Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. apríl 2002Nr. 54
Kunngerð um broyting í kunngerð nr. 122 frá 24. august 2001 um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi.
§ 1
Í kunngerð nr. 122 frá 24. august 2001 um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi verða hesar broytingar gjørdar:
1) § 5, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Fiskur, sum verður landaður, skal, antin í sambandi við landingina ella innan fyrstu sølu, góðkennast sum egnaður til matna. Harafturat skal eftirkannast, um hann er hagreiddur eftir teimum kunngerðarkrøvum, sum eru sett til hagreiðing umborð á fiskiførum. Kanningin skal gerast við staksýnum á ein hátt, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan fyriskipar og góðkennir.”
2) Eftir § 5, stk. 6 verða sett stk. 7, 8 og 9:
“Stk. 7. Landingarmiðstøðum verður loyvd ein umskiftistíð fram til 1. september 2002 til at fáa kravdu viðurskiftini í lagi.
Stk. 8. Er talan um kostnaðarmiklar broytingar í sambandi við krøvini í §§ 16-46 viðvíkjandi bygningum, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan, um hetta er heilsufrøðiliga ráðiligt, leingja umskiftistíðina til 31. desember 2002.
Stk. 9. Í serligum førum og eftir skriftliga umsókn og loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, kann umskiftistíðin í stk. 8 verða longd.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálastýrið, 19. apríl 2002
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)