Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. apríl 2023Nr. 54
Kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í bretskum sjógvi í 2023
Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 4, stk. 2, nr. 2 og 4 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski í bretskum sjógvi samsvarandi fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Sameinda Kongsdømið Stórabretland og Norðurírland fyri 2023.
Heildarkvotur og býti av kvotunum
§ 2. Fiskifør kunnu í 2023 fiska 750 tons av svartkalva í ICES-øki 2a, 4, 5b og 6 í bretskum sjógvi.
Stk. 2. Samlaða hjáveiðan av øðrum botnfiski í fiskiskapi sambært stk. 1 kann í mesta lagi vera 50 tons í ICES-øki 2a, 4, 5b og 6.
Stk. 3. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2023 hava rætt til fiskiloyvi til fiskiskap í bólki 2, sambært § 18, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
§ 3. Fiskifør kunnu í 2023 fiska 400 tons av hýsu í ICES-øki 4 í bretskum sjógvi.
Stk. 2. Veiðast skal við línu.
Stk. 3. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2022 høvdu rætt til egna árskvotu av hýsu í bretskum sjógvi ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Stk. 4. Í mesta lagi 4 føroysk línuskip kunnu vera til fiskiskap eftir hýsu í senn. Fiskifør kunnu bert fara til fiskiskap eftir hýsu, um Vørn hevur givið fiskifarinum loyvi at byrja túr. Vørn skipar raðfylgjuna, grundað á hvørji skip eru klár at byrja túr. Byrjar fiskifar ikki túr, sum loyvi er fingið til, fær annað fiskifar møguleikan at byrja túr ístaðin.
§ 4. Fiskifør kunnu í 2023 fiska 250 tons av longu í ICES-øki 4 í bretskum sjógvi.
Stk. 2. Veiðast skal við línu.
Stk. 3. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2022 høvdu rætt til egna árskvotu av longu í bretskum sjógvi ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
§ 5. Fiskifør kunnu í 2023 fiska 25 tons av brosmu í ICES-øki 4 í bretskum sjógvi.
Stk. 2. Veiðast skal við línu.
Stk. 3. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2022 høvdu rætt til egna árskvotu av brosmu í bretskum sjógvi ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
§ 6. Samlaða hjáveiðan av øðrum botnfiski í fiskiskapi sambært § 3, stk. 1, § 4, stk. 1 og § 5, stk. 1 kann í mesta lagi vera 50 tons í ICES-øki 4.
§ 7. Fiskifør kunnu í 2023 fiska 250 tons av blálongu í ICES-øki 6 og 7 í bretskum sjógvi.
Stk. 2. Samlaða hjáveiðan av toski í fiskiskapi sambært stk. 1 kann í mesta lagi vera 5 tons í ICES-øki 6a.
Stk. 3. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2023 hava rætt til fiskiloyvi til fiskiskap í bólki 2, sambært § 18, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
Fiskiloyvi
§ 8. Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Fiskifør kunnu bert fara til fiskiskap í bretskum sjógvi, um tey hava fingið loyvi frá bretskum fiskivinnumyndugleikum. Loyvið, ella elektronisk útgáva av loyvinum, skal vera umborð á fiskifarinum.
§ 9. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiðu í bretskum sjógvi.
Eygleiðari
§ 10. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Fráboðanir
§ 11. Fiskifar, sum fiskar í bretskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skal senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í bretskan sjógv.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr bretskum sjógvi.
Stk. 2. Fiskifarið skal somuleiðis senda bretskum myndugleikum fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í bretskum sjógvi.
Revsing
§ 12. Brot á § 11 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 10.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2024.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 26. apríl 2023
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í bretskan sjógv.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr bretskum sjógvi.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan um, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |