Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. september 1969Nr. 57
Kunngerð um vápn v.m., sum broytt við kunngerð nr. 125 frá 14. desember 2016
1) Við heimild í § 4, stk. 1-3 í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 22. mai 2015, verður ásett:
§ 1. Umsókn um loyvi at flyta inn, útvega sær ella hava vápn ella ganga við vápni sum tilskilað í § 1, stk. 1 verður at senda landfútanum gjøgnum sýslumann ella løgregluna, har sum umsøkjarin býr ella røkir vinnu.
Stk. 2. Umsókn um loyvi at flyta inn, útvega sær, hava vápn ella ganga við vápni sum tilskilað í § 1, stk. 2 og loyvi til gerð og útflutning av vápnum sum tilskilað í § 1, stk. 3 og tilfari til verður at senda landfútanum gjøgnum sýslumannin ella løgregluna, har umsøkjarin býr ella røkir vinnu. Síðani sendur landfútin landsstýrinum umsóknina til avgerð. Tó er landfútanum heimilt at geva loyvi til útflutnings av handvápnum til skotkappingar og veiðuvápn og lóður í hóskandi nøgdum til nýtslu undir fyribils tilhaldi uttanlands.
Stk. 3. Umsóknin skal siga frá slag av vápni (tilfari) og lóðri og hvussu tey ætlast nýtt.
Goymsla av skotvápnum og lóðri 1)
§ 2. 1) Skotvápn fevnd av løgtingslógini skulu goymast:
1) í vápnaskápi, sum er læst,
2) í rúmi, sum er læst, ella
3) við vápnalási, sum er læst.
Stk. 2. 1) Lóður fevnt av løgtingslógini skal goymast:
1) í vápnaskápi, sum er læst, ella
2) í rúmi, sum er læst.
§ 3. Loyvi kann gevast vinnurøkjandi at hava handil við vápnum og lóðri, sum hava tørvandi kunnleika til vápn og handil við vápnum og sum hava líkindir at goyma vápn til lítar, og at ikki annað kann sigast, enn at hann hevur so mikið gott orð á sær, at tað má ætlast ekkaleyst at geva loyvi at røkja handil við vápnum.
Stk. 2. Handlandi við vápnum skulu hava skyldu at ganga eftir teimum forskriftum í virki sínum, sum landfútin fyrisetur, harundir at halda serstaka bók yvir keyp og sølu av vápnum og lóðri og hava skyldu, tá ið løgreglan krevur, at flýggja henni bókina og teir fakturar og eftirskjøl av teim, sum viðkoma vápnahandlinum. Bókin skal tilskila, hvør hevur fingið vápn og lóður og skal vísa til numrini á loyvunum.
§ 4. Persónar, sum hava tílík vápn v.m., sum tilskilað í § 1 í lógini, skulu innanfyri 6 mánaðir frá tí degnum, henda kunngerðin er komin í gildi, geva landfútanum frásøgn, og teir mugu ikki ganga við ella gera nýtslu av vápnunum uttan loyvi.
§ 5. Um burturmiss av vápnum skal landfútin hava frásøgn beinanvegin.
§ 6. 1) Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð verða revsað við sekt.
Stk. 2. 1) Revsingin kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, undir ávirkan av rúsdrekka ella rúsevnum o.tíl. og um sama brot verður endurtikið.
§ 7. Henda kunngerðin kemur í gildi beinanvegin.
1) Broytt við kunngerð nr. 125 frá 14. desember 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2017.”