Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 26-05-1999
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

25. mai 1999Nr. 55

Kunngerð um leiðbeining av nýmynstraðum sjófólki

Við heimild í § 17, stk. 2 og § 25, stk. 4 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum verður ásett:

Grundleggjandi trygdarútbúgving og -leiðbeining av øllum sjófólki

§ 1. Áðrenn arbeiðsuppgávur verða tillutaðar umborð, skal skiparin á einum og hvørjum skipi tryg­gja sær, at øll fólk, ið verða sett í starv ella mynstraði umborð, skulu við atliti at teirra sjóvinnuútbúgving fáa kunning og leiðbeining um:

1)   hvat gerast skal, um eitt fólk fer fyri borð, um komið verður fram á eld ella royk, ella um eldáva­ring ella ávaring um at rýma av skipinum ljóðar,

2)   hvussu burturkast umborð á skipum skal handfarast fyri at sleppa undan umhvørvisdálking, og hvussu ein ber seg at, um komið verður fram á umhvørvisdálking,

3)   hvat beinanvegin skal gerast, um rakt verður við vanlukkutilburð,

4)   at kenna savningarstøð, útskipingarstøð og neyðútgongdir,

5)   at finna bjargingarvestar og at lata seg í ein slíkan á rættan hátt,

6)   at geva eldávaring og grundleggjandi nýtslu av flytbarum eldsløkkjarum, og

7)   aftur- og upplating av brandhurðum og veður- og vatntættum hurðum, ið finnast umborð á tí ávísa skipinum, undantikið op í skrokki.

Kunning um serstakar uppgávur

§ 2. Umframt kunning og leiðbeining, sum umtalað er í § 1, skulu øll nýmynstraði sjófólk áðrenn tæ­nastan byrjar, verða gjølla upplýst um teirra serligu uppávur við atliti at tí starvi, ið tey skulu hava umborð, herundir um útgerð, innleggingar og tilbúgvingarætlanir og um serlig viðurskifti, ið hava týdning fyri bæði teirra vanligu uppgávur og teirra uppgávur í einari neyðstøðu.

Reiðaraábyrgd í samband við kunning um serligar uppgávur

§ 3. Reiðarin skal veita skipara á einum og hvørjum handilsskipi, undantikið farmaskipum undir 500 bruttotons í strandasigling, skrivliga leiðbeining um tær manna­gongdir, sum skulu fylgjast av skipara og manning skipsins fyri at lúka treytirnar í § 2 um kunning av øllum nýmynstraðum viðvíkjandi teirra serstøku uppgávum. Hesar mannagongdir skulu millum annað tryggja:

1)   at eitt og hvørt nýmynstrað sjófólk fær tillutað neyðuga tíð til at kunna seg um ta serligu út­gerð, ið avvarðandi skal passa og við tær serligu mannagongdir og skipanir viðvíkjandi vaktar­haldi, trygd, umhvørvisvernd og fyriskipanum í neyðstøðum, ið krevjast til at avvarðandi nøk­tandi kann útinna sínar tillutaðu uppgávur, og

2)   at ein av manningini verður tilnevndur at hava serliga ábyrgd av, at tann nýmynstraði fær neyðu­gar upplýsingar á einum máli, ið viðkomandi skilir.

Revsifyriskipan

§ 4. Brot reiðarans ella skiparans á §§ 1 ella 2, ella brot reiðarans á § 3 verður revsað við bót, hefti ella fongsli í upp til 1 ár.

Stk. 2. Revsingin kann økjast til hefti ella fongsul í upp til 2 ár, um brotið er gjørt við vilja ella orsakað av grovum ósketni, og um tað í samband við brotið er

1)   hendur skaði á ungfólki undir 18 ár ella vandi hevur verið fyri tí, ella

2)   fingin fíggjarligur vinningur, íroknaður sparingar til viðkomandi sjálvan ella onnur, ella hetta hevur verið ætlanin.

Stk. 3. Verður ikki hald lagt á vinningin, ið fingin er í sambandi við brotið, skal serligt atlit havast til støddina á tí fingna ella ætlaða vinninginum, tá ið sektin, herundir ískoytissektin, verður ásett, smb. stk. 2, nr. 2.

Stk. 4. Fyri brot á hesa kunngerð, ið verður framd av partafelagi ella øðrum løgfrøðiligum persóni, kann bótábyrgd verða áløgd felagnum sum slíkum.

Gildiskoma

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Fiskimálastýrið, 25. mai 1999

 

Høgni Hoydal (sign.)

varaløgmaður

/ Andras Kristiansen (sign.)