Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. apríl 2023Nr. 53
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2023
(Hækking av toskakvotu)
§ 1
Í kunngerð nr. 161 frá 19. desember 2022 um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2023 verður aftan á § 3, stk. 1, 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Harumframt kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2023 fiska 284 tons av toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, sum Føroyar hava samsvarandi fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Bretland fyri 2023.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 26. apríl 2023
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)