31. august 2004Nr. 54
Kunngerð um veiðidagbøkur fyri føroysk fiskifør
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 4, § 32, stk. 1 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1. Á øllum føroyskum fiskiførum er tað skylda at føra veiðidagbók sambært vegleiðing um veiðidagbøkur. Undantiknir eru tó útróðrarbátar í bólki 5.
§ 2. Skiparin ella bátsformaðurin á fiskifarinum hevur ábyrgdina av, at veiðidagbókin verður førd sambært vegleiðing um at føra veiðidagbøkur.
Stk. 2. Beinanvegin túrur er endaður, skal veiðidagbókin sendast Fiskiveiðieftirlitinum í frumriti ella elektroniskt í sniði, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur góðkent.
§ 3. Veiðidagbøkur verða løggildar av Fiskiveiðieftirlitinum ella mynstringarmyndugleikanum.
§ 4. Brot móti ásetingunum í §§ 1 - 2 verður revsað við bót.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 93 frá 27. juni 1994.
Fiskimálaráðið, 31. august 2004
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)