Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. juli 1978Nr. 52
Kunngerð um parkeringsskivur, sum broytt við kunngerð nr. 73 frá 2. juli 2007
Tvørmálið á urskivuni skal vera minst 10 cm.
Við heimild í § 47a í ferðslulógini, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 1. juni 1977 hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Parkeringarskivur skulu vera úr plastikki, plastikkviðgjørdum pappi ella øðrum líka haldgóðum tilfari.
2. stk. 1) Tær skulu vera tilevnaðar samsvarandi viðfesta skjali, sbr. tó § 5 a, um parkeringsskivan er sjálvvirkandi. Tølini frá 13 til 24 nýtast tó ikki at vera.
3. stk. Vísari og urskiva skulu hava ymiskan lit. Einki má vera prentað innanfyri umhvørvið á urskivuni, uttan tað sum fylgir av 2. stk.
4. Á akførum skrásett uttanlands kunnu nýtast parkeringarskivur, ið lúka krøvini í heimlandinum.
§ 2. Byrjar parkeringin í einum tíðarskeiði, hvar loyvi til parkering er tíðaravmarkað, skal vísarin á parkeringarskivuni setast á ta klokkutíð, parkeringin byrjar. Byrjunartíðin verður sett til endan á tí korteri, parkeringin byrjar í.
2. stk. Byrjar parkeringin, áðrenn tíðaravmarkingin byrjar, og heldur fram í hesari, skal vísarin setast á ta tíð, tá ið tíðaravmarkingin byrjar.
3. stk. Kemur eitt skeið uttan tíðaravmarking, meðan eitt akfar stendur parkerað, skal vísarin í seinasta lagi, tíðarskeiðið er úti, setast á ta klokkutíð, tá ið nýggj tíðaravmarking byrjar aftur.
§ 3. Parkeringarskivan skal setast beint innan fyri forrútin í høgru síðu.
2. stk. Á tí í 1. stk. nevnda plássi mugu ikki verða aðrar parkeringarskivur enn tann, sum nýtt verður til parkeringina.
3. stk. Parkeringarskivan skal kunna lesast týðiliga uttanfrá.
§ 4. Vísarin á parkeringarskivuni má ikki flytast, meðan tað undir parkering er skylda at nýta hana.
§ 5. Parkeringin skal halda uppat í seinasta lagi, tá ið tann á staðnum galdandi parkeringarfreist er úti. Freistin verður roknað frá tí stund, sum parkeringarskivan eigur at vísa.
§ 5 a. 1) Sjálvvirkandi parkeringsskiva skal sjálvvirkandi setast til endan á tí korteri, motorurin á akfarinum er steðgaður í.
Stk. 2. Sjálvvirkandi parkeringsskiva skal kunna verða sett við hond, sbr. § 2, stk. 2 og 3.
Stk. 3. Sjálvvirkandi parkerinsgskiva skal inni í akfarinum vísa tíðina, urið hevur verið virkið.
Stk. 4. Tá motorurin er steðgaður, skal vera ógjørligt at broyta stillingina á sjálvvirknari parkeringsskivu, uttan so, at skivan verður sett við hond, sbr. stk. 2, og skivan skal vera vard móti inntrivum, ið gera tað møguligt at broyta stillingina. Stillingin má heldur ikki verða broytt við fjarstýrdari ígongdsetan/steðgan av motorinum ella við fjarstýring á annan hátt.
Stk. 5. Á einari sjálvvirkandi parkeringsskivu skal tað týðiliga kunna síggjast, um parkeringsskivan ikki er læst føst á eini parkeringstíð. Hetta skal verða víst við einum týðiligum blunksignali, ella við, at parkeringsskivan ongantíð vísir (sløktur skíggi).
Stk. 6. Ein sjálvvirkandi parkeringsskiva skal vera gjørd antin í samsvari við § 2, stk. 2 og 3, ella hava talgildan skíggja. Parkeringsskivan skal kunna lesast í sterkum sólarljósi. Á talgildum skíggja skulu tølini vera í minsta lagi 20 mm høg. Talgildur skíggi skal hava tíðarfesting, sum er 24 tímar. Framman fyri tíðarfestingina skal standa “P:”, soleiðis at skíggin á sjálvvirkandi parkeringsskivuni t.d. kann vísa “P: 16:30”.
Stk. 7. Ein sjálvvirkandi parkeringsskiva skal vera “FS”-merkt og góðkend av danska ferðslustýrinum ella Akstovuni, við støði í royndarfrágreiðing frá viðurkendari royndarstarvsstovu, ið váttar, at krøvini í hesi kunngerð eru lokin. Merkingin skal standa í niðasta vinstra horni á skivuni, og skal kunna lesast týðiliga uttanífrá.
Stk. 8. Um treytirnar í hesi kunngerð, heruppií ásetingin í stk. 4, ikki longur er lokin, kann Akstovan taka aftur eina góðkenning eftir stk. 7.
Stk. 9. Konstruktiv broyting ella inntriv í eina góðkenda sjálvvirkandi parkeringsskivu, sbr. stk. 7, er ikki loyvd. Broyting í íbindingini av einari sjálvvirkandi parkeringsskivu til konstruktiónina hjá bilinum er ikki loyvd.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 1978.