Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mai 2020Nr. 56
Kunngerð um at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á økinum hjá Tryggingareftirlitinum í sambandi við COVID-19
Við heimild í § 1, stk. 1, 2 og 4 í løgtingslóg nr. 46 frá 7. apríl 2020 um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum orsakað av COVID-19 verður ásett:
§ 1. Hóast freistina í § 123, stk. 1 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi skulu ársfrásagnir fyri 2019 hjá teimum av ásetingini fevndu fyritøkunum og P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag vera Tryggingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi 31. juli 2020. Tó skal tann av nevndini góðkenda ársfrásøgn fyri 2019 sum vanligt verða latin Tryggingareftirlitinum í seinasta lagi 30. apríl 2020.
Stk. 2. Fyritøkur, fevndar av stk. 1, skulu hava aðalfund í so góðari tíð, at tann góðkenda ársfrásøgnin kann verða send Tryggingareftirlitinum, soleiðis at hon kann vera eftirlitinum í hendi, áðrenn freistin í stk. 1 er úti.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er galdandi, hóast fyritøkurnar hava møguligar ásetingar í viðtøkunum um freist ella tíðaráseting um at kalla inn til og/ella hava aðalfund ella ásetingar í viðtøkunum um at senda inn ársfrásøgnina.
Stk. 4. Fyritøkur skulu hóast stk. 1 senda Tryggingareftirlitinum ársfrásøgnina uttan ógrundaðan steðg eftir góðkenning á aðalfundinum.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2021.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 6. mai 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)