Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mai 2007Nr. 53
Kunngerð um endurgjald í sambandi við at djór verða avlívað sum liður í fyribyrging av smittandi sjúku
Við heimild í § 40, stk. 1-2 og § 47 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaðeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um endurgjald fyri djór, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan krevur verða avlívað í sambandi við niðurberjing av smittandi sjúku og zoonotiskari sjúku hjá djórum, sbr. §§ 2 og 40, stk. 2 í løgtingslóg um djórasjúkur (djórasjúkulógin).
Stk. 2. Kunngerðin fevnir um øll djór, fiskur á øllum menningarstigum undantikin.
§ 2. Tað almenna letur endurgjald í samband við, at djór verða avlívað sum liður í fyribyrging av smittandi sjúku ella zoonotiskari sjúku.
Stk. 2. Endurgjaldið í stk. 1 verður sett til marknaðarvirðið á avlívaða djórinum.
Stk. 3. Eitt møguligt virði á avlívaða djórinum verður drigið frá endurgjaldinum.
§ 3. Hava djór verið avbyrgd eftir boðum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni vegna illgruna um smittandi sjúku, og vísir tað seg, at smittandi sjúka ikki var til staðar, skal tað almenna bert rinda eigaranum endurgjald fyri munandi óbøtandi framleiðslutap, sum hesin hevur liðið í sambandi við, at djórini vórðu avbyrgd.
§ 4. Djóraeigari, sum hevur fingið djór avlívað eftir boðum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sbr. § 1, kann gera peningaliga tapið upp, sbr. §§ 2 og 3, og senda Heilsufrøðiligu starvsstovuni uppgerðina.
§ 5. Eru Heilsufrøðiliga starvsstovan og djóraeigarin ikki samd um virðið á djórinum/djórunum, sbr. § 2, og/ella støddina av framleiðslutapinum, sbr. § 3, kunnu partarnir seta eina nevnd at gera eina meting av hesum.
Stk. 2. Nevndin skal hava tríggjar limir: Ein, sum djóraeigarin tilnevnir, ein, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan tilnevnir, og ein, sum teir báðir valdu limirnir tilnevna í felag.
Stk. 3. Nevndarlimurin, sum teir báðir limirnir tilnevna í felag sbr. stk. 2, er formaður í nevndini.
Stk. 4. Eru partarnir ikki samdir um, hvør triði nevndarlimurin, sum teir skulu tilnevna í felag sbr. stk. 2, skal verða, tekur sorinskrivarin avgerð um hetta.
§ 6. Samsýning til nevndarlimir verður latin eftir reglunum hjá landsstýrinum um nevndarsamsýingar, smbr, Umfarsskriv frá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum frá 10,. janaur 1983 um nevndarsamsýningar
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 31. mai 2007
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)