3. mai 2023Nr. 55
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2023
(Umroknaðir fiskidagar o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 167 frá 21. desember 2022 um fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2023 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 1 verður aftan á “soleiðis” sett: “, tó so at lagt verður upp fyri umrokning av fiskidøgum í sambandi við avhendingar millum fiskifør”.
2. Í § 4, stk. 3 og í § 4, stk. 4 verður “sambært stk. 1” broytt til: “sambært § 3”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 3. mai 2023
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)