10. mai 2005Nr. 56
Kunngerð um broyting í kunngerð um festi
§ 1
Í kunngerð nr. 98 frá 22. desember 2004 um festi verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
”Minstamark av jarðarbrúkskunnleika er lokið, tá umsøkjari hevur viðkomandi royndir frá arbeiði innan landbúnaðin í minsta lagi 2 ár, og harafturat hevur verið minst 1/2 ára skeið á landbúnaðarskúla ella tílíkum skúla, sum Búnaðarstovan hevur góðkent.”
2) § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis:
”Víkjast kann frá treytunum í stk. 1, tá talan er um smá festi, ið t.d. ikki hava mjólkneyt. Fyri hesi festi er tó galdandi, at festarin skal hava tikið landbúnaðarskeið, sum Búnaðarstovan hevur góðkent. Víkjast kann frá kravinum um landbúnaðarskeið, um umsøkjarin hevur drúgvar royndir innan landbúnað.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinumálaráðið, 10. mai 2005
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)