Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mai 2005Nr. 55
Kunngerð um gjald í sambandi við transit av animalskum úrdráttum
(BIP-eftirlit)
Við heimild í § 39 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m., § 1 í løgtingslóg nr. 23 frá 13. mars 1986 um Heilsufrøðiligu starvsstovu og § 39, stk. 1 og § 47 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett:
§ 1. Fyri eftirlit við transitti, lossing og lasting í fríhavnum, frílagrum og lagrum í fríøki o.t. av animalskum vørum (non-conformum vørum) úr triðjalondum, sum ikki lúka reglurnar fyri innflutningi, og sum aftur skulu útflytast (reeksporterast) til triðjaland, tekur Heilsufrøðiliga starvsstovan gjald eftir fylgiskjali 1.
Stk. 2. Gjaldið, nevnt er í stk. 1, skal verða goldið Heilsufrøðiligu starvsstovuni, áðrenn vøra verður frígivin.
§ 2. Fyri góðkenning og eftirlit við fríhavn, frílagri og lagri í fríøki tekur Heilsufrøðiliga starvsstovan gjald eftir fylgiskjali 2.
§ 3. Gjaldið í § 2 skal verða tikið fyri tíð, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan nýtir til eftirlit á staðnum og/ella til málsviðgerð. Gjald skal ikki verða tikið fyri tíð, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan nýtir til ferðing.
§ 4. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 10. mai 2005
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)
Fylgiskjal 1
Gjald fyri eftirlit við transit, lossing og lasting í fríhavn, frílagri og lagri í fríøki av animalskari vøru (non-conformari vøru) úr triðjalandi
Gjaldið sbr. § 1, stk. 1 til Heilsufrøðiligu starvsstovuni fyri skjala- og samleikaeftirlit í sambandi við lossing og lasting til eller frá frílagri í fríhavn av non-conformari vøru, sum skal útflytast aftur til triðjaland (reeksporterast), er:
1. 1000,00 kr. pr. sending/last í sambandi við lossing, og
2. 500,00 kr. pr. sending/last í sambandi við lasting.
Fylgiskjal 2
Gjald fyri góðkenning og eftirlit hjá Heilsufrøðiliga starvsstovuni við fríhavn, frílagri og lagri í fríøki
Gjaldið sbr. § 1, stk. 2 til Heilsufrøðiligu starvsstovuna er:
1. Gerandisdagar millum kl. 06.00 og 17.00:
a) eitt grundgjald, sum er 135,00 kr., og harumframt
b) eitt gjald fyri hvørt ásett korter á 230,00 kr.