Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. apríl 2003Nr. 56
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin - FAS)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 63 a, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Afturbering til reiðaravirki sambært hesi grein verður veitt av teirri løn, frítíðarløn, samsýning v.m. jbr. § 60, ið ein persónur ella felag, sum hevur fulla skattskyldu til Føroya, rindar persónum, skattskyldugum í Føroyum fyri:
1) tænastu umborð á skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS
2) tænastu umborð á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í hesi lóg verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.”
2) Í § 63 a verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Reglurnar um afturbering eru ikki galdandi fyri:
1) tænastu útint á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 3. pkt. ikki verður mett sum skip við heimstaði í Føroyum.
2) tænastu, útint á boriútbúnaði í føroyskum sjóøki sambært § 1, nr. 1 í kolvetnisskattalógini.”
§ 63 a, stk. 2-4 verða hereftir stk. 3-5.
3) § 83 a, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Afturberingin sambært § 63 a verður borin av landskassanum og kommununum í sama lutfalli, sum skatturin annars, og verður drigin frá avrokningini av skattinum til kommunurnar innan avrokning eftir § 83.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2003.
Tórshavn, 22. apríl 2003
Anfinn Kallsberg (sign)
løgmaður
Lm. nr. 107/2002