Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mai 2007Nr. 55
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld fyri veterinerar kanningar og veterinert eftirlit
§ 1
Í kunngerð nr. 124 frá 28. august 2001 um gjøld fyri veterinerar kanningar og veterinert eftirlit verða gjørdar hesar broytingar:
1) Yvirskriftin verður broytt til: “Kunngerð um gjøld fyri veterinerar kanningar og veterinera umsjón”.
2) § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Kunngerðin fevnir um gjøld til fígging av umsjón, heruppií eftirlit, løggilding, skráseting, góðkenning, fráboðan, váttan og kanningar í sambandi við matvørur, livandi dýr, fyritøkur umframt útbúnað og framleiðslu, heruppií non-food framleiðslu og ikki animalska framleiðslu”.
3) § 2, stk. 3 verður strikað, og stk. 4 verður stk. 3.
4) Eftir § 9 verður yvirskriftin orðað soleiðis:
”Avgjøld fyri umsjón við fyritøkum, matvørum, livandi dýrum og úrdráttir úr dýrum í Føroyum og í samhandlinum innan ES”.
5) § 10, stk. 1, 1. pkt verður orðað soleiðis:
”§ 10. Fyri løggilding, góðkenning, váttan, kanning ella eftirlit við livandi dýrum (heruppií akvakulturdýrum) ella úrdráttum úr dýrum, í Føroyum og í samhandlinum innan ES, verða hesi gjøld tikin:”
6) Eftir § 10, stk., 1 verður sett:
”Stk. 2. Fyri váttanir av passi til nýtslu í sambandi við privat ferðandi við húsdýri (kelidýri) og hestum verður rindað grundgjaldið 135 kr fyri hvørja málsviðgerð”.
7) Í § 11 verður sum stk. 1 og 2 sett:
”§ 11. Fyri eftirlit við neytum, hóvdýrum, svínum, seyði, geitum, flogfenaði og kaninum verða hesi gjøld tikin fyri hvørja sending:
1) ein grundupphædd, sum er 135 kr. Harumframt verða 230 kr. tiknar fyri hvørt ásett korter, um talan er um gerandisdagar millum kl. 06.00 og 17.00.
2) ein grundupphædd, sum er 135 kr. Harumframt verða 295 kr. tiknar fyri hvørt ásett korter, um talan er um gerandisdagar millum kl. 17.00 og 22.00.
3) ein grundupphædd, sum er 135 kr. Harumframt verða 360 kr. tiknar fyri hvørt ásett korter, um talan er um gerandisdagar millum kl. 22.00 og 06.00, leygardagar eftir kl. 14.00 og sunnu- og halgidagar
Stk 2. Hóast ásetingina í stk 1 skal tó í minsta lagi rindast:
1) 415 kr. fyri hvørja sending upp til 6 tons,
2) 70 kr fyri hvørt tons omanfyri 6 tons og upp til 46 tons,
3) 3215 kr fyri hvørja sending yvir 46 tons”.
Stk. 2 verður stk. 3, og í staðin fyri ”240 kr.” verður sett: ”415 kr.” Stk. 3 verður stk. 4.
8) Eftir § 11 verður yvirskriftin orðað soleiðis:
”Gjald fyri starvsstovukanningar av royndum, sum eftirlitsmyndugleikin hevur tikið”.
9) Eftir yvirskriftina eftir § 11 verður sett:
”§ 11 a. Tað verður rindað serstakt fyri neyðugar starvsstovuroyndir, sum eftirlitsmyndugleikin hevur tikið í sambandi við útinnanina av umsjón eftir §§ 1-11”.
§ 2
Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 31. mai 2007
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)