Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mai 2020Nr. 57
Kunngerð um fyribils eftirlitsreglur á djórasjúkuøkinum í sambandi við COVID-19
Við heimild í §§ 9, 13, 14 og 16 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verður ásett:
§ 1. Orsaka av COVID-19 verða fyribils ásettar hesar mannagongdir viðvíkjandi teljing og skráseting av laksalúsum og seiðalúsum sambært kunngerð nr. 75 frá 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski:
1) Alifeløgini verða heimilað at gera lúsateljingar sjálvi. Djóralækni ella annað upplært starvsfólk ger teljingina.
2) Allir ringar skulu teljast í minsta lagi 4. hvørja viku.
3) Um teljingin er yvir 1,0 kynsbúna lús í miðal, skal teljast 14. hvønn dag.
4) Lúsateljingin verður send Fiskaaling, sum ger skrásetingar og fráboðar samsvarandi kunngerð nr. 75 frá 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski.
5) Upplýsast skal hvør hevur talt.
§ 2. Orsaka av COVID-19 verða fyribils ásettar hesar mannagongdir viðvíkjandi flutning av akvakulturdýrum og brúktari akvakulturútgerð sambært §§ 8 og 24 í kunngerð nr. 98 frá 2003 um flutning av akvakulturdýrum v.m.:
1) Flutningur av ávikavist fiski og útgerð kann fara fram uttan at flutningsloyvi frammanundan er fingið frá embætisdjóralækna.
2) Flutningsloyvi skal vera skrásett í aliskipanini áðrenn flutning.
3) Embætisdjóralækna kann geva flutningsloyvi eftir flutningin, sbr. tó nr. 4.
4) Um landsdjóralæknin ella Heilsufrøðiliga starvsstovan hava ásett veterinerar avmarkingar, skulu flutningsloyvini avgreiðsast sum higartil sambært kunngerð nr. 98 frá 2003 um flutning av akvakulturdýrum.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. juni 2020.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 6. mai 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)