Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. mai 2012Nr. 57
Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø.
(Lendisakfør)
§ 1
Í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við kunngerð nr. 120 frá 28. september 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Øll motorakfør og allir traktorar uttan tey, sum nevnd eru í § 12 í ferðslulógini og lendisakfør, sbr. § 2, III, D í ferðslulógini, skulu vera skrásett og hava nummarspjaldur (-spjøldur), áðrenn tey verða tikin í nýtslu.”
2) § 11, nr. 5 og 6 verða orðað soleiðis:
“5) leguvognar,
6) prutl,”
3) Í § 11, verður sum nr. 7 og 8 sett:
“7) motoramboð, og
8) lendisakfør.”
4) § 19, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Bilur, skrásetingarskyldugur traktorur, skrásetingarskyldugt motoramboð og skrásetingarskyldugt lendisakfar, kunnu bert vera samankoplað við skrásetingarskyldugt viðfest akfar, sum dragandi akfarið sambært skrásetingartreytum kann samankoplast við.”
5) Í § 19, stk. 2 verður aftaná “síðuvogn” sett: “og viðfest akfar”
6) Í § 20, stk. 1 verður “Bilur ella skrásetingarskyldugur traktorur,” broytt til: “Bilur, skrásetingarskyldugur traktorur, skrásetingarskyldugt motoramboð ella skrásetingarskyldugt lendisakfar,”
7) § 20, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Motorsúkkla, ið skal nýtast í sambandi við ein ella fleiri síðuvognar og eitt viðfest akfar, skal saman við síðuvogninum (-vognunum) og viðfesta akfarinum skoðast og góðkennast; tínæst verður motorsúkklan boðað til skrásetingar ella skrásetingarbroytingar.”
8) Í § 62, stk. 4 verður sum nr. 4 sett:
“4) lendisakfar.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2012.
Innlendismálaráðið, 11. mai 2012
Kári P. Højgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)