í Kunngerð um vernd av djórum undir flutningi.
Serligar treytir fyri samhandil við hóvdjórum
§ 4. Í sambandi við samhandil við hóvdjórum millum Føroyar og ES/EBS lond, skulu tær almennu treytirnar í § 3 og tær serligu treytirnar í §§ 5-8 verða lúkaðar, sbr. fylgiskjal 1-16.
§ 5. Í samhandli skulu hóvdjórini lúka tær heilsuligu treytirnar í stk. 2-10, sbr. fylgiskjal 2.
Stk. 2. Fyri African horse sickness eru hesar treytir galdandi:
1) Hóvdjórini skulu stava frá einum landi ella øki, sum ikki hevur AHS.
2) Um hóvdjórini koma frá einum landi ella øki, sum hevur AHS, skulu tey lúka hesar treytir:
a) Hóvdjórini skulu vera í karantenu í 40 dagar uttan samband við onnur hóvdjór, sum eru undir illgruna, ella eru smittað við AHS,
b) útflutningurin má bert henda ta tíðina av árinum, tá vektorarnir fyri AHS ikki eru virknir,
c) undir sóttarhaldi og flutningi skulu hóvdjórini verða vard móti vektorum fyri AHS,
d) hóvdjórini mugu ikki vísa klinisk sjúkueyðkenni uppá AHS,
e) um hóvdjórini ikki eru koppsett móti AHS, skulu tey vísa neilig úrslit í tveimum serologiskum royndum, sbr. fylgiskjal D í Direktiv 90/426/EØF (fylgiskjal 2), sum verða gjørdar við millum 21 og 30 daga millumrúmi, har tann síðsta royndin í fyrsta lagi skal gerast 10 dagar áðrenn útflutning ella
f) um hóvdjórini eru koppsett móti AHS, má hetta ikki vera farið fram innan fyri teir seinastu tveir mánaðirnar áðrenn útflutningin, og úrslitini mugu ikki vísa nakra hækking í andevnismongdini í tveimum serologiskum royndum, sbr. fylgiskjal D í Direktiv 90/426/EØF (fylgiskjal 2), tiknar í tíðarbilunum nevnd í litra e).
Stk. 3. Hóvdjórini mugu ikki hava klinisk sjúkueyðkenni av dourine ella hava verið í sambandi við onnur hóvdjór, sum eru undir illgruna fyri at vera, ella eru smittað við dourine, í teimum seks seinastu mánaðunum áðrenn útflutningin. Greðingar skulu verða geldir, um teir hava verið í sambandi við hóvdjór, sum hava verið undir illgruna, ella eru smittað við dourine.
Stk. 4. Hóvdjórini mugu ikki hava klinisk sjúkueyðkenni av glanders (sniv) ella hava verið í sambandi við djór, sum eru undir illgruna fyri at vera, ella eru smittað við glanders, í seks teimum seinastu mánaðunum áðrenn útflutningin.
Stk. 5. Hóvdjórini mugu ikki hava klinisk sjúkueyðkenni av equine encephalomyelitis, ella hava verið í sambandi við onnur hóvdjór, sum eru undir illgruna fyri at vera ella eru smittað við equine encephalomyelitis í seks teimum seinastu mánaðunum áðrenn útflutningin.
Stk. 6. Hóvdjórini mugu ikki hava klinisk sjúkueyðkenni av equine infectious anaemia ella hava verið í sambandi við onnur hóvdjór, sum eru undir illgruna fyri at vera, ella eru smittað við infectious anaemia, í seks teimum seinastu mánaðunum áðrenn útflutningin. Hóvdjór, sum hava verið í sambandi við onnur hóvdjór, sum eru undir illgruna fyri at vera ella eru smittað við infectious anaemia, skulu hava negativa reaktión uppá tvær Coggins royndir, sum er gjørdar 6 mánaðar eftir síðsta samband. Tær báðar royndirnar skulu vera gjørdar við einum millumbili uppá tríggjar mánaðar.
Stk. 7. Hóvdjórini mugu ikki hava klinisk sjúkueyðkenni av vesicular stomatitis, ella hava verið í sambandi við onnur djór, sum eru undir illgruna fyri at hava, ella eru smittað við vesicular stomatitis, innan fyri teir seinastu seks mánaðirnar áðrenn útflutningin.
Stk. 8. Hóvdjórini mugu ikki hava klinisk sjúkueyðkenni av rabies (hundaøði), ella hava verið í sambandi við onnur djór, sum eru undir illgruna fyri at hava, ella eru smittað við rabies, innan fyri tann síðsta mánaðin áðrenn útflutningin.
Stk. 9. Hóvdjórini mugu ikki hava klinisk sjúkueyðkenni av anthrax , ella hava verið í sambandi við onnur djór, sum eru undir illgruna fyri at hava, ella eru smittað við anthrax innan fyri teir seinastu 15 dagarnar áðrenn útflutningin.
Stk. 10. Um øll djór, sum eru móttøkubúgvin mótvegis teimum í stk. 2-9 nevndu sjúkum, eru blivin slaktað, og garðurin er blivin sóttreinsaður, kunnu hóvdjór útflytast av garðinum 30 dagar seinni, fyri anthrax tó 15 dagar seinni.
§ 6. Skrásett hóvdjór skulu í samhandli hava eitt samleikaprógv (rossapass) við í fylgi, sbr. fylgiskjal 9, og eitt heilsuskjal, sbr. fylgiskjal 2.
Stk. 2. Heilsuskjalið skal vera givið út innan fyri teir seinastu 48 tímarnar, ella í seinasta lagi síðsta arbeiðsdag áðrenn fráferð. Heilsuskjalið er galdandi í tíggju dagar.
Stk. 3. Samleikaprógvið er ikki galdandi, um hóvdjórið ella upprunagarðurin eru djóralæknafrøðiliga avmarkað, ársakað av teimum í § 5 nevndu sjúkum.
§ 7. Hóvdjór til aling, framleiðslu ella slátur, skulu hava eitt heilsuskjal í fylgi, sbr. fylgiskjal 2.
Stk. 2. Heilsuskjalið skal vera givið út innan fyri teir seinastu 48 tímarnar, ella í seinasta lagi síðsta arbeiðsdag áðrenn fráferð. Heilsuskjalið er galdandi í tíggju dagar.
§ 8. Innflytarin skal, í seinasta lagi ein arbeiðsdag áðrenn komuna til Føroyar, boða frá innflutninginum av hóvdjórum frá ES/EBS londum, til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
Stk. 2. Fráboðanin skal innihalda hesar upplýsingar:
1) dagfesting av komu,
2) dagfesting av møguligum endur- ella gjøgnumflutningi,
3) samleikanummarið hjá hóvdjórinum, ættarslag, slag, aldur og kyn,
4) landið sent verður frá,
5) navn, bústað og telefonnummar hjá útflytaranum,
6) navn, bústað og telefonnummar hjá upprunagarðinum,
7) navn, bústað og telefonnummar hjá innflytaranum, og
8) móttøkugarðin.
Stk. 3. Innflytarin skal skráseta tær í stk. 2 nevndu upplýsingarnar um innflutt hóvdjór. Skrásettu upplýsingarnar og hartil hoyrandi samleika- og heilsuskjøl skulu goymast í minsta lagi fimm ár. Skrásetingin skal, tá biðið verður um tað, til eina og hvørja tíð vera atkomulig hjá embætisdjóralæknanum.
Serligar treytir viðvíkjandi innflutningi av hóvdjórum frá triðjalondum
§ 9. Tá hóvdjór verða innflutt úr triðjalondum og til Føroyar, skulu tær almennu treytirnar í § 3, og tær serligu treytirnar í §§ 10-21 vera lúkaðar, sbr. fylgiskjal 2.
§ 10. Innflutningur av hóvdjórum úr triðjalondum, má bert fara fram úr triðjalondum, ella økjum í triðjalondum, sum eru góðkend til útflutning av hóvdjórum til ES lond, og sum eru á triðjalandsyvirlitinum hjá ES, sbr. fylgiskjal 15.
§ 11. Triðjalond, har hóvdjór vera innflutt frá, skulu lúka allar fylgjandi treytir:
1) Landið skal ikki hava nakran tilburð av African horse sickness.
2) Landið skal í minst tvey ár ikki hava havt nakran tilburð av venezuelan equine encephalomyelitis (VEE), og
3) Landið skal minst seks mánaðir frammanundan ikki hava havt nakran tilburð av:
a) dourine (beskelersyge)
b) glanders (sniv)
c) vesicular stomatitis og
d) equine viral arteritis (EVA).
4) Hóvdjórini mugu ikki hava verið í sambandi við onnur djór, sum eru undir illgruna fyri at vera, ella eru smittað við:
a) equine infectious anaemia,
b) rabies, og
c) anthrax.
Stk. 2. Hóvdjór frá triðjalondum, sum ikki lúka treytirnar í stk. 1, punkt 3, litra c), skulu koma frá gørðum, sum í seks mánaðir ikki hava havt nakran tilburð av sjúkuni, og skulu vísa neilig tekin í sambandi við eina serologiska roynd av vesicular stomatitis, sum er góðkend av ES.
Stk. 3. Greðingar úr triðjalondum, sum ikki lúka treytirnar í stk. 1, punkt 3, litra d), skulu koma frá gørðum, sum í seks mánaðir ikki hava havt nakran tilburð av sjúkuni, og skulu vísa neilig tekin í sambandi við eina ES-góðkenda kanning fyri equine viral arteritis.
§ 12. Hóvdjór, sum verða innflutt úr triðjalondum, mugu ikki flytast í flutningsførum saman við øðrum hóvdjórum, sum ikki lúka treytirnar fyri innflutning, ella sum hava lægri heilsustøðu.
Stk. 2. Hóvdjór, sum verða innflutt úr triðjalondum, mugu ikki setast av, ella flytast millum triðjalond ella øki í triðjalondum, sum ikki standa á yvirlitinum hjá ES yvir triðjalond.
§ 13. Hóvdjór, sum verða flutt inn úr triðjalondum, skulu vera merkt við samleikanummari og vera eyðmerkt við eyðlýsing.
Stk. 2. Skrásett hóvdjór, sum verða innflutt úr triðjalondum, skulu hava eitt samleikaprógv (rossapass) við í fylgi, sum skal vera gjørt sambært reglunum í fylgiskjali 9.
§ 14. Tá hóvdjórini verða innflutt úr triðjalondum, skulu tey hava eina heilsuváttan, sum er skrivað av embætisdjóralæknanum í útflutningslandinum, dagin fyri útflutningin, sbr. §§ 15-19.
Stk. 2. Heilsuváttanin skal:
1) vera skrivað á føroyskum, donskum ella enskum, og á tí almenna málinum í tí ES-landinum, har BIP-kanningin verður gjørd, og
2) vátta, at treytirnar fyri innflutning av hóvdjórum frá tí viðkomandi triðjalandinum eru lúkaðar.
§ 15. Skrásett ross, sum verða innflutt fyribils úr triðjalondum, í sambandi við luttøku í kappingum, mentanarligum tiltøkum, frítíðarvirksemi og líknandi, í minni enn 90 dagar, skulu hava eina heilsuváttan í fylgi, sum er gjørd sambært reglunum í fylgiskjali 5.
§ 16. Skrásett ross, sum vera endurinnflutt úr triðjalondum eftir at hava luttikið í kappingum, mentanarligum tiltøkum, frítíðarvirksemi og líknandi, í minni enn ávikavist 30, 60 og 90 dagar, skulu hava eina heilsuváttan í fylgi, sum er gjørd eftir reglunum í fylgiskjali 6.
§ 17. Skrásett hóvdjór, og hóvdjór til aling ella brúksdýr, sum verða innflutt úr triðjalondum, skulu hava eina heilsuváttan í fylgi, sum er gjørd eftir reglunum í fylgiskjali 8.
§ 18. Hóvdjór, sum verða gjøgnumflutt úr einum triðjalandi til eitt annað triðjaland, skulu hava eina heilsuváttan í fylgi, sum er gjørd sambært reglunum í fylgiskjali 11.
§ 19. Hóvdjór til sláturs, sum verða innflutt úr einum triðjalandi, skulu hava eina heilsuváttan í fylgi, sum er gjørd sambært reglunum í fylgiskjali 7.
Stk. 2. Hóvdjór til sláturs, skulu beint sum tey eru komin til landið, verða førd til eitt góðkent sláturhús og slaktað innan fimm dagar. Slátur av hóvdjórum, sum hava verið ávegis á sjónum í meira enn átta dagar, kann útsetast í mesta lagi 21 dagar eftir komuna.
§ 20. Innflytarin skal áðrenn innflutningurin av hóvdjórum frá triðjalondum kann fara fram, vera skrásettur hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum innflytari av hóvdjórum.
Stk. 2. Skrásetingin skal umfata:
1) navn, bústað og telefonnummar hjá innflytaranum, og
2) navn og bústað á garðinum hjá innflytaranum.
§ 21. Innflytarin skal boða frá innflutningi ella gjøgnumflutningi av hóvdjórum til triðjalond, til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, í seinasta lagi ein arbeiðsdag áðrenn væntaða komu til Føroyar.
Stk. 2. Fráboðanin skal fara fram á tann hátt, at innflytarin fyllir út fyrsta part av CVED skjalinum og sendir hann til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sbr. fylgiskjal 16.
§ 22. Innflytarin skal skráseta hóvdjór, sum innflytast úr triðjalondum.
Stk. 2. Skrásetingin skal innihalda hesar upplýsingar:
1) dagfesting av komu,
2) dagfesting av møguligum endur- ella gjøgnumflutningi,
3) samleikanummarið hjá hóvdjórinum, ættarslag, slag, aldur og kyn,
4) landið sent verður frá,
5) navn, bústað og telefonnummar hjá útflytaranum,
6) navn, bústað og telefonnummar hjá upprunagarðinum,
7) navn, bústað og telefonnummar hjá innflytaranum,
8) móttøkugarðin,
9) møguligan søludag, og
10) navn, bústað og telefonnummar hjá nýggja eigaranum.
Stk. 3. Tær skrásettu upplýsingarnar, og hartil hoyrandi samleikaprógv, CVED skjøl og avrit av heilsuváttanum skal innflytarin goyma í minsta lagi í fimm ár. Skrásetingin, og tey nevndu skjølini, skulu til einahvørja tíð vera atkomulig hjá embætisdjóralæknanum, um hesin biður um tað.
§ 23. Hóvdjór úr triðjalondum, sum ætlanin er at innflyta til Føroyar, skulu vera løgd undir BIP-kanning á einari góðkendari BIP-støð í Føroyum, ella í einum ES/EBS landi.
Stk. 2. Um illgruni er um sjúku, ella illgruni er um skeivar, ella væntandi upplýsingar í samleikaprógvinum ella heilsuváttanini, skal viðkomandi hóvdjór afturhaldast á BIP-støðini, við atliti til at avsanna ella vátta illgrunan.
Stk. 3. Hóvdjór, sum ikki lúka treytirnar fyri innflutning av hóvdjórum úr triðjalandi, skulu vísast burtur.
Stk. 4. Við burturvísing av hóvdjórum, avgerð embætisdjóralæknin í samráði við innflytaran, um viðkomandi hóvdjór skal:
1) avlívast og fyribeinast,
2) slaktast,
3) sendast aftur til upprunalandið,
4) setast í sóttverju, og/ella
5) setast í viðgerð.
Almennar ásetingar viðvíkjandi flutningi av hóvdjórum úr ES/EBS londum og triðjalondum
§ 24. Persónar/virki, sum flyta hóvdjór úr ES/EBS londum og triðjalondum, til Føroyar, skulu vera løggild.
Stk. 2. Flutningstól, harímillum skip, lastbilar og bingjur, sum verða nýtt til flutning av hóvdjórum úr ES/EBS londum og triðjalondum, til Føroyar, skulu vera góðkend
Stk. 3. Góðkenningar av persónum/virkjum og góðkenningar av flutningsførum, skulu fremjast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, ella av myndugleika í einum ES/EBS landi, sambært reglunum í Kunngerð um vernd av djórum undir flutningi.
Eftirlit við samhandli og innflutningi av hóvdjórum
§ 25. Sambært reglunum í fylgiskjali 1-16, hevur embætisdjóralæknin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eftirlit við samhandli og innflutningi av hóvdjórum, um ikki annað er ásett í hesari kunngerð.
Stk. 2. Embætisdjóralæknin kann áseta neyðug boð og forboð, sambært reglunum nevndum í stk. 1.
Gjald fyri eftirlit
§ 26. Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur gjald fyri eftirlit eftir reglunum í kunngerð nr. 124 frá 28. august 2001 um gjøld fyri veterinerar kanningar og veterinert eftirlit.
Revsi- og gildiskomuásetingar
§ 28. Um ikki harðari revsing kann áleggjast eftir aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, sum brýtur ásetingarnar í §§ 3- 23, stk. 1, § 24, artikkul 4(1)-(5), 5(3), 7(1), 8(1), 11(1), 12(1), 13, 14, 15, 16, 18(1) í fyriskipan 90/426/EØF, sbr. fylgiskjal 2; artikkul 1 í fyriskipan 93/196/EØF, sbr. fylgiskjali 7; artikkul 6-8 í avgerð 2004/211/EF, sbr. fylgiskjal 15; artikkul 1 og 4, annar partur í fyriskipan (ES) Nr. 282/2004, sbr. fylgiskjal 16; gevur rangar upplýsingar í fyrsta parti av CVED skjalinum, í Annex I.
Stk. 2. Feløg o.a. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast eftir kapittul 5 í revsilógini.
§ 33. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 31. mai 2007
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)
Fylgiskjøl 1-16 eru ikki løgt út á hesa síðuna, men eru at finna í Kunngerðasavninum D 2007 á síðu 37 til 262
Fylgiskjal 1á síðu 36
RÅDETS DIREKTIV 90/425/EØF af 26. juni 1990 om veterinærkontrol og zooteknisk kontrol i samhandelen med visse levende dyr og produkter inden for Fællesskabet med henblik på gennemførelse af det indre marked
Fylgiskjal 2 á síðu 57
RÅDETS DIREKTIV 90/426/EØF af 26. juni 1990 om dyresundhedsmæssige betingelser for enhovede dyrs bevægelser og indførsel af enhovede dyr fra tredjelande
Fylgiskjal 3 á síðu 80
RÅDETS DIREKTIV 90/427/EØF af 26. juni 1990 om zootekniske og genealogiske betingelser for samhandelen inden for Fællesskabet med enhovede dyr
Fylgiskjal 4 á síðu 87
RÅDETS DIREKTIV 91/496/EØF af 15. juli 1991 om fastsættelse af principperne for tilrettelæggelse af veterinærkontrollen for dyr, der føres ind i Fællesskabet fra tredjelande, og om ændring af direktiv 89/662/EØF, 90/425/EØF og 90/675/EØF
Fylgiskjal 5 á síðu 109
RÅDETS DIREKTIV 92/260/EØF af 10. april 1992 om dyresundhedsmæssige betingelser og udstedelse af sundhedscertifikat for midlertidig indførsel af registrerede heste
Fylgiskjal 6 á síðu 140
KOMMISSIONENS BESLUTNING 93/195/EØF af 2. februar 1993 om dyresundhedsmæssige betingelser og udstedelse af sundhedscertifikat ved genindførsel af heste, der er registreret med henblik på væddeløb, konkurrencer og kulturelle arrangementer, efter midlertidig udførsel
Fylgiskjal 7 á síðu 164
KOMMISSIONENS BESLUTNING 93/196/EØF om dyresundhedsmæssige betingelser og udstedelse af sundhedscertifikat ved indførsel af hovdyr til slagtning
Fylgiskjal 8 á síðu 177
KOMMISSIONENS BESLUTNING 93/197/EØF af 5. februar 1993 om dyresundhedsmæssige betingelser og udstedelse af sundhedscertifikat ved indførsel af registrerede hovdyr og hovdyr til opdræt og som brugsdyr
Fylgiskjal 9 á síðu 215
KOMMISSIONENS BESLUTNING 93/623/EØF af 20. oktober 1993 om et identifikationsdokument (pas), der skal ledsage registrerede hovdyr
Fylgiskjal 10 á síðu 230
KOMMISSIONENS BESLUTNING 94/338/EF af 25. maj 1994 om gennemførelsesbestemmelser til Rådets Direktiv 90/425/EØF for så vidt angår udtagning af prøver med henblik på veterinærkontrol på bestemmelsesstedet
Fylgiskjal 11 á síðu 233
KOMMISSIONENS BESLUTNING 94/467/EF om sundhedsmæssige garantier for transport af hovdyr fra ét tredjeland til et andet i overensstemmelse med artikel 9, stk 1, litra c), i direktiv 91/496/EØF
Fylgiskjal 12 á síðu 237
KOMMISSIONENS BESLUTNING 95/329/EF af 25. juli 1995 om de kategorier af enhovede dyr af hankøn, som kravet med hensyn til viral arthritis i artikel 15, litra b) nr. ii), i Rådets Direktiv 90/426/EØF gælder for
Fylgiskjal 13 á síðu 240
KOMMISSIONENS BESLUTNING 97/794/EF af 12. november 1997 om gennemførelsesbestemmelser til Rådets Direktiv 91/496/EØF for så vidt angår veterinærkontrol af levende dyr, der skal indføres fra tredjelande
Fylgiskjal 14 á síðu 246
KOMMISSIONENS BESLUTNING 2000/68/EF af 22. december 1999 om ændring af beslutning 93/623/EØF og om identifikation af hovdyr til opdræt og som brugsdyr
Fylgiskjal 15á síðu 251
KOMMISSIONENS BESLUTNING 2004/211/EF af 6. januar 2004 om listen over tredjelande, hvorfra medlemsstaterne tillader import af levende dyr af hestefamilien samt sæd, æg og embryoner fra dyr af hestefamilien, og om ændring af beslutning 93/195/EØF og 93/63/EF
Fylgiskjal 16 á síðu 262
KOMMISSIONENS FORORDNING (EF) Nr. 282/2004 af 18. februar 2004 om et dokument til anmeldelse og veterinærkontrol af dyr, der føres ind i Fællesskabet fra tredjelande
Fylgiskjal 17
| Samhandil | Skrásett hóvdjór | Rossapass Annex Des 93/623/EEC Fylgiskjal 7 | Annex B Dir 90/426/EEC Fylgiskjal 2 |
|
| Samhandil | Hóvdjór til aling og framleiðslu | Samleika-skjal Annex Des 2000/68/EC Fylgiskjal 14 | Annex C Dir 90/426/EEC Fylgiskjal 2 |
|
| Samhandil | Hóvdjór til slátur | Samleika-skjal Annex Des 2000/68/EC Fylgiskjal 14 | Annex C Dir 90/426/EEC Fylgiskjal 2 |
|
| Innflutningur frá triðjalandi | Skrásett hóvdjór | Rossapass Annex Des 93/623/EEC Fylgiskjal 9 | Annex II Des 93/197/EEC Fylgiskjal 8 | CVED Annex I Reg (EC) 282/2004 |
| Fyribils innflutningur frá triðjalandi | Skrásett hóvdjór | Rossapass Annex Des 93/623/EEC Fylgiskjal 9 | Annex II Des 92/260/EEC Fylgiskjal 5 | CVED Annex I Reg (EC) 282/2004 |
| Endurinnflutningur frá triðjalandi | Skrásett hóvdjór | Rossapass Annex Dec 93/623/EEC Fylgiskjal 9 | Annex II – IX Des 93/195/EEC Fylgiskjal 6 | CVED Annex I Reg (EC) 282/2004 |
| Innflutningur frá triðjalandi | Hóvdjór til aling og framleiðslu | Samleika-skjal Annex Dec 2000/68/EC Fylgiskjal 14 | Annex II Des 93/197/EEC Fylgiskjal 8 | CVED Annex I Reg (EC) 282/2004 |
| Innflutningur frá triðjalandi | Hóvdjór til slátur | Samleika-skjal Annex Des 2000/68/EC Fylgiskjal 14 | Annex I - II Des 93/196/EEC Fylgiskjal 7 | CVED Annex I Reg (EC) 282/2004 |
| Gjøgnumflutningur frá einum triðjalandi til eitt annað triðjaland | Hóvdjór | Samleika-skjal Annex Des 2000/68/EC Fylgiskjal 14 | Article 1-2 Des 94/467/EC Fylgiskjal 11 Annex II Des 92/260/EEC Fylgiskjal 5 | CVED Annex I Reg (EC) 282/2004 |